Profile
Blog
Photos
Videos
Hey aftur oll somul :)
Vit eru enn staddar i San Francisco, eisini kalladur vakrasti byurin i USA. Vedrid hevur verid heilt fantastiskt hesar dagar vit hava verid her, og tey siga enn betur vedur komandi dagarnar :D Vit fola okkum eitt sindur nokkso nogv bleikari enn oll tey lekkru brunu California folkini, id oll spyrja hvar vit koma fra. Folkini her eru sera blid og hjalpsom, i mun til tey sera likagladu folkini i N.Y. Kanska tad hevur okkurt vid landslagid og vedrid at gera, ti landslagid her eru einastandandi vakurt.
20 ara fodingardagurin hja Rannveyg, 6.okt, byrjadi heldur turrisliga. Hetta skal skiljast so, at vit foldu okkum sum fangar a Alcatraz (sum vit hava utsyni til ur San Francisco), sotu inni i okkara evarska litla kamari vid trimum koyggjusengrumat og drukku vatn og otu sera turt 9 kornsbreyd uttan palegg, ti vit hovdu gloymt at keypt Philadelfia smyrjiost. Tad sar ut sum, at amerikanarir bara eta fransbreyd og peanut butter vid sultutoj, ti her er onki orduligt rugbreyd, og tad sindri av paleggi, id er her, er eins tjukt sum breydflisarnar, so tad einasta vit hava etid higartil er kornbreyd og Philadelfia smyrjiost ;) Nokk um tad. Vit valdu at sukkla um Golden Gate brunna um vedrid vildi tad, og man kundi trud at vedrid og vit voru bestu vinir henda dagin. Fyrst foru vit til sera, sera hugnaliga Fisherman's Wharf bylingin, har vit leigadu okkum sukklur og fingu eitt kort yvir leidina. Tururin yvir um brunna var heilt framur vakur og ogloymandi. Hann gav eitt fantastiskt utsyni yvir San Francisco. Tad var nogvur larmur orsaka av seks breytada brunni og tad foldist, sum oll folkini i bynum voru farin at ganga tur a henni henda dagin :) Komnar aftur San Francisco megin valdu vit at seta okkum a ein bonk at faa okkum at eta, har vit blivu alopnar av eitt tonsavis av fuglum, sum vildu hava fatur a teimum lekkru San Francisco bollunum, id vit hovdu keypt. Eftirsum vit ikki fingu meira enn ein fjording av bollunum, foru vit ut a eina lekkra matstovu at eta. Adrenn tad hoppadu vit lika inn i H&M, ti vit atladu lika at keypa okkum ein ella tveir toppar, men tad var betri ogjort :O Smelti har voru nogv kul kladir! Men, so fornuftigar vit eru, so klaradu vit at ganga fimm ferdir runt i handlinum og nema vid oll kladini, id hingu har og fara 'nastan' tomhentar ut aftur (Frida klaradi tad, medan Rannveyg unti sar at bruka 35kr uppa eina t-shirt, eftirsum hon hevdi fodingardag) :) Tad er ikki bara bara at fylla 20 ar og ennta i San Francicso, so vit foru inn a omanfyri nevndu lekkru matstovuna, har vit klaradu at faa ein myrkan. krulluttan og sera fittan sjeik at rodna upp um badi oyru - sum stod handan diskin:) Hann bleiv so forvirradur ta vit komu inn, at hann visti ikki hvat var upp og hvat var nidur, men likamikid, vit fingu ein sera godan dogurda vid buffi, salat og bakadum eplum, mmm, munur a ti og kornbreydi :) Kvoldid endadi vid at eta Hoagen Dazs is - fantastiskt ! :)
I gjar foru vit aftur ein tur, vid sporvogni (Cabel cars) til Fisherman's Wharf, ti tad var so otruliga hugnaligt. Sigast skal at vit hava fingid nogvar vidmerkingar fra ollum moguligum folkaslogum og alt er meira ella minni positivt, so tad er orduliga stuttligt - biligur latur :) Millum annad kann nevnast, at ta vit foru inn i ein handil at keypa usb stykk til myndatolini, fingu vit bjoda disposable boyfriends, men vit takkadu so pent nei, ti teir voru alt ov stuttir, hetta kom nogvur latur burturur hja teimum :D Aveg heim svingadu vit ein litlan tur forbid Chinatown, har vit komu frama nogvar spennandi handlar vid lekkrum turriklodum, men vit klara at bida til vit koma til Asia, enn. :)
I dag hava vit bara slappa av. Vit voru ein litlan tur i ani og hugdu eftir ti fimm svingadu vegnum, id er tann krokutasti vegurin i heiminum, kallast Lombard Street. Ahugavert hvussu ymiskt folk finna uppa.
Nah, men nu bleiv hesin bloggurin eisini nokkso langur, so vit fara at avslutta nu. Planurin er i morgin at fara ein tur i Golden Gate park og hippie bylingin a Ashbury Street, har handlarnir ikki lata upp fyrr enn kl 11, ti tad er ju hippie landid :)
Sidsti dagur a hesum svamputta og skitna indiska hostellinum er sunnudagin. Ta fara vit fyrrapartin at "hanga ut" saman vid Annettu, sum er her a namsferd. Seinnapartin fara vit utum San Francisco til San Rafael at vitja foroysku Torhallu, id byr har - tad gleda vit okkum til.
Tit mugu hava tad gott og vidari gott vikuskifti :)
Frida og Rannveyg
- comments
Jónvør (mamma) Ha -ha tit báðar tað er simpulhen sooooo stuttligt at lesa "blogguna" hjá tykkum :)) eg dugi orduliga væl, at í mynda mær tykkum hi-hi.......hyggji tykkum.