Profile
Blog
Photos
Videos
Hey oll har heima!
G'day mates! So sita vit langt um leingi i Sydney, Australia. Hava just etid morgunmat a kafe'ini a hostellinum, og sita nu a internetkafe'ini naesta 1/2 timan. Komu higar tidliga gjaramorgunin eftir eina ferd aljodandi 32 timar(!!!) Fyrst flugu vit ur Keypmannahavn til Bangkok uml. 10 timar, bidadu sidan a flogvollinum har (sum var yvirraskandi flottur) i 12 timar. Hovdu einki sovid i flogfarinum til Bangkok, so vit funnu eina lounge vid ordiliga lekkrum stressless stolum, har fingu vit so eitt sindur av svovni. Endiliga flugu vit so vidari til Sydney, og tann ferdin tok so einar 10 timar afturat. Puha! Hovdu annars hoyrt nogv um, hvussu blidir australiarir eru adrenn vit foru, og tad fingu vit longu jattad a flogferdini yvir higar. Sotu vid sidunar av eini ungari australskari kvinnu, Amanda, sum vit tosadu nogv vid i flogfarinum a veg til Sydney. Endadi vid at hon bjodadi okkum heim til sin og gav okkum tlf.nr. og adressuna hja saer her i Sydney, so vit hava longu 1 vin her i Sydney :) Blivu annars spurdar um autograf i flogfarinum av einum av stewardunum, sum helt at vit voru onkrar 'model twins', hahhaha :D
Tad var annars um reppid, at Eydna yvirhovur slapp inn i landid. Her i Australia eru tey opinbart raettiliga strang, ta tad kemur til at koma inn i landid. Eg slapp uttan trupulleikar gjognum passkontrollina, men verri var vid Eydnu. Hon vard hildin aftur i passkontrollini og skuldi tosa vid 'Immigration', men eftir eina lotu vid spurningum og visan av ID slapp hon so endiliga framvid kontrollina:) Hvi hon vard stedga vita vit ikki, men tad man vera ti at hon saer so kriminell ut :)
Komu so a hostellid, Wake Up! Hostel, uml. kl 11.00, og hoast vit voru modar four vit beint a ein sokalladan 'walk' runt i bynum, sum hostellid skipadi fyri. Vit og onnur ur hostellinum gingu so runt i bynum vid eini guide, har hann visti okkum ymisk god, cool og hent stod i bynum, og so sou vit sjalvandi eisini Operahusid og Harbour Bridge (myndir koma seinni). Vedrid er annars super, i gjar hava verid um 32 hitastig, eru longu raettiliga solbrendar:) Hopa a vedrid verdur eins gott dag, ti so er planurin at fara a strondina ella i onkra park at sola okkum. Men beint nu bleiv eitt sindur yvirskyggja, so tad kann vera at leidin heldur gongur oman i byin, moguliga a Museum of Contemporary Art, sum Amanda (i flogfarinum) tilraddi okkum at fara (jajaa, eitt sindur kultiveradur ma man vera:p)
Hostellid er annars super, liggur raettiliga sentralt - tad liggur i gangifrastodu til tad mesta sum er vert at siggja i bynum - og so er reint, komrini eru fin og ikki minst er stemningurin i topp:) Vit bugva i kamar saman vid 6 odrum folki, 1 tyskari gentu, 3 enskum dreingjum, 1 irskum drongi og eini gentu, sum eg ikki veit, hvar hon kemur fra. Tey virkar bara fitt, oll somul. I kvold skipar hostellid fyri einum Haloween Party, har vit aetla at fara, so tad skal nokk verda stuttligt!
Vit hopa annars at tit oll hava tad gott - vit hava tad i ollum forum super!
Nogvar australskar heilsur
Asa & Eydna
- comments


