Profile
Blog
Photos
Videos
Kia Orana! :)
Vit hava nú verið á ferð í 7 vikur og síðstu 17 dagarnar hava vit tikið okkum av løttum á einastandandi flottu Cook oyggjunum. Fyri at koma so langt, máttu vit úthalda enn ein flogtúr uppá 10 tímar. Hesin vísti seg tó frá síni bestu síðu - við innbygdum sjónvarpi í hvørjari nakkapútu, tveimum lekkrum máltíðum og yvirdramatiseraðu smílinið frá mannligu fimsuttu flogternunum. Fyrsta sum slegði okkum, tá vit komu úr flogfarinum var heita og tunna luftin. Tað føldist sum onkur hevði sett ein fønara í kjaftin á okkum. Men líkamikið, vit megnaði at koma inn á flogvøllin, áðrenn vit duttu um (av, vildi onkur annar kanska sagt :D ). Flogvøllurin á Vágunum, hann er er lítil, men sjálvt við brillunum hjá Esmar Eysturoy, so kom hesin ikki uppá hálvan skógv. Ikki gerandiskostur at renna seg í eina live tónleika framførslu ávegis eftir viðføri, og so slett ikki ein gamlan Cook oyggja mann, við bæði mynstruttari skjúrtu, blomsturkransi um hálsin og ukulele í føvninginum. Hann setti stemningin ígongd til allan blíðskapin vit komu fram á.
Tá vit fóru úr Los Angeles, hildu vit, at vit fóru at leggja trupulleikarnar afturum bak. Men hvør skuldi trúð, at turri fiskurin úr Føroyum skuldi fáa ein so lítlan flogvøll upp at flákra? Fitt og erlig sum vit føroyingar eru, so skrivaðu vit á immigratións listan, at turrur fiskur lá í taskuni. Endin var at tollarnir skuldu hava hendur á turra fiskin, sum sjálvandi lá niðast í ryggsekkinum! Sostatt mátti alt úr ryggsekkinum, so har komu bæði brystholdarar, bind og annað gott sendandi um bæði oyru. Tá kunnu tit ætla at lítið var um mannligu tollarnar :) Tá teir vóru komnir yvir skrekkin og høvdu luktað til fiskin í nakrar minuttir, fingu vit jóladøgurðan aftur, jess ! :D
Cook oyggjarnar eru eitt tað vakrasta staðið, eygu okkara enn hava sæð - sum tit eisini fara at síggja, tá myndirnar koma inná :) Hugdi man inn ímóti oynni, so var alt grønt av fjøllum við tropiskum frumskógi, so langt sum eyga rakk, og hugdi man út frá oynni, so nam eyga við pálmar, hvítar strendur og krystalbláan sjógv. Heilt fantastiskt. Eins vakurt tað var, eins blíð vóru fólkini á oyggjunum. Øll heilsaðu og steðgaðu á til eitt prát, og sera stuttligt var at síggja, hvussu áhugaði tey vóru í at hoyra um Føroyar, av tí vit eisini koma av oyggjum. Á Cook oyggjunum (15 oyggjar) búgva bert 17.000 fólk, so tit kunnu ímynda tykkum hvussu friðsælt har var.
Hostellið, ið vit vóru á, var øðrvísi, enn undanfarnu. Bæði gott og ringt. Fólkini, sum áttu hostellið, vóru fantastiska blíð. Fyrstu vikuna vit vóru har, komu vit at kenna hinar fjakkarnar sera væl, tí staðið var so lítið, og vit hildu saman. Samanhaldið og umhvørið á hostellinum var ótrúliga heimligt og hugnaligt. Kamarið hjá okkum var hinvegin ein onnur søga - ein ræðusøga. Fyri tað fyrsta, var tað ótrúliga skitið. Reingeris amboðini vóru serstakliga primitiv, t.d. kustarnir vóru gjørdir úr greinum - hvat eru oddsini fyri, at alt kemur við ? Hetta bleiv prógvað, tá vit funnu ein golf bólt liggja undir seingini samt við nógvum øðrum deiligum deyðum dýrum, mmm. Um tit hava tað við at útseta vekkarar har heima og hava tað trupult við at koma upp, so er bara at flyta til Cook oyggjarnar. Hvønn tann einasta morgun kl 05.34 blivu vit purraðar út av hanum. Hananir fingu skjótt ekknavnið fananir. Eisini vóru "hyppigastu" gestirnir í kamarnum túsundatals av meyrum og enn fleiri mýggjabitar. Meyrurnar vandu vit okkum skjótt við, tí tær vóru allastaðni - í toilett taskunum, á klæðunum, í matinum, á songini, í bókunum og fyri ikki at gloyma á kroppinum, tá man vaknaði um morgnarnar. Men sum øll vita, so gera tær ikki einari flugu fortreð, men tær gjørdu okkum fortreð! Verri var mýggjabitunum. Man skuldi trúð, at teir ikki høvdu fingið betri døgurða, føroyskt blóð, soleiðis sum teir bitu okkum. Men nei, vit fingu onki tips, men reyðar, feitar, skriðuttar byldir og blá merki - og høvdu vit livað í 1200 talinum, so hevði søgan gingið runt, at vit vóru spedalskar. Apotekið, sum verða man, var heilt ótrúliga lítði og úrvalið var hareftir. Aftaná 8 vitjanir var mýggjabita sektiónin tømd, og ikki verða vit bilsnar, um vit verða uppringdar á jólum, fyri at verða kosnar til ársins kundar :D !
Sjálvt um tað bert eru 32 km runt um oynna, so er tað ein heldur langur gongutúrur. Av tí sama leigaðu vit okkum ein kulan gulan scootara. Fyri at koyra hetta beistið, mátti Fríða taka koyikort til scootaran. Royndin gekk út uppá at koyra 20m við Rannveyg á aftanfyri og uttan at detta og koyra á nakran bygning - tað gekk :) Onki akfar hevði loyvi at økja ferðina meiri enn 50 km/t, so adrenalinkikkið hava vit enn til góðar. Vit fresaðu við sniglaferð runt oynna fleiri ferðir og nýttu útsýnið við sól og vind omaná, pluss eini 30 stórar flugur splattaðar á andlitið. Men søgan bleiv ikki so gul sum ætlað, tí Rannveyg fekk meyslað sær beinið av útstoytinum - ikki sum onkur annar, ið brendi sær rumpuna, tá hon skuldi pissa aftanfyri bussin :*. Brenningin var nokkso stór, men tað var einki serstakt dømi, tí 98% av fólkunum á Cook oyggjunum hava fingið júst sama brennimerki - sum har verður kallað ein Cook Islands tattoo, deiliga bíligt :) Tá vit koyrdu runt oynna, fingu vit sera gott inntryk av lívi og kulturi. Man kann ikki siga, at man sá at har vóru rík fólk, men tey fátæku fólkini komu lættliga til sjóndar. Nógv hús vóru ikki annað enn skýlið gjørd av takplátum og summi av fólkunum sóu eisini út hareftir. Áhugavert var eisini at síggja, at fleiri fólk, serliga børnini gingu skógleys, meðan nógv mannfólk bóru stórar tropiskar knívar, sum støddarmessiga vóru dupult so langir sum grindaknívar. Ikki vóru tað nógvir bilar á oynni, men lastbilarnir sum vóru - høvdu allir fulla last av børnum, tá koyrt var - tá hevði onkur verið sjót/ur at meldað har heima :)
Eitt sum var anbefallað av øllum á oynni, var ein Cross Island walk. Tað fóru vit so eisini í holt við. Tað var annað enn at ganga á fjall í Føroyum. Fjallið, ið vit gingu uppum var umgyrt av tropiskum frumskógi. Og har gingu vit og sóu ikki longur enn nakrar metrar fram, av tí at trøð og trøð vóru allastaðni. Men tað var heilt ótrúliga spennandi og vakurt. Har vóru smekk fult av smákyktum og fýrbeinum. Man kundi trúð at vit vóru farnar á fjall at reka fýrbein, meðan mýggjabitarnir róku okkum. Tað var rættiliga strævið, ikki enduliga at ganga, men av tí at tað var so heitt. Ongin venjing, sum er farin afturum bak hevur fingið so nógvan sveitta fram, sum hesin túrurin! Puhaa. Tað var í øllum førum sveittan og mýggjabita bitarnar vert, at koma niðan á toppin, The Needle, har vit sóu yvir alla oynna - fantastiskt :) Túrurin omanaftur gjørdist eitt sindur av einari avbjóðing. Ikki meira enn farnar av toppinum, so slitnaðu báðar sandalirnar (løgið nokk) hjá Fríðu, so har vóru brúkt nógv orð í sama dur sum hanar, tá Fríða fór hinkandi oman sum smábørn lakka paradís :) Leggjast skal til, at sandalirnar hava havt túrin runt heimin áður, so tað var hóðast alt skilligt, at tær vildu slíta sambandið við Fríðu á toppinum :)
Vit prøvaðu eisini traditionellan Cook oyggja mat, sum kvinnuligu eigarnir á hostellinum gjørdu til. Alt vegatarmatur uttan ráður fiskur. Alt smakkaði meira ella minni av kokus, men hevði sína sjarmu. Her á oynni detta kokusnøtir niður av trøðunum í heilum, sum tit nokk vita. Og tey útnytta nøtirnar fult út. Vit sóu hvussu man opnaði tær og sluppu at royna tær frískar - samt við nógvum øðrum fruktum, sum vaksa á hvørjum træi. Sum t.d. bananir, papaya, mango, sitrón, noni og nógv nógv fleiri :)
Eitt kvøldi fóru vit til Island show. Har bleiv dansað og rist við rumpu av lívsin makt - vita ikki um Shakira ella Beyoncé hava verið á skeið á hesum leiðum, men tað var heilt ótrúligt sum tey dugdu væl. Har var nokk at sleva eftir, bæði hjá mannfólki og konufólki :) Tað gjørdi tað heldur ikki verri, at ein, stór rugby kapping bleiv hildin á oynni. Hana fóru vit eisini til og tað sá líka lekkurt út sum lambasteik við flødastúvaðum eplum og brúnari sóvs. Nú blivu blivu surfarnir í Santa Cruz knappliga lítið av miklum :D Rugby er "so far" tann svakasti ítrótturin vit hava sæð - sjúkir menn, men flottir :)
Sum sagt, so blivu vit og hinir fjakkarnir á hostellinum sera samansjóðaði. Sostatt fylgdust vit í "býin", sum var tríggjar barrir og eitt dansistað, kallað Rehab :) Tað var AWESOME´sliga stuttligt! Timburmenninir fingu nakrar væl løntar arbeiðsdagar aftaná tað :)
Hesir 17 dagarnir á Cook oyggjunum hava givið okkum ógloymandi minnir. Tað var heilt ótrúliga spennandi og áhugavert á síggja nýggjan og annaðleiðis kultur og sleppa vekk frá stórbýar resinum eina tíð. Blíðari fólkaslag eru ring at koma framá. Veðrið var fantastiskt teir flestu dagarnar, uttan so tá tropiska regnið herjaði á í ein tíma ella tveir á gangin. Tað regnaði ikki bara, tað føldist sum at fáa eina balju av vatni oman yvir seg. Men tað skal eisini til fyri at halda tropiska lívinum uppi. Vit halda sjálvar, at vit eru mentar eitt sindur hendan túrin - á tann hátt, at smáu og fittu eiturkopparnir og tvístertirnar í Føroyum ikki fara at reka okkum ýlandi sum seyður í rætt út úr vesinum. Aftaná at hava sæð fýrbein, klukkir, violettar eiturkoppar, kempi etandi stórar náttsvermarar og nevastóra lodna systkynabarnið til fugla-eiturkoppin á vesi vegginum, so hava lítlu fittu eiturkopparnir í Føroyum onki vald á okkum longur :)
Aftaná 17 dagar av friðsælu, so verður tað deiligt at fáa adrenalin´ið upp at koyra aftur tá vit koma til Ný Sæland.
Vónandi er tað onkur, ið lesur okkara "klummu" aftaná teggið stríð við at skriva hetta :) Um ikki, so halda vit áfram óansæð ;)
P.s (I Love You) tit eru annars vælkomin at geva okkum feedback við at skriva kommentarir :D
Blíðastu hugabuga heilsanir úr Cook oyggjunum
Free and Runway :D
- comments
Rúni v. Streym Hey tit bádar :) Hvørki Sosialurin ella Dimma noydast at leita leingi eftir nýggjum klummuskrivarum :) Tit eru óførar bádar, góda ferd vídari. Heilsan Rúni
Eyðgerð við Streym Tit eru óførar at skriva.Upplivingarnar hava verið ótrúligar hjá tykkum,vónandi heldur tað áfram. kh mamma
Súsanna Hello Free and Runway :o) Ein fantastisk klumma, siti og klukki her á sofuni, nú eg lesi um tykkara deiliga uppihald á Cook Oyggjunum. Orduligani deiligt at hoyra, at tit hugna tykkum - og fáa eitt so stórt upplivilsið heimaftur við :o) Gleði meg at hoyra meira um Ný Sæland - nýti túrin víðari, og prøva alt tað villa har niðri :o) Eg taki undir við Rúna, at tit eru sjálvskrivaðar sum klummuskrivarar á bløðunum har heima :o) Klemm frá okkum Susanna
Netta =) ljóðar mega lekkurt hjá tykkum ;) hopi at tit hava tikið nógvar myndir, sum vit øll sleppa at síggja einaferð (eisini av rugby kappingini ;p ) havi annars summarfuglar í búkinum fyri tykkum, við fyristillninginum um alt sum tit fara at tveita tykkum útí (ella útav) í New Zealandi :o ;D
Eyðálvur Hetta var eitt fornøjilsi at lesa :)
Dánjal Petur Framvegis stuttligt at lesa um tykkara upplivilsir! - Eisini yrkingarnar eru fínar!
Hanna:) Góðu fittu tit báðar:) Tárini renna eftir kjálkinum. Magnus heldur at mamman er blivin býtt, so nógv hon situr og flennur, meðan hon lesur bloggin hjá Fríðu mostur og Rannveyg. Tit eru herligar. Góðan túr víðari:) Stórt klemm frá Hannu systi:)
Torgunn Tit báðar eru óførar at skriva :) Tað er sera spennandi at lesa klummuna hjá tykkum,hana kann man lesa fleiri ferðir :) Góðan túr víðari tit báðar :)
Ásbjørg Ha,ha,tit eru herligar.Túsund takk fyri kortið.Góðan túr víðari. K .h. Fastur
Regin við Streym hahaha!!! :D tit eru fínar :) man kann beskriva bloggin hjá tykkum við einum orði...EPIC!!! :) góðan túr víðari :)
Jónvør Hey tit báðar :) Vit kundu gott hugsa okkum at fingið fatur í hasum "faninum" tað er sooo mega ringt at vakna her heima í myrkrinum :))) Mostur & Hanna siga 1000 takk fyri korti......tær arbeiða sterkt við at náa málið hi-hi (Rannveyg tú veist) muss & klemm frá Mammu & Mostur & Hannu
Arnfríð Fittu vinkurnar,, tað er so stuttligt at lesa um tykkara ótrúligu upplivingar. Tað er ikki meir enn at man kennir seg aftur í onkrari søgu ... mhhm !! ;) Góðan túr framhaldandi. Gleði meg at lesa næstu klummuna :)
svanna Hey Hey Gellirnar :) Ógvuliga stuttligt at kaga gjøgnum tykkara blog, so nógv spennandi at lesa og væl-krydrað við tykkara humor. Annars vænti eg at síggja nakrar heimsborgarar koma aftur til okkara klettar og sjálvandi eisini nakrar live ferðafrásøgnir ! :)