Profile
Blog
Photos
Videos
Uhm, vit hava roynt ti lekrastu sjokolatakokuna NAKRANTID!!
Vit gingu framvid einum stad, sum eitur Gelato Bar fleiri ferd um dagin, ta vit budu a Bondi. Hvorja ferd vit gingu framvid mungadu vit meir og meir. Tey, sum kenna meg, vita, at ta eg fyrst eri farin at munga eftir onkrum, so ma eg bara hava tad!! Hoast hetta var ein dyrur umgangur, so klaradu vit at enda ikki at standa i moti freistingini longur. Og tad var gott - vit komu i sjokalata himmalin ;) Hetta lysir alt for vael okkara matvanar her yviri - alt ov litid havragryn og gularotur og alt ov nogv luksus. So lat hetta verda ein "note to self": et havragryn!
Naa, men nu skal bloggurin ikki snugva seg um mat, hehe. I dag eru vit just afturkomnar eftir ein tur i Katoomba, har The Blue Mountains liggja. Leygarmorgunin foru vit fra Bondi og toku tokid til Katoomba. Tad tok tveir timar at koma hartil. Katoomba visti seg at vera ein litil, hugnaligur byur. Adrenn vit komu hagar, hovdu vit undrast yvir, hvar oll tey gomlu folkini i Australia voru - tey siggjast naestan ikki inni i Sydney. Hetta fingu vit skjott svar uppa - tey eru i Katoomba. Megin parturin av folkunum vit sou og mottu voru pensionistar. Hostellid hja okkum var eisini gamaldags vid einum art deco'ish stili. Medan oll hini folkini gjordu heimagjordan dogurda og drukku te, otu vit pizza og Coca Cola ;)
I dag hava vit so verid i The Blue Mountains. Vedrid var ikki av ti besta, tad var eitt sindur av mjorka og sirmadi til tidir. Hetta var to einki at gera vid, og vit foru kortini avstad.
Tad var als ikki, sum vit hovdu imynda okkum. Vit hovdu roknad vid, at vit foru at ganga a opnum reydligum klettum, eitt sindur sum Grand Canyon. Tad visti seg to, at vit skuldu ganga i gjognum ein regnskog-liknandi skog (tad sum tey kalla The Bush) efitr einari smalari gotu. Vit gingu eftir eini rutu, sum eitur The Prince Henry Cliff Walk. A vegnum voru ymisk Lookout points. Tiverri sou vit ikki so nogv fra teimum flestu orsakad av mjorkanum. Tad var to flott at ganga millum troini og siggja og hoyra rika djoralivid (Vit sou fleiri slog av fuglum, har i millum tvey slog av papageykum og kolibriir :)). A kendastu stodunum og rutuni, Echo Point og The Three Sisters, sast tiverri heldur ikki nogv fyri mjorkanum. Tad flottasta var ein sera brott trappa (The Giant Stairway), har utsyni var fantastiskt (to darvad av mjorkanum). Alt i alt ein godur turur.
Ahh, eg mundi gloymt tad. EG (EYDNA) HAVI SAED EINA VILLA KENGURO!! :) A vegnum heim i tokinum fra Blue Mountains, medan eg la og halv svav, sa eg knappliga okkurt fara hoppandi efitr bonum. So fatadi eg at tad var ein kenguro. Eri nokkso vis i, at tad ikki var ein dreymur.......... :)
Nu sita vit aftur a Wake Up Hostel, sama stad sum teir fyrstu dagarnar, vit voru her. I morgin er surf adventure/camp a skranni, har leidin gongur til Byro Bay. Vonandi fara vit ikki at vera heilt omoguligar, hehe :) Tey lova so i hvussu er, at man fer at klara at standa uppi tann fyrsta dagin, men haldi tad ljodar eitt sindur optimistiskt. We'll see.
Men eg eri farin i song nu, vit skulu mota longu kl 8 am i morgin, so goda natt (hoast tad er morgun hja tykkum).
Hav tad gott.
PS. eg ERI bordtennis kongurin, krunad og tad heila, hehe ;)
- comments