Profile
Blog
Photos
Videos
Heyyy Føroyar!
Eftir eina viku í Krabi, hava vit avgjørt at fara víðari. Vit hava búð á einum góðum hotellið, ið liggur 5 min frá strondini. Her var svimjihylur, starvsfólkini vóru fitt og tænastan var sera góð vit hava tíverri ikki ráð til at búgva so luxus allan túrin, og tað verður allarhelst ringt hjá okkum at venja okkum við nakað, sum ikki er á sama støði sum hettar.
Meðan vit hava verið í Krabi, hava vit verið úti á Koh Phi Phi oyggjunum. Ljósablái sjógvurin og hvítu strendurnar vóru líka flottar sum á myndunum, ið vit hava sæð, men myndirnar vísa ikki allar turistarnar og oljustinkandi bátarnar, sum eru har hvønn dag. Hetta var eitt sindur oyðileggjandi fyri upplivingina. Vit hava eisini verið Elephant Trekking, og hugt at Tikara Templinum.
Sjálvt um vit eru sera ringar í sjóverki, valdu vit at sigla til býin Phuket. Tað tók uml. 3 tímar. Taxabussurin setti okkum av í Patong, á endanum á einari breiðari gøtu við sera nógvum matstovum, barrum og náttklubbum. Vit búgva mitt í hesi gøtuni, og hostellið hjá okkum er eisini 5 min frá strondini. Tað sá ikki út av nógvum útifrá, tá vit funnu skeltið til 'Kool Backpackers Hostel', men tá vit komu inn var tað ordiliga hugnaligt, og nógvir aðrir fjakkarir Kamarið sum vit búgva í er til fýra fólk, men tað er so lítið at man fær illa nokk vent sær inni har. Har búði longu ein drongur áðrenn, men vit hava ikki tosað við hann enn, tí hann svevur um dagin, og er uppi um náttina, hehe...
Vit vænta at vera her í nakrar dagar, áðrenn leiðin gongur aftur til Bangkok, og síðani Australia.
คำอำลา (Bei á Thailendskum)
- comments
Limberg Lesið tykkara blog tí vit skulu ein túr til Bangkok og Phuket í Mars :) Tigara templinum nær við Krabi? Tigara templið ið vit skulu til er uttanfyri Bangkok... Tað er tað fólk vanliga kallað 'tigara templið' við nógvum tigarum :) Meina tit við 'Tiger Cave Temple', ella hvar hava tit verið? :)