Profile
Blog
Photos
Videos
Heyyy tit!
Eftir eina viku i Phuket, eru vit farnar aftur til Bangkok. I kvold kl. 19.30 lokala tid, gongur leidin vidari til Australia
Tad var ikki nogv at gera og uppliva i Phuket, annad enn at liggja a strondini og sola saer, ella at seta seg a eina barr. Hetta gjordi to einki, ti hostellid, sum vit budu a, var sera gott, hoast tad bert eru tveir manadir sidan tey opnadu, og alt ikki var klart og gjort ordiliga i stand. Oll folkini og starvsfolkini voru so fitt og lott at tosa vid.
Hostellid la i Patong, id er eitt okid vid sera aktivum byarlivid. Tad eru barrir og nattklubbar allastadni, og stadid er tiltikid fyri skokjir og 'shemales'. Sjalvt um Patong Beach mest er fyri ungdomin, eru eisini nogvar familjur vid barnavogni at siggja. Tad er eisini her nogvir menn fara at finna saer 'maka'
Ta vit skuldu aftur til Bangkok, avgjordu vit at taka buss. Hetta var ein 18 timar langur turur - fyrst 6 timar i minibussi (2 stopp), og sidani 12 timar i einum storri bussi, id stinkadi av piss (1 stopp). Wc'id i bussinum var sera olekkurt, og tad einasta wc, id vit sloppu a ta hann stedgadi, var eitt hol i jordini.
Vit komu a 'Saphai-Pae Hostel' i Bangkok kl 06.00 sunnumorgunin. Vit hovdu tosad vid ein drong a hostellinum i Patong, id fortaldi okkum um hetta hostellid, og hesaferd vard okkara hugsan um Bangkok nogv odrvisi enn fyrstu ferd. Baedi hostellid og umhvorvid var nogv betri enn tad, vit fingu bjoda fyrru ferd! Folkini eru to just tey somu sum alla adra stadni - snyta, og hugsa bara um pengar. Vit hava mott nokrum einkultum vaelmeinandi personum, men annars er tad sum um, at oll arbeida saman, og vilja gera alt fyri pengar. I gjar vildu vit sleppa at siggja eitt tempul, id liggur uml. 30 min fra hostellinum. Vit mottu einum fittum eldri manni a gotuni, sum segdi, at um vit vildu faa sum mest burtur ur, so skuldu vit fara kanal tur vid einum 'long tail boat'. Hann fann ein tuk-tuk fyri okkum, sum koyrdi okkum til batin, og syrgdi fyri at vit fingu tuk-tuk'in biliga. Vit goldu 660 baht (uml. 120,-) fyri kanal turin, og vid ti fingu vit lovad at siggja 'floating market', 'fish farm', 'snake farm' og ein gamlan bygning, id er yvir 1000 ar. Vit hildu at hetta var i lagid at gjalda 120,- fyri, so tad gjordu vit, men eftir at hava siglt i naestan ein tima, og bara hava saed 'floating market', skuldu oll av batinum, 8 batastopp longur uppi. Tad var tibetur her templid vit aetladu at siggja la, so har gingu vit i nakrar timar. Ta vit skuldu heimaftur, keyptu vit billett til buss-batin. Hesaferd kostadi tad 15 baht (uml. 3 ,-), men ta var ikki nogv vit kundu gera vid tad ta, og vit ivast ikki i at hesin fitti gamli madurin vit mottu, eisini hevur verid vid til at syrgja fyri at vit blivu snyttar. Tad er sum um, at man ikki kann faa hjalp fra nokrum, og eingin kann koma vid einum erligum svari um nakad.
Men annars hava vit havt tad ordiliga gott hesar triggjar vikurnar, taer hava gingid aaalt ov skjott!!! Komandi vikurnar fara neyvan at ganga seinni.
Nu fara vit at pakka, og gera okkum klarar at fara ut a flogvollin! Vit eru so spentar at sleppa til Australia wiiiiii
Beeeei, hoyrast! <3
- comments