Profile
Blog
Photos
Videos
Vit tríggjar
Hey tit
Vit hava gjørt okkum ein brúkara her, har vit eftir ætlan, fara at dagføra myndir og søgur soleiðis, at tit kunnu fylgja við hvar vit eru o.s.fr.
Túrurin verður neyvan tað vit høvdu vænta, nú vit fyri bert einum mána síðan mistu okkara kæru kæru Hjørdis. Í hesi myrku tíð, hava vit blandaðar kenslur. Av og á hava vit hug at fara avstað, meðan vit til aðrar tíðir als ikki hava hug at fara. MEN, vit gera sum Hjørdis hevði gjørt - Fella ei í fátt, fara avstað og royna at fáa sum frægast burturúr túrinum.
Eftir ætlan gongur leiðin til Danmark,Keypmannahavn 21. januar, og síðani til Thailand, Bangkok 22. januar, har vit lenda 23. januar.
Kanska onkrar dagføringar koma tá
Bye Bye so long
- comments
Hemmiligt Niiice