Profile
Blog
Photos
Videos
Heyy tit!
Vit komu til Australia fyri einari viku síðan, og okkara fyrsta fatan av landinum var sera góð!! Eftir at hava verið í tungari Thailendskari luft tríggjar vikur, var tað fantastiskt at kunna anda fríska luft í seg aftur, og tað angaði so væl av blómum allastaðni Fólkini eru eisini øll so hjálpsom og vinarlig. Men vit funnu skjótt útav, at her er dýrt at vera. Tað er ringt at skula venja seg við at spara, tá man júst er vorðin vanur við at eta úti hvønn dag, og at kunna keypa sær alt møguligt fyri næstan ongar pengar.
Vit komu til Sydney 13. feb. Har vóru vit í fýra dagar, áðrenn vit flugu niðan til Airlie Beach, ið er tættasti býur við Whitsunday Islands. Vit fóru við báti út á Whitsunday Islands mikudagin, og svóvu har tvær nætur. Tað er ringt at lýsa við orðum, hvussu fantastisk og flott tað var, og myndirnar kunnu heldur ikki lýsa tað sum vit sóu og føldu... Bara tey, ið eisini hava verið har, kunnu vita hvat vit meina við Meðan vit vóru har, sloppu vit at snorkla í Great Barrier Reef, og eisini fóru vit gongutúr í 'The Bush' á South Molle oynni. Vit høvdu sooo gjarna vilja verið har longri, men vit eru tíverri bara 3 vikur í Australia, og hava sera nógvan skund, um vit vilja fáa sum mest burtur úr.
Vit ætla okkum út á Fraser Island í morgin, og máttu tí í gjárkvøldið fara ein 12 tímar langan busstúr til Hervey Bay. Fraser Island er størsta sandoyggj í heiminum, og á oynni er nógvur regnskógur. Vit vera har í tríggjar dagar, og ætla síðani at víðari, møguliga til Brisbane.
Beeei, hoyrast skjótt <3
- comments