Profile
Blog
Photos
Videos
Ikki hvønn dag man kemur á flogvøllin 6 tímar áðrenn fráferð. Okkurt týður uppá at vit eru broyttar :) Annars hey til tykkum øll, ið geva tykkum stundir til at lesa okkara "klummu" :) Beint nú sita vit í gate nr. 27 og bíða eftir klokkuni, so vit kunnu siga farvæl við USA og góðan dag við krystalbláan sjógv, pálmar, strendir og sól. Um eina løtu gongur leiðin nemliga til Cook oyggjarnar - spennandi.
Síðst vit skrivaðu blogg vóru vit í Santa Cruz. Vit byrjaðu at skriva, at vit møguliga fóru at vaska klæðir, men høvdu vit vitað, at tað tók okkum tríggjar dagar at fáa tey turr aftur, so høvdu vit neyvan farið í holt við tey. At lítla vaskið í vesinum skuldi megna at vaska fleiri kg av klæðum, høvdu vit forsvorið. Bondinið, ið vit fingu frá "babbunum", komu okkum væl við. Vit vavdu tey runt alt rúmið, so vit fingu ein langan snór burturúr. Eftir tríggjar dagar við limbo dansing undir snórunum, fyri at koma runt í rúminum, umhugsaði vit at melda okkum til HM í limbo :D
Í undanfarna bloggi, skrivaðu vit um tað psyko parið viðsínar av okkara kamari - og um tað ikki var nokk! Ta einu náttina blivu vit vaktar við kaldan dreym, tí at okkurt fremmant uttanfyri í køla svarta myrkrinum royndi at sleppa inn til okkara! Hetta var ein leygarnátt, og sjálvandi høvdu vit verið í býnum um vit vóru í Føroyum, men her lógu vit bebbaræddar í hvør sínari dubultsong við óhugnaligum vátum klæðum hangandi yvir høvdinum. Viðkomandi royndi í heilum at koyra lykilin í hurðina og taka í hondtakið, og vit hoyrdu viðkomandi lena seg ímóti hurðini fyri at fáa hana upp. Klokkan var 03.00 og hvør ólukkan kemur á vitjan so seint?! Vit báðar lógu og teskaðu til hvørja aðra og vistu ikki livandi ráð, um vit skuldu liggja, sita ella ganga. Hetta ólukkudýrið royndi eisini at lata vindeyga upp. Um onnur av okkum hevði mist eina tonn, so høvdu vit skilt, at tað var tannfeðin, ið var ávegis inn. Men pínadoyð alsu, nógv fyri at man betalur so nógvar pengar og so ikki kann sova í frið. Niðurstøðan bleiv tann, at viðkomandi bert var full/ur og ikki fann sína egnu hurð - ella tað uggaðu vit okkum í hvussu er við :) Aftaná nærum ein tíma gav ólukkudýrið upp og hurðin vann.
Regnið gavst ikki fyrr enn tann morgunin vit fóru avstað. Aftur hesaferð var tað Greyhound, ið var okkara lívlinja, sum skuldi leiða okkum frá Santa Cruz til Los Angeles. Ferðin tók 10 tímar, ja tú læs rætt, 10 tímar í einum freaking bussi. Ein so langur túrur í einum bussi ger fólk kreativ - øll lógu og svóvu :) Hóast eyma rumpu, sovandi bein, hald í nakkanum og frísutt hár, so var túrurin einasitandi (til tykkum, ið ikki skilja - einasitandi=einastandani). :) Tað var ótrúliga flott at koyra eftir highway 1 fram við "kystlinjen"- vit lærdu ikki tað orðið í føroyskum, ella svóvu vit tá.
Tá vit ikki eru heldigar í kærleika, so eru vit heldigar í at verða sleptar av bussum á røttum stað. Tó mátti vit gjøgnum eina langa samrøðu við buss sjaførin, tí okkurt skít býtt hevði lagt ryggsekkirnar hjá okkum í skeivt rúm, og ivamálið var, um vit yvirhøvur sluppu at fáa ryggsekkirnar við okkum! Buss sjaførurin var so fínur uppá tað, at hann ikki vildi hjálpa okkum, men um vit sjálvur funnu okkara egnu ryggsekkir, uttan at flyta nakrar aðra tasku, kundu vit taka teir við okkum. Tá avtornaði, ikki ein referering til klæðini hjá okkum, vístu vit okkara dygdir við ryggsekkja útháling ;) Tað gekk strálandi og knappliga vóru vit í Einglanna býi :) Stóri spurningurin var, hvønn veg vit skuldu fara. Og hóast vit høvdu fimm kort í ryggsekkinum, hjálpti tað ikki nógv at vita hvar vit skuldu, tá vit ikki vistu hvar vit vóru. Lagnan vildi tað tó so, at tá vit hugdu niður, so stóðu vit beint á Walk Of Fame. Tá ringdi klokkan og segði - Hollywood :D Tað var gott nokk awesome!
Hesaferð tók tað okkum bara 10 min. at finna fram til hostellið. Vit halda at hetta er tað fragasta hostellið higartil. Tað var mega ungdómsvinarligt. Hvørt kvøld skipaðu tey fyri tiltøkum í garðinum, so allur ungdómurin kundi samansjóðast. Og ikki at gloyma, so var tað ókeypis øl hvørt kvøld - og onki aldursmark :D Hvønn dag royndu vit at spara okkum við at drekka vatn, so vit vóru orduliga tystar um kvøldið :)
Los Angeles er so giga stórt, at um vit skuldu onkra staðni, vóru vit noyddar at taka buss - í mun til aðra staðni, har vit hava brúkt okkara stóru føtur til at ganga við :) Tí hildi vit okkum nokkso nógv í Hollywood - og tað loysti seg! Tann fyrsta dagin fóru vit á ein sight-seeing túr runt Hollywood og Beverly Hills. Vit sóu Hollywood skeltið, men tað hevði kanska loyst seg at havt forstørrilsisglas við, tí tað stendur so langt vekk frá øllum. Vit koyrdu forbíð fleiri støð har kendir filmar eru upptiknir; Meet The Parents, Pretty Woman, Batman, Charles Angels og nógvir, nógvir aðrir. Í Beverly Hills sóu vit mil. dollara villaðirnar hjá teimum kendu. Uttanfyri nógvum húsum stóðu paparazzy´irnir klárir til at taka tað perfekta shot´ið, tá onkur kendur traðkaði útum hurðina. Strævið lív, alsu hjá teimum kendu. Vit sóu húsini hjá, ella rættari sagt, tey stóru høgu trøðini uttanfyri húsini hjá, Ozzy Osbourne, Michael Jackson, Jennifer Lopes, Tom Cruise, David Beckham, Paris Hilton, Lindsay Lohan (men hon var á rehab-again), Eddy Murphy og øllum hinum. Men vit sóu ongan kendan tá.
Næsta dagin fóru vit ein spasertúr gjøgnum býin, uttan at hava nakrar planir fyri dagin. Ikki meir enn komnar út um hurðina, blivu vit spurdar um ein nýggjan sight-seeing túr. Vit royndu bara at ignorera viðkomandi (tí tað má man gera, ella sleppur man aldrin av við fólkini her), men tá hann hevði gingið aftaná okkum ein hálvan blokk og roynt at selt okkum henda sight-seeing túrin, fór hann at snakka um reyðar løbarar o.a. kent. Tá steðgaðu vit á, tí kent er eitt orð, ið oyrini fanga, tá man er í Hollywood. So fittur sum hann var, forkláraði hann okkum at premiera til filmin Due Date fór at vera uttanfyri Graumann´s Chinese Theatre um kvøldi, har fleiri kendar stjørnur fóru at møta upp - tað var bomm fyri Klávus. Vit gingu víðari og tugdu uppá orðini, og niðurstøðan bleiv, at vit ikki orduliga trúðu uppá tað, men valdu avlíkavæl at møta uttanfyri teatrið. So satt sum tað var sagt, so komu fleiri filmstjørnur bóltandi úr teimum svørtu, langu, flottu og hundadýru limosinunum. Men um tað var Lykke, ið koyrdi, sigur søgan onki um. Har vóru møtt fleiri, fleiri túsund fólk upp og tey róptu og geylaðu eftir stjørnunum. Tá byrjaði gásarholdið at gera um seg. Uttan at vita av tí, so høvdu vit stilla okkum næstan best fyri. Fleiri stjørnur komu gangandi yvir til fólkini, BEINT har vit stóðu, og um tað var kuul ? :P Vit sóu Jamie Foxx (kendur frá filminum Ray), Jay Manuel og Miss J. Alexander (dómarir frá amerikanska top model), Ken Jeong (frá Hangover og Role Models), Michelle Monaghan ( kend frá Made of Honer) og høvðuspersónarnar úr Due Date Zach Galifianakis (Hangover) og Robert Downey (Iron Man) - awesome ! :) Tað lá okkum ikki fyrst í huganum, at vit skuldu renna okkum í so nógvar stjørnur, men so hava vit eisini prøvað tað :)
Annars so hava vit møtt nógvum nýggjum fólki úr øllum heiminum. Tað er ein jalig lívsgleði yvir allar fjakkarnar, so hvørjaferð man hittir onkran, fær man eitt langt prát um alt og onki. Øll eru glað, tí tey eru sloppin avstað :) Í Banana Bungalow hostellinum í Hollywood møttu vit einum óluksáliga fittum onglendingi, Toby, ið hevði sama kamar sum vit. Vit fylgdust nógv við honum, av tí at hann ferðaðist einsamallur - sum nógv gera, ið vit hava hitt. Eina dagin fóru vit til Santa Monica. Tað er eitt sera snotiligt stað. Heilt ótrúliga vakurt. Ikki at gloyma, so gingu vit eisini frá Santa Monica beach til Venice beach har sjálvt Baywatch er upptikið. Stuttligt at kenna fleiri støð aftur úr mongum Baywatch partum.
Dagarnir í Los Angeles flugu avstað og fleiri ferðnar komu vit fram á ymsar upptøkur o.a. sum gongur fyri seg í Hollywood. Vit komu millum annað fram á eina surprise konsert við Taylor Swift. sum tók upp til eitt videolag, uttanfyri Hollywood and Highlander sentrið, har vit tilfeldigvís vóru staddar - burdu fyri framman ikki planlagt nakran dag :) Vit kunnu ikki siga annað, enn at vit vóru heldigar við upplivingum.
Los Angeles er dreymanna býur og tað er har man fer, um ein vil verða kendur. Har eru nógv fólk, ið koyra sín egna stíl og skíta á hvat fólk halda. Í mun til hinar býirnar, har vit hava verið, er L.A. mega stórt og har er nógv res alla somlu tíð. Men tað er eitt ótrúliga lekkurt og snøkt stað. Hollywood býlingurin var samanum sera orduligur. Ikki nógvir biddarar og gøtur og bygningar vóru væl hildnir. Tað var eitt fantastiskt upplivilsi at vera har. Vit læra av hvørjum degi.
Í dag er 31.okt. og Halloween. Tað er eitt sera stórt fyribrigdi hjá amerikanarum. Tey gera óluksáliga nógv burturúr og liva seg orduliga inn í rolluna. T.d. í gjár, har eitt par kekkaði inn í okkara kamar við 6 útstappaðum fuglum. Tá tonktu vit við okkum sjálvar - omg, her er ongin endi á snedigum fólkum. Men tað vísti seg at tey gjørdu seg kláran at fejra halloween við at fara í býin og vit halda ikki, at vit nakrantíð hava sæð eitt so gjøgnumført kostume fyrr. So nakar av tykkum vil hava inspiratión til grýludansin, so er at verða til staðar, tá halloween tekur øll við storm í Hollywood.
Traditiónnini vís bleiv henda "klumman" eisini orma lang. Tað er so smátt byrjað at krypla í búkinum, nú vit skjótt skulu seta okkum í flúgvaran. Aftur hesaferð er tað 10 tímar í standa fyri skotum, men hevði tað verið jorðberskot, so hevði tankin verði lættari at svølgt :D ... Sum sagt, so rýma vit úr L.A. nú - undan stjørnum, larmi, flirtuttum meksikanarum og sveisiskum stalkarum. Tað verður deiligt at sita trygd undir pálmunum í Rarotonga.
Skál fyri, at aldursmarkið fyri at drekka á Cook oyggjunum, er nóg lágt til 1.80m. høgar gentir :D !
Hopa tit øll hava tað gott heima í kuldanum .
Rannveyg og Fríða
- comments