Profile
Blog
Photos
Videos
Hey hey :)
Beint nu sita vit i einum hostelli i San Francisco. Vit eru nastan akkurat komnar fram, so vit hava ikki orduliga verid uti i bynum enn. To, er hetta ein heilt onnur sjon fyri eyga. Kanska haldid i nakkanum fer at laga seg, ti herbeint eru bygningarnir ikki eins hogir - higartil :)
Sum sagt var New York okkara fyrsta stopp. Fyrsta dagin var vedrid fantastiskt, og eftir tad bleiv tad bara verri og endadi vid oysandi regni. Vit hava sad tad sum er at siggja i bynum, ti vit hava koyrt runt vid sightseeing bussum og tad var sera spennandi :) Munur er a guide'inum har heima og i N.Y, ti har var hvor svakari enn annar - uppa tann goda matan. Hvor fuglur syngur vid sinum nevid, og tad gjordu teir sannuliga eisini :) Seinasta dagin satsadu vit uppa at bruka uit i Central Park og bara chill'axa vid einum teppi og einari godari bok, men orsaka av regninum, bleiv hetta av ongum. Tad endadi vid at vit foru ein tur oman i parkina sjalvt um tad sirmadi, men vit badi viltust og voru gorhungradar. Ta vit einaferd funnu uppa at hyggja eftir einum skelti, funnid vit utav at vit hovdu gingid i ring i meira enn ein tima og endadu i somu gotu, men bara i eysturpartinum - tad var spell at kompassid fra skipshandlinum la eftir nidast i ryggsekkinum a hostellinum :) eftir eina stravna lotu vid nokrum minuttum av gron vidvendist stodan og alt endadi i skellilatri, ti vit hildu at vid stevndu beint oman i byin, men hovdu gindi runt og runt og runt - stupid :D Seinasti dagurin bleiv istadin bruktur i loungini a hostellinum vid pasta, ketjupp og Die Hard 4 - stak hugnaligt :)
I morgun vildi lagnan tad so, at vit noyddust upp a halvari natt kl.04.30, ti vit skuldu naa flugvaran i godari tid, sum skuldi fara kl 10. Eftir at hava ferdast i tveir timar fyri at koma a flogvollin, komu vit til tad nidurstodu, at Gud hevur ikki skapt allar amerikanarar lika, ti antin hava teir 'kav'flugvandi gron, ella eru teir so himmalsk blidir. I morgun mottu vit Pulvur heksina KarinMiklu og hon flippadi fulstendiga ut, ti vit voru BAAARA mottar upp 2 timar adrenn fraferd. Hon segdi, at hovdu vit komid nakrar min. seinni, so hovdu vit slett ikki sloppid vid - helvitis dramaquenn :)
Likamikid, men vid komu so vid Delta airline, sum takkarlon fingu vit aftasta plass, men tad visti seg at vera tad nogv tad besta ;) Aldrin i livinum hava vit upplivad ein slikan hopputtan, ristuttan og shake'adan flogtur. Hovdu vit havt jardberd og eina kugv vid, so hovdu oll ferdafolkini fingid jardberskot, ta vit lendu :)
Vit eru ikki foroyingar fyri einki, ti ta vit voru lendar og foru umbord a airtokid, sum foldist sum ein rutsjibani i Legoland, vistu vit ikki hvar vit skuldu av, so endin var at vit koyrdu tvar og eina halva ferd runt um allan flogvollin - enn einaferd eitt herdaklapp til okkum badar :P
Ta vit enduliga voru komnar a ratta leid og i tokid til sjalvan byin, umhugsadu vit at koyra oyraproppar i oyruni, ti larmurin var a so hogum frekvensi, at um foroyska Heilsufrodiliga -skadastovan var komin vid okkum, var vidvent i holuni, so at hvor sal hevdi sitid vid einum reydum flakavirkisoyravernd :)
Nah men, hetta hostellid sum vit eru komnar a, sar eitt sindur skummilt ut, men internetid er fritt - HURRA fyri ti, inntil tey koma vid einari storari rokning. Vit fara ut at keypa okkum okkurt at eta nu og vit lata hoyra fra okkum. Vonandi fara vit at fejra Rannveyg'sa heili 20 ara fodingardag i morgin, vid at sukkla yvir um Golden Gate brunna i morgin - tad gleda vit okkum til :)
Vonandi gongst tad val vid flettingini har heima i kuldanum :) - sum vit gleda okkum at eta av, ta vit koma aftur um 5 manadir, hihi :)
Rannveyg og Frida
- comments
Susanna Hey báðar spennandi - spennandi hjá tykkum, men skulu tit ikki umhugsað at forleingja ferðina eitt sindur - sum tit villast runt umkring :o))) tit ljóða sum ordiligar backpakkarir nú - deiligt :o) Hav ein deiligan 20 ára føðingardag í morgin Rannveyg - klemm til mína lítla søs eisini kh. Súsanna og co.
Hanna Hehehehe, tað skal eg halda við, at tit uppliva eitt sindur av hvørjum. Herligt:)
Dánjal Petur Góða Rannveyg! - Hjartaliga tillukku við føðingardegnum í morgin!.....vit náa nok ikki at feira teg í morgin, tí at vit fara avstað til Berkely Higshcool í dag seinnapartin + Berkely Universitetið í ovurmorgin. Aftur sunnudagin til SF. Heilsa Fríðu! PS. Vit súkklaðu (dreingir+dp/jnp) yvir til Golden Gate í gjárkvøldið. Flottur túrur...mánadagin fara øll m/k yvir um brúnna við súkklu....take care