Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit!
Nú eru vit komnar til Thailand! Vit komu fram í øllum góðum og lendu í Bangkok mikumorgunin. Tá vit komu út úr flogvøllinum, funnu vit ein taxabil, sum skuldi koyra okkum til hostellið, har vit skuldu búgva. Sjálvt um tað var sól og heitt, so lá eitt tungt skýggj av mjørka í luftini, av øllum bilunum sum koyra har hvønn dag. Vit sluppu beinaveg at merkja fátaka kulturin í landinum. Allir taxabilarnir hava ein teljara, og taxamaðurin sum vit høvdu fingið, dugdi at tosa enskt tá vit komu í bilin. Men tá vit komu upp á pláss, hevði hann nulstillað teljaran, goymt kvittanina, og tá dugdi hann knappliga ikki enskt meira, og forlangaði at fáa nógv meira pengar enn taxateljarin hevði víst.
Hostellið vit komu á, var mitt á eini gongugøtu við nógvum gøtuseljarum. Tey høvdu lova bæði morgunmat og tráleyst internet, men tá vit spurdu eftir tí, søgdu tey, at tey vanligt hava hetta, men bara ikki í løtuni. Sóltakið hjá teimum var eisini alt annað, enn tað vit høvdu sæð á myndunum. Vit høvdu ikki hug til øll hesi strævnu fólkini, ringa luktin og allar bilarnar, so vit valdu at keypa ein flogferðaseðil til Krabi, sum er longur suðuri í landinum. Vit fóru avstað aftur longu hóskvøld, og høvdu bookað eitt hotel hesuferð. Hetta var nóóógv øðrvísi, so deiligt og friðaligt men vit eru ikki slopnar undan øllum mýggjabitunum, og eru illa bitnar. Vit hava verið á strondini í dag, tað vóru uml. 33 gradir, og í morgin ætla vit at fara ein siglitúr út á Koh Phi Phi oyggjarnar. Annars hava vit ikki avgjørt og planlagt so nógv enn, vit taka tað sum tað kemur, og njóta hvønn dag!
Hatta var tað fyri hesuferð, beeeeeeei
- comments