Profile
Blog
Photos
Videos
Sodan - aftur i sivilisationini. Eftir 5 daga Surf Camp, har vit naerum hava verid totalt avskornar fra ollum sambandi vid umheimin. Einki internet, einki samband a fartelefonini - nada. Men lat meg bara siga tykkum beinanvegin: Surf Camp var besta investeringin nakrantid! Tad hevdi naestan verid ein brotsgerd moti tjodini at farid til Australia og ikki royna at surfa. Men surfing er ikki bert eitt fritidaritriv, har tad raedur um at standa a einum bretti i sjonum - tad er ein livstilur. Og tann avslappadi, 'laid back' surfara mentaliteturin er eisini ogvuliga laettur at taka til sin, ti longu eftir fyrsta dagin toku vit okkum sjalvar i at siga ting sum 'knarly', og tosadu i heilum um at 'catch a wave'.
Men lat okkum heldur byrja vid byrjanini...
Manamorgunin kom ein bussur eftir okkum badum og eini 40 odrum spentum komandi surfarum uttanfyri hostellid hja okkum i Sydney. I byrjanini voru vit eitt sindur bangnar fyri, at oll hini dugdu mega vael at surfa, og at vit foru at vera teir einastu a byrjunarstodi, men vit andadu to skjott laettan, ta vit funnu utav at bara eini 4 av 40 hovdu roynt tad adur. Fjuuw! Vit koyrdu sidani einar 3 timar til stadid har Waves Surf Camp liggur - eini 100(0) hektar (ella ani tad faks ikki, haldi instruktorurin segdi okkurt sovordi - tad var ogvuliga stort i ollum forum) av jord, mitt i einari National Park og naer vid fleiri adrar, og uml. halvan tima burturi fra Surf Camp'inum logu fleiri ymiskar strendur. A hendan hatt voru vit ikki bundin at nakrari avisari strond, men kundu altid finna eina strond vid perfektum umstodum at surfa. Sjalvur camp'urin var ogvuliga hugnaligur, budu i einari smattu i sokalladum 'dorms' saman vid fleiri odrum, hovdu ein lekkran svimjihyl, fingu mat serveradan hvonn dag, og so hovdu vit eisini kenguruir naestan beint uttanfyri hurdina. Nokkso kul :)
Hvonn morgun byrjadi vid, at vit vordu vakt kl. 7.30 til morgunmat. Sidani foru vit i 2 bolkum til ymsar strendur hvonn dag at laera at surfa, og vit voru so a strondini allan dagin til kl. 4-5. Longu aftana 1. dagin megnadu tey flestu (okkum badar inkluderadar) at standa a surfboardinum. Vit funnu skjott utav, at tad at standa uppi a brettinum faktiskt als ikki er tad ringasta vid surfing; tad sum er verri er at 'catch a wave', sum er god. Og so tad allar ringasta: at yvirhovur koma ut hagar tu skalt surfa, framvid stadnum har aldurnar 'break' (veit ikki, hvussu tad eitur a foroyskum, men tad er har taer eru hvitar). Eg kann lova tykkum at tu ert bangin, ta tu stille og roligt paddlar ut i havi a surfbrettinum, og ein kempu alda kemur imoti taer, og tu saert, at tu ert just i ti okinum, har aldan fer at break'a. Instinktid hja taer sigur bara "vend vid og kom vekk harfra nu!!!", men tad besta tu kanst gera er faktiskt tad heilt motsatta: paddla vid fullari ferd beint imoti alduni. Allarhelst verdur tu siftur eitt sindur aftur og fram, men tad er fraegari enn at faa eina slika aldur beint i ryggin og kanska surfbrettid i hovdi a taer. Tann eina dagin gjordust aldurnar so storar seinnapartin, at eingin haettadi saer at royna at paddla igjognum taer, og oll vit sotu bara a strondini, medan vit surf-instruktorarnir foru ut og vistu okkum tricks. Flestu dagarnar voru aldurnar to finar og ikki so ogiliga storar og finar til nybyrjarar sum okkum. So surfing er ikki bara tann 'glamour', sum man saer i sjonvarpinum: Eg havi ikki tal a, hvussu ofta eg eri 'nosedive'ad nidur i sjogvin antin av eini ogvusligari aldu ella av egnari byttheit/odugnaskapi, verid sift runt av eini aldu, fingid surfbrettid i hvodid (ella adrastadni) ella hvussu nogvar litrar av havatni eg havi svolgt og fingid i eyguni. Men tad er to alt stridid vert; ti sum tad er kul, ta tu fangar eina super aldu og fer vid fullari ferd eftir havinum og ropar 'yeeehaaaa!' (hehe)
Sum dagarnir foru gjordust vit betur og betur og laerdu eisini at venda eitt sindur a alduni og ymiskt annad. Somuleidis laerdu vit eitt sindur um havid, hvussu vit kundu laera aldurnar at kenna, og at gera sokalladi 'surf checks'. Men sjalvandi skal eg to gera okkurt bytt: eg datt nevniliga og skaddi mitt knae raettiliga illa, for nokk eitt sindur ur lid (segdi nakar Ronja?), og tad gjordist sera hovid og er tad enn. So eg fekk faktiskt naestan ikki surfa i 2 heilar dagar, men la mest og paddladi runt i sjonum og soladi maer a strondini. Men tad var to finasta slag. Tann eina dagin var nevniliga dagurin vid svoku aldunum, og naestan eingin surfadi nakad serligt tad kortini, sooe....
4. dagin foru vit vidari nordureftir og svovu i sovordnum 'lodges', sum okkurt hippie-komsammen eigur, og eg kann lova tykkum fyri at har yddi i skridkyktum! Kempu eiturkoppar, myggjabitar, flugur, kakerlakkar og annad gott gjordu okkum selskap (serliga a wc'num), og surf-instruktorarnir hovdu ur at gera vid at fanga eiturkoppar, so at genturnar skuldu stedga vid at skryggja, hahah..
I gjar var sidsti dagurin a Surf Camp'inum, har vit hovdu eina kapping millum luttakararnar um at gera tricks, og folk voru faktiskt vordin heilt god (ein enskur drongur vann, hrmf), og seinni komu vit so til Byron Bay, har vit bugva i ymsum hostellum, og endadu kvoldid vid einum super balli :)
Tad besta var to hvorki stadi ella surfingin (hoast tad var otruuuliga gott), men folkini! Badi luttakarnir og instruktorarnir voru oll ordiliga fitt og kul, og vit bugva nu a hostel saman vid tveimum svenskum gentum fra Surf Camp'inum, og fara fleiri av surf-folkunum til eitt stad sum eitur Nimbin i morgin. Tad er ein sovrin hippie-bygd uppi i fjollunum (eitt sindur sum Amsterdam/Christiania siga tey), og sunnudagar eru opinbart sunnudagsmarknadur har. Vit koyra vid einum bussi nidan har, og stedga m.a. vid ein storan foss, sum man kann leypa nidur i, so eg gledi meg bara heilt nogv. Byron Bay (har vit eru nu) er annars eitt ogvuliga kent surfara stad her i Australia, so vit aetla kanska at lana/leiga surfarautgerd fra hostellinum, og fara oman a strondina at 'catch a wave', hih:) Siti annars akk inni i einum stadi, har man kann booka ymsar ferdir/adventure, og eg aetli maer kanska at sky-dive'a. Nu ta eg ju eri blivin so australsk (surfingin og alt), so kann eg likasogott fara allan vegin, ha? hehe, men vi faar se.. Fyrst av ollum ma knadid bliva eitt sindur betri fyri.
Nu gjordist hetta innleggid i longra lagi, men so er, ta man hevur nogv at fortelja (og eg havi nogv meir afturat, men haldi eg ma stedga nu...) Aetladi at upploada myndir, men tad riggar ikki beint her, so tit mugu bida i tolni. Nu gongur leidin oman a strondina hvorja lotu, men vit hopa tit oll hava tad super gott har heima!
Nogvar heilsur
xxxxx Asa & Eydna
- comments