Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tikor :D
Vit høvdu sum sagt ein langan dag frammanfyri okkum, tá vit skuldu flúgva frá Cairns til Singapore, men hetta gekk tó alt av tí allarbesta, og klokkan 21 um kvøldið lendu vit so í Singapore. Tað var ein ótrúlig sjón at flúgva inn yvir Singapore á kvøldið við øllum ljósunum og hundratals av skipum liggjandi á sjónum :D At koma ígjøgnum tollin gekk skjótt og gott, og síðan funnu vit okkum ein buss, ið kundi koyra okkum til hostellið. Komnar fram var klokkan blivin nógv, so eftir at verða vístar í kamarið løgdu vit okkum beint at sova. Morgunin eftir fóru vit upp at fáa okkum frían morgunmat, og so at finna útav, hvat vit skuldu fara at gera henda dagin. Vit avgjørdu at fara til Sentosa, ið er ein sera flottur og stórsligin partur av Singapore. Vit fingu at vita, at lættasti máti at ferðast í Singapore var við metro'ini, so vit gingu yvir til tættastu statióina. Tá vit skuldu fara at keypa okkum billett í automatunum har funnu vit beinavegin útav, hvussu framkomin Singapore er viðv. tøkni. Hetta var ikki sum í t.d. Danmark, har ein skal velja zonur. Her kom ein 3D mynd av Singapore fram, og so skuldu vit trýsta á staðið á kortinum, ið vit ætlaðu okkum. Fornemt :P Komnar í metroina lødgu vit aftur til merkis, hvussu framkomin fólk í Singapore eru. Hvør einasti persónur rundan um okkum sat og gjørdi eitt ella annad á eini Iphone! Nå vit komu so til Sentosa, har vit gingu og hugnaðu okkum eina løtu; vit vitjaðu m.a. ein kempi slikkhandil og føldi okkum eina løtu sum kempi smábørn :D Sjálvt smábørnini inni í slikkhandlinum vóru meiri upptikin av Hello Kitty Iphone'um heldur enn stóru og litríku slikkipinnunum, tað sigur eitt sindur! Í Sentosa gingu vit bert og hugdu eftir øllum tí stórsligna, ið har er, m.a. hava tey eisini eitt Universal Studio har. Eisini settu vit okkum niður eina løtu og fingu okkum lekkur pylsubreyð og frísktpressa juice. Aftaná vit høvdu gingið góðar tveir tímar og malið í Sentosa fóru vit ein túr í eitt yvirstórt shoppingcentur, ið mest sum føldist sum ein jungla so stórt tað var. Har funnu vit okkum ein lekkran Forever 21 handil og fingu shoppa eitt sindur. Vit fóru síðani í ein býarpart í Singapore, sum kallast Little India, og sum navnið eisini sindur so er hetta indiski býarparturin í SIngapore. Her gingu vit runt og hugdi eina løtu, áðrenn vit funnu okkum eina rættiliga serstaka indiska matstovu. Hon æt The Jungle Tandoor, og var veruliga eisini bygt upp sum ein jungla. Uttanfyri spældu tey djóraljóð, og komnar inn blivu vit at byrja við eitt sindur yvirfarnar, men brustu síðani út úr at flenna. Trø vóru alla staðni og saman við elefant figurum, tigara bamsum, plastik monnum, ið hingu í trøunum o.s.fr. gjørdist rúmið ein sonn jungla :) Líkamikið, vit bíløgdu okkum Chicken Tikka Masala við rísi og nan breyði, og smakkaði hetta avbera væl. Komnar aftur á hostellið, aftaná ein stravnan og langan dag settu vit okkum eina løtu við teldurnar, áðrenn leiðin gekk í song. Morgunin eftir var so síðsti dagur í SIngapore. Vit vóru upp um 10-tíðina, undir brúsuna og so fingu vit okkum morgunmat, áðrenn vit so checkaðu út. Vit sloppu at lata taskurnar ligga á hostellinum, meðan vit fóru ein túr út í býin. Vit byrjaðu við at fara ein túr í China Town. Hesin býarparturin líktist øllum øðrum China Towns, so vit brúktu ikki so nógva tíð har, men fóru heldur til eina gongugøtu við í minsta lagið 20 shoppingscentrum á rað - og her er ikki talan um lítil centur, men centur, sum eru í minsta lagið, um ikki størri enn Fields. Her funnu vit okkum væl til rættis og fingu shoppa eitt sindur. Móðar og troyttar av at shoppa í nakrar tímar fóru vit at fáa okkum eta - hesaferð fall valið á KFC og ein ís frá Mc'donalds aftaná. Hehe, sera sunt! :) Vit fóru síðani aftur á hostellið, fingu koyrt tað sum vit høvdu keypt í taskurnar og settu okkum so á internetið eina løtu. KL.22 fóru vit so út á flogvøllin - vit høvdu avgjørt bara at sova har úti, tí vit skuldu flúgva longu kl.07 um morgunin. Men hetta var nokk ikki eitt so gott val. Vit høvdu sera bíligar billettir og vóru tí slepptar av í Budget Terminal, og ja, tað er okkurt sum eitur so :) Har var bert eitt Mc'donalds og ein onnur matstova, og so nakrir check inn diskar. Vit sluppu ikki at check'a inn, so har máttu vit sita alla náttina. Vit løgdu okkum beint á grótharða gólvi, koyrdu ipod'in í oyruni og royndu síðani at sova eitt sindur. Ikki varð nógv sovið, og kl.05 fingu vit so check'a inn. Klokkan 07 sótu vit so endiliga sera troyttar í flogfarinum ávegis til Bangkok, men eisini merktu vit eitt sindur av spenningi í búkinum, tí vit høvdu glett okkum sera nógv til at koma til Thailands.
Sigast má um Singapore, at tað var ein sera spennandi býur við alskyns møguleikum. Serliga vóru vit ovurfarnar av tøknini har, og hvussu vakurt og ordiligt alt var. Vit høvdu gott kunna brúkt fleiri dagar har, serliga um man hugsar um shoppingmøguleikarnir, ið har eru.:P Hehe!
Hoyrast, Una og Malan
- comments
Eydis àhugavert at lesa. Sum tit hava uppliva og roynt nógv. Alt tað besta,heilsan Eydis