Profile
Blog
Photos
Videos
Heey aftur!
Long time no see. Nu var uppa tidina at uppdaterad bloggin aftur - vit hava verid sooo upptiknar og havt so nogv at gjort, at vit als ikki hava havt tid at skriva nakad innia her (og so kanska eisini tad, at internetid var mega dyrt seinasta stadid vit voru;p) Nogv er hent sidan seinast, men veit ikki um eg fai tid til at fortelja alt, men eg skal gera mitt besta...
Aftana at hava verid i Byron Bay i 4 dagar, har vit fylgdust vid 2 svenskum gentum, Sofia & Molly, sum vit mottu a Surf Camp'inum, gekk leidin vidari til eitt stad, sum eitur Surfers Paradise - sum sigst at vera svarid hja Australia uppa Miami, Florida. Vit hovdu hoyrt ogvuliga ymisk ting um hetta stadid, flestu voru ikki serliga positiv, men vit hildu kortini at hetta stadid mattu vit siggja. Eftir uml. 11/2 tima i Greyhoundbussi komu vit hagar, og eg kann lova tykkum, at man skuldi veruliga trud man var i Florida, tad liktist akkurat! Tey hava ennta ein byarpart har sum eitur Miami! Vit gjordust to skjott klarar yvir, at hetta stadid livdi upp til sitt (ikki serliga goda) umdomi millum fjakkarar. Stadid var sera 'platikk-kent', stor hotell allastadni, nakrir palmar innimillum, og nogv rik (eldri) folk. Harafturat la hostellid hja okkum raettiliga illa plaserad, so vit bruktu tad mesta av teimum 2 dogunum vit voru har vid at hyggja i sjonvarp a hostellinum og voru ein hissini tur a strondini..
Aftana Surfers Paradise gekk leidin til byin Noosa, sum er ein byur aljodandi uml 40.000 ibugvar. Vit vistu ikki raettiliga hvat vit skuldu vaenta adrenn vit komu til byin, men so skjott sum bussurin koyrdi inn i byin vistu vit, at hetta var stadid. Lekkur, milliona-hus plaseradi nidri vid vatnkantin, hugnaligar gongugotur og ikki minst: ein otruliga lekkur strond vid asurblaum, heitum sjogvi umgirt av vokrum regnskogi. Tad var sum tikid ur The O.C. (sjonvarpsrodin) - bara eitt sindur minnid, hugnaligari og vid einum meira tropiskum vedurlagi ;)
Hostellid, sum vit budu, var somuleidis super. Tad var ein hugnalig 'logde' plaserad ovast a einum heyggi vid einari brattari(!) brekku nidan (sum var ogiliga stravin at ganga nidan eftir vid tungum ryggsekki a bakinum i bakandi sol). Vit budu i einum kamarid saman vid (einans!) 2 odrum folki, so vit komu at kenna eitt sindur til, hvussu tad er at hava eitt privatliv aftur! Fyrsta kvoldid var eitt sokallad introkvold fyri nyggjar tilflytarar a hostellinum, har vit fingu vin og eitt sindur at vita um byin, og vit komu skjott at kenna folk har a stadnum. Kvoldid endadi vid eini bordtennis-kapping (jaa, tey hava bordtennisbord - ta vit sou tad vistu vit, at her for at vera gott, hihi). Dagin eftir var so okkara fodingardagur - 21 ar. Fyrstu ferd vit nakrantid eru adrastadni enn heima a okkara fodingardegi, so tad var ein heldur login kensla.. Tad gjordist ikki til nakra villa feiring av degnum henda dagin; bara ein rugva av godum mati, sum smakkadi sera vael - serliga ta man er vordin i so vanur vid pasta og havragryn - keyptu onkra fodingardagsgavu til okkum sjalvar (hihi) og foru so i biograf um kvoldid til New Moon saman vid 2 enskum gentum og 1 sveisiskari gentu fra hostellinum. Alt i alt ein hugnaligur dagur.
Dagin eftir komu svensku genturnar, sum vit hovdu fylgst vid adrenn, eisini til Noosa, og vit hovdu avtalad, at vit skuldu fara i byin at feira okkara nyfunna gamalskap. Tad gjordu vit eisini, og vit mottu nokrum lokalum dreingjum a hostellinum, sum vit komu at fylgjast vid, og teir vistu okkum oll tey 'kulu' stodini i bynum. Naestu dagarnar fylgdust vit vid teimum badum gentunum, foru a m.a. strondina nakrar ferdir og i Noosa National Park, har vit m.a. sou eina villa koala (sambaert einum av dreingjunum ein ut av 6 eftir i ollum Noosa!) og funnu okkum eisini eina heilt privata strond, sum to skjott visti seg at vera ikki so privat - tad var nevniliga ein nudiststrond, haha. Eisini fylgdust vit vid omanfyri nevndu dreingjunum, sum vistu okkum runt i bynum...
Sunnudagin gekk leidin saman vid svensku gentunum ein 1-dagstur til Fraser Island - heimsins storsta sandoyggj og a World Heritage listanum yvir unikk stod her i heiminum. Vit funnu to skjott utav, at vit hovdu valt ein 'familjutur' vid bornum og gomlum folki - haldi har voru 2 onnur ung folk - men stuttligt var tad kortini. Vit foru vid eini fergu yvir til Fraser Island i einum kempustorur 4WD, og ta a oynni voru absolutt eingir vegir, men bara sandur at koyra a, so eg kann lova tykkum, at tad var ein 'bumby ride' - og tad er at undirdriva! Myndirnar, sum eg royndi at taka ur bilinum eru allar so ristar orsakad av allari hoppingini, at allar eru obrukiligar, og summi gjordust eisini koyrisjuk og mattu taka sjoverkstablettir. Vit koyrdu til eitt vatn sum eitur Lake McKensie, sum er meeeega lekkurt! Krystallklart, blatt vatn umgirt av kritahvitum sandi og gronum regnskogi.. Tururin var alt i alt finur. 1 dagur er i so litid at upplivad alt Fraser Island, so um vit skuldu farid einaferd afturat hovdu vit nokk valt at farid ein 2-3 dagstur..
Nu er ikki lang tid eftir, men eg ma lika naa at siga, at nu eru vit komnar til Airlie Beach - eftir ein 16 timar (!) langar busstur ur Noosa, og er Airlie Beach tad nordasta vit koma a okkara Australia turi hesuferd, adrenn leidin gongur vidari til Thailands. Her er otruliga lekkurt, ordiliga tropiskt vedurlag, og beint uttanfyri okkum liggja vidagitnu Whitsunday Islands og Great Barrier Reaf, har vit fara ein snorklitur vid skjottgangandi bati hosdagin.. Tad skal nokk verda stuttligt. Tad er annars 1000 onnur ting at fortelja, men tidin gerst i so knopp nu.. Havid tad gott har heima, vit hava tad sum blomman i egginum!
Asa & Eydna
- comments