Profile
Blog
Photos
Videos
Great Barrier Reef!
So var aftur tid at skriva okkurt til tykkum harheima. Vit eru just afturkomnar fra einum fantastiskum turi vid batinum Camira, har vit sigldu millum meega lekkru Whitsunday Islands og Great Barrier Reef (uploadi akkurat myndirnar til Facebook). Vit foru avstad sera arla gjaramorgunin, har ein bussur avhentadi okkum og koyrdi okkum, saman vid fleiri odrum, oman a marina'ina, har batiurin 'Camira' la og bidadi eftir okkum. Fyrsta timan vit sigldu var raettiliga yvirskyggjad, so vit husadu 'aah nei!', men sum vant her i Australia, so kom solin fram kortini eftir eina lotu. Tad var ein otruliga vakur sigliturur; sou eina rugvu av flottum, bountyoyggjum vid hvitum strondum og ljosablaum havi, man fekk av alvara hug bara at leypa fyri bord ut i havid... Og tad gjordu vit so eisini. Vit fingu oll hvor sina snorkliutgerd og vatdrakt (har voru nogvir sovordnir vandamiklir 'brandmenn' i sjonum, so vatdraktin var neydug) og vordu so kastadi a sjogv millum korallini og fiskarnar. Og so skjott sum tu stakk hovdi undir vatnid sast tu eina stima av litfogrum fiskum og minni litfogrum, men kortini ikki minni vokrum, korallum. Uml. ein tima snorkladu vit runt soleidis, adrenn vit komu umbord aftur a batin, har vit vorud uppvartadi vid super lekkrum mati og drekkivorum:) Leidin gekk sidani til kendu Whitehaven Beach, sum vit hvodu hoyrt nogv gott um adrenn, og vit gjordust ikki skuffadar: Ein kritahvit strond, asurblatt hav umgyrd av regnskogi a ollum sidum. Ein sonn paradisstrond - eri bangin fyri, at vit verda immunar yvirfyri vokrum strondum, ta vit koma til Thailand, men vonandi verdur tad ikki so..;) A Whitehaven slappadu vit so av eina lotu, adrenn vit foru at spaela beach volley og vit spaeldu ennta eitt sindur av hondbolti (vit royndu at laera tey, sig so ikki tad, hihi) Somuleidis foru vit at svimja (aftur i vatdraktum, enn orsakad av 'brandmonnunum')...
Naah, nu fer tidin beinanvegin.. skrivi vidari onkran annan dagin....
Adios:)
- comments