Takk, Asja og Edda, fyri tað fína postkortið. Eg gleði meg at síggja tykkum á jólum
Baldur
Luitjen Apol
Hey
Deiligt at hoyra, at tit stórtrívast og annars hava tað gott. Her gongur alt sína vanligu gongd, burtursæð frá at nú er lættari hjá mær at sleppa inn á baðirúmi enn vanligt! (he, he)
Góða ferð víðari
Katrin
Deiligt at kunna fylgja við tykkara spennandi ferð. Luitjen saknaði tykkum eisini fríggjdagin úti á n.h. - eingin, sum tímdi at spæla playmo við hann:(
Annars so er Elias nú farin á rull. Hann rullar beint á búkin, tá hann verður lagdur á gólvið, og so liggur hann og stríðist og eymkar seg, tí hann orkar so illa at halda stóra høvdinum uppi;) Hatta var so tað nýggjasta hiðani.
Rannvá
Mega lekkurt at síggja myndir. Á, sum eg fegin vil sleppa til Australiu! Stuttligt at síggja og hoyra um túrin hjá tykkum - keep it up ;)
PS: Baldur leitaði eftir tykkum í fleiri dagar, eftir at tit vóru farnar, men nú hevur hann givið upp...