Profile
Blog
Photos
Videos
Langt um leingi komu vit inn aftur á bloggin :) Beint nú eru vit staddar á einum motelli í Santa Cruz, tí her eru ongin hostell, so hetta er luksus í mun til tað vit hava roynt - so far. Í dag regnar tað illa og av tí sama fáa vit tíð at skriva blogg. So dagurin í dag verður nokk ein innidagur, har vit bara fara at taka okkum av løttum, hyggja eftir sjónvarp og møguliga, um hugurin er har, vaska nøkur klæði - tí vit hava ikki eitt tað einasta reint plagg eftir, mmm ... :P
Síðst vit skrivaðu blogg, vóru vit í San Francisco. Næst síðsti dagur har, 09.10.10, bleiv ein alvorliga kiksaður dagur! Veðrið var, sum vit føroyingar høvdu sagt, av tí allar fagrasta, men tá gangast skuldi uppum fleiri brekkur, sum vóru líka høg sum fjøllini í Føroyum, bleiv tað for nógv av tí góða. Sólin drenaði okkum totalt fyri energi, og fyri at gera ilt verri, so løgdu vit okkum at sóla okkum í Golden Gate park. Tað var lekkurt í eina løtu, inntil kroppurin hevði sogið so nógvan hita, at hann forfylgdi okkum allan dagin.Um kvøldið valdu vit so at fara niðan á Twin Peaks, ið er hægsta punkt í San Francisco, men tað var betur ógjørt. Vit gingu og vit gingu, og tað føldist sum vit komu ongan veg. Tá vit høvdu gingið í eini tveir tímar, fóru vit inn í eina kiosk at spyrja hvar vit vóru. Teir flentu bara eftir okkum og fortaldu okkum, at vit máttu taka ein buss, um vit nakrantíð skuldu koma niðan har. Vit so gjørdi og tað resulteraði í, at pillbýtta busskonan sum bara flenti eftir okkum, slepti okkum av in the middle of nowhere. Einasta ljósið, ið var har uppi, var av baklyktinum á bussinum, sum hvurvu út í myrkrið. Tá eyguni enduliga høvdu vant seg við kølsvarta náttarmyrkrið, funnu vit útav, at vit vóru staddar á einum `motervegi look alike´ uttan ferðslu ella gonguteig og umgyrd av trøðum, wuhuuu! Avgjørt bleiv at enda túrin niðan til Twin Peaks her, men túrurin heim aftur var minst líka strævin. Eftir at hava gingið allan busstúrin oman aftur og vilst á fleiri gøtum, komu vit fram til Castro Street. Tað var sum at finna bestu gávu undir jólatrænum. Castro Street er annars býlingurin hjá teimum samkyndu í San Francisco og av tí at tað var leygarkvøld og øll fólk vóru farin í býin (uttan vit, sum vóru vilstar og ílætnar í jogging klæðum), fingu vit eitt inntrykk av hvussu frítt fólkini liva har - fantastisk sjón - burdu keypt Jenis eina flogbilett hartil, so kanska hann hevði broytt hugburð! Vit komu annars heim í øllum góðum :)
Stóru lætti var, tá vit síðsta dagin í San Francisco kundu kekka út úr tí ólekkra, svamputta og skitna hostellinum.Vit høvdu avtalað við Annettu at brúka dagin saman við henni, eftirsum teirra flokkur var á námsferð í San Francisco, samstundis sum vit vóru har. Tað gjørdist ein sera hugnaligur dagur, har okkarar fitti fyrrverandi lærari, Dánjal Petur, bjóðaði okkum lekkran morgunmat í Starbucks. Deiligt at tosa við føroyingar aftur :) Vit brúktu dagin saman við Annettu á Union Square, har vit sótu og hugnaðu og sólaðu okkum - nice :D
Um kvøldið gekk leiðin við fergu úr San Francisco til Larkpur, har vit í skýmingini fingu eitt einastandandi vakurt útsýni yvir býin. Stjørnunar vóru sum diamantar á himlinum og hálvmánin hekk lágt yvir býin - waaauw, nei tvatl :) tað var skide flott! Tað var hetta kvøldið, ið vit skuldu fara og vitja føroysku Tórhallu, sum býr í San Rafael við familju sínari. Hon tók ímóti okkum har fergan legði at og føroyski blíðskapurin kom beinavegin til sjóndar :)
Uppihaldið í San Rafael bleiv sindur longur enn planlagt. Vit vóru har heili 8 spennandi dagar, har vit upplivdu og sóðu okkurt nýtt hvønn dag. Millum annað vóru vit ein dagin til Pumpkin patch, ið er sera amerikanskt, og sum vit ikki síggja í Føroyum. Tað snýr seg um at fara út á eina mark, har græskar liggja allastaðni, og taka sær tey græskar man hevur brúk fyri, sum síðani verða útskorin og brúkt til halloween, sum verður 31.okt.Vit brúktu fyrrapartarnar á døgunum, at súkkla runt í vakra Marin county umhvørvinum. Tað var øgiliga heitt allar dagarnar og tann eina dagin kom hitin heilt upp til 38 gradir - tað var sum at sita í sauna við 30 eyka fønarum, heitt heitt ... Gott at Tórhalla og tey høvdu ein genialan svimjihyl í havanum, sum vit kundu køla okkum av í. Vit vóru eisini til eitt tey kalla Farmer´s market, har man kann keypa frískar rávørur. Eisini fingu vit roynt okkum í einum karnivali, sum skúlin hjá dóttir Tórhallu skipaði fyri. Har stóðu vit í einum bási og seldu drykkivørur til tey heitu og tystu fólkini. Og eisini fingu vit roynt okkara evnir í sponskum, tí fleiri av eldru suður amerikansku fólkunum tosaðu einans spanskt - tað gekk væl ... :D Tað var stuttligt at reina og arbeiðs tíðin í Inn fekk víst sínar dygdir, hihi. :)Tað er 21 ára aldursmark at drekka rúsdrekka her og tí føla vit okkum sera fittar, at brúka leygarkvøldini til at skriva dagbók og spæla olsen. Men um kvøldið eftir karnivalin, blivu vit bjóðaðar at spæla Rockstar (sum minnir um singstar, men eisini við instrumentum) hjá vinkonu Tórhallu. Tað var mega hugnaligt og útviklaði seg til eitt kul og skemtiligt kvøld, har vit fingu roynt meksikanska øl - mmm... :)Síðsta dagin áðrenn vit fóru avstað, fóru vit við Tórhallu og gentunum til stuttleika parkina Six Flags - Discovery Kingdom. Har vóru nógvir skít svakir rutjsibanar, sum vit sjálvandi prøvaðu, jiiihaaaa, siga vit bara :) Tann eini var so passaliga svakur, at hann var bara gjørdur úr træði, so tá man fór svingandi upp og niður aftur og fram, ristist alt sum ristast kundi, og rutjsibanin livdu upp til navnið, tí hann kallaðist Roar - you will never hear the end of it, og tað gjørdu vit gott nokk heldur ikki. Tað regnaði nokkso illa henda dagin, men tað ræddi okkum ikki burtur. Eitt sum var mega awesome var eitt Killer Whale show. Tað er ikki tað sama sum at síggja teir svimja ígjøgnum sundalagið. Tíðin í San Rafael var heilt fantasitk, hugnalig og spennandi. Vit eru sera takksamar fyri at vit kundu vera har. Tað var sera áhugavert at síggja hvussu dagligdagurin í USA er, tí tað uppliva vit ikki orduliga, tá vit búgva á hostellum og bara hava okkum sjálvar. Einastandandi vakur býur, vit kundu gott búsett okkum har :D
Buss-sambandið her er crap! og toksambandið er næstan verri! Men vit eru so komnar oman til Santa Cruz, takka verið Greyhound bussum, har buss sjaførarnir koyra skít ørt - man skuldi trúð, at tað stóð í sáttmálanum hjá teimum, at teir IKKI skuldu pissa áðrenn fráferð, tí teir koyrdu so ófantaliga skjótt og svakt, nú ljóðar tað sum vit bara grenja, men hetta passar altso :) Vit steðgaðu líka eina nátt í San Jose, har vit kekkaðu okkum inn á eitt alt ov flott hotell, upsiii (tað var bara tí vit høvdu gingið so langt fyri at finna nakað at sova í, og tá vit funnu útav at tað var so hunda dýrt, var klokkan ov nógv og myrkrið ov svart, til at vit hattaðu okkum út aftur) ... Men tað kom væl við, hóast alt.
Ja, sum sagt, so sita vit í einum motelli í Santa Cruz. Hetta er surfanna-býur. Vit búgva beint við eina kempi stóra strond, har flogbóltsnet standa allastaðni. Í gjár keyptu vit okkum ein flogbólt, so vit fóru oman at spæla beachvolley á lekkra sandinum. Tað var sakin! Annars eru tað smekk etandi fult av deiligum, fittum, brúnum, krúlluttum og sjeikaligum surfarum so langt sum eyga røkkur. Man skuldi trúð tað var við í motell prísinum, soleiðis sum teir ganga framvið vindeyga hjá okkum í heilum - mmmmm .... SKEG ! :D
Annars hevur náttarsvøvnurin í nátt verið av h...... til! Tí at eitt psyco par, ið búgva í kamar viðsínar av okkara, hava rópt, geylað, grátið og skeldast í alla nátt. Tey hava kastað runt við tingum og einferð hildu vit at veggurin fór at brotna, so hart tey knallaðu hurðina aftur. Orð vit hoyrdu mannin siga: "Why do you hate me. Why don´nt you love me. You broke my nose. Yeah, maybe I need help. Why am I with a woman that dose´nt care about me" Orð vit hoyrdu konina siga (hon snakkaði bara við hundin): "Come here boy. Fløøøjt og piiift." og einaferð maðurin flippaði út og blakaði konuna út, gekk hon framvið okkara vindeyga, og tá hoyrdu vit hana siga "Dumb ass!"... og so víðari og so víðari. Puhaa, hetta gekk fyri seg alla náttini, tað bleiv friður kl 5 í morgun, so tað passar okkum fínt við einum avslappandi degi í dag. Júst í skrivandi stund sær tað út sum at vaskikonur og receptionistar royna at rudda og vaska upp eftir hesum ófantaliga pari. Hopa ikki at tey skulu gista her aftur í nátt, pínadoysj skomm alsu ... Hetta hevði ikki gingið í Føroyum :)
Huff, hetta er sum at sita á skúlabonki og skriva stíl, men hetta er meira frítt - tíanbetur :PHetta var so ein lítil heilsan til tykkum, ið tíma at lesa okkara tollutta blogg :)
Við kvøðu um meira lesna í framtíðini ;) Rannveyg og Fríða
P.s, til tykkum sum ikki hava sæð tað, so hava vit lagt myndir út um hetta vit hava skrivað.
- comments
Anna Katrin Eg haldi at tað er soooo spennandi at lesa tykkara blogg! :D
Hanna Gott man ikki visti av, at tit hava gingið in the middle of nowhere í Twin Peaks, tit eru ørar:)) Annars ljóðar tað at tit uppliva eitt sindur av hvørjum, men at sleppa at spæla ludo eitt leygarkvøld, tað er sikkurt nakað heilt nýtt fyri tykkum báðar. Sig so ikki tað:)
Torgunn Mega gott skriva :) Síggji tykkum fyri mær í einum spennandi filmi :) Gleði meg til næsta part :D......
Annelis hey tit báðar :-) also tit hava tað gott har úti ;-) ja takk fyri rósi á marknaðinum ;-))))))) Olsen og dagbók leygarkvøld???? eg veit hvat tað fyrsta tit gera tá tit koma heimaftur? hav tað gott víðari, tað hava vit ;-)