Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tykur :)
Nú er so triðji bloggurin her - hesaferð um túrin til Las Vegas og Grand Canyon. Vit mátti upp kl.05 um morgunin fyri at náa bussin, ið skuldi koyra okkum til Las Vegas, so vit vistu framman undan at hetta fór at blíva ein strævin túrur. Tað fysta vit bitu merki í var, at bussurin var fullur av asiatum, 2 týskarum, 1 onglendingi og so okkum báðum - hetta fór at blíva ein stuttligur túrur!:D Guidin var púra vekk í mikrofonini, ið hann slett ikki kundi halda seg frá. Hann tosaði nonstop - fyrst á sokallaðum enskum & so á kinesiskum. Tað var bæði alvorliga stuttligt, og mega troyttandi :P Vit koyrdu meeeega leingi, steðgaðu fleiri ferðir fyri at fólk skuldu sleppa á wc, og at enda steðgaðu vit á einum Fashion Outlet centri. Hetta eru kempi stór centur, ið liggi mitt úti í ørkini, og sum hava eina rúgvu av merkivøru, ið tey selja heilt bíliga. Hetta hevði sikkurt verið ordiliga lekkurt, um tað ikki var fyri tað, at vit havalítið av eyka plássi í ryggsekkunum og venda hvørjari krónu :P So vit keyptu ikki tað allar minst!:)
Kl 15 vóru vit so endiliga í Las Vegas, 2 tímar seinkaðar. Komnar til Vegas, fingu vit at vita, at vit skuldu búgva á Stratosphere Hotel. Tá blivu vit hálv-bangnar, tí vit høvdu goldið fyri busstúrin og 2 nætur á hotel frammanundan, men vit høvdu ikki vænta eitt SO fínt hotel, tí vit høvdu also ikki goldið sertliga nógv. So Malan fór at spyrja, um vit skuldu gjalda eyka fyri at búgva har, men neinei "Hotel is included, no worries" segði guidin, so vit fóru spentar upp á kamarið. Wuhuuu - 2 kempi stórar dupultsengur, DÝNA, baðikar, flatskíggi o.t. :D Seinni hetta kvøldið fóru vit á ein night-tour, har vit gingu eftir The Strip, og sóu mangt og hvat, og alskyns yvir flott hotel- m.a. heimsins størsta hotel, við 7000 kømurum!!Hetta var eitt ordiliga hugnaligt kvøld, við massar av ljósum & ljóðum :D Harafturat flentu vit alvorliga nógv, tí guidin var altso óvanliga speciellur. Har gekk hann runt á nøkrum av fínastu hotellunum í Las Vegas, við einum bláum Star Wars svørið, og segði: "I'm the only Star Wars in Las Vegas"! Haha :P
Morgunin eftir var wake-up call kl. 04.45. Vit fóru hálvsovandi, við frýsutum hárið, ongum linsum og svøvni í eygunum oman til bussin, og settu okkum væl tilrættis og steinsovnaðu beinavegin. Á túrinum steðgaðu vit m.a. við Hoover Dam. Komnar til Terminalin, skiftu vit buss, ið skuldi koyraokkum til Grand Canyon. Vegurin var óvanliga ófantaligur & bussurin var sera illa farin - hann var m.a. tape'aður saman har afturi sum vit sótu, so vit sótu sum á nálum í hesar 45 minuttirnar. Síðan komu vit til enn eitt stað, har vit skuldu í ein annan buss, og langt um leingi komu vit til Grand Canyon West. WOW altso tað var flott! Heilt fantastiskt at síggja, og vit stóðu bert og gapaðu fyrstu løtuna. Vit skiltu beinavegin, hví hetta var eitt av heimsin 7 undrum! (Vit leggja myndir av tí á facebook, men tað er yvirhøvur ikki eins flott á myndunum, sum í veruleikanum - tíverri.) Í tí partinum av Grand Canyon, ið vit vóru á, hava tey bygt nakað tey kalla "skywalk" (Googla tað!). Hetta er ein sokalla brúgv úr glasið, ið er bygd út frá hægsta punktinum har. Har valdu vit at fara á, og tað angraðu vit ikki! Tað var heilt ótrúliga kul!!!:D Vit vóru eitt sindur bangnar at byrja við, tí vit sóu 1,5 KM beeeint niður, men eftir eina løtu notu vit hvørja løtu har úti, og sugaðu bara til okkum av vøkrum sjónum! Vit høvdu ikki loyvi at taka kamera út við, fyri at verja glasið (siga tey :P), men har var ein fotografur, ið tók myndir, og vit valdu at fáa tiknar nakrar myndir, ið vit síðan goldu fyri:D Tær eru vit sera glaðar fyri, og hava fingið 4 av teimum í rammu, sum vit nú dragsa við okkum í ryggsekkunum. Eftir at hava verið har úti í smáar 6 tímar, gekk leiðin aftur á hotellið. Komnar til hotellið fóru vit at fáa okkum eitt laaangt bað, vit vaskaðu hvønn centimetur á kroppinum og notu at liggja og slappa av í baðikarinum :D Eftir hetta fóru vit at eta á hotellinum. Hotellið var simpulten kempi-stórt. Stóóórt kasino, eitt shoppingcentur og massar av matstovum. Seinni um kvøldið fóru vit upp í Stratosphere tower, sum vit sluppu í gratis, tá vit búðu á hotellinum.Hetta er 109 hæddir høgt, og har fingu vit eitt 360 gradurs útsýni av Las Vegas, við øllum ljósunum. Wauw!! Eftir hetta fóru vit at balla okkum í lekru sengrunum :) Næsta morgun fóru vit upp kl 08.00, og vendu nøsini ímóti Los Angeles aftur. Tó var tað sum áveg til Las Vegas, at vit skuldu hava alskyns steðgar, hóast vit mest av øllum vildu sleppa beint til hostelli. Gotter :P Vit steðgaðu fyrst á eini sjokuláta-fabrik, har tey m.a. gera M&M's :) Síðan skuldu vit á eina asiatiska matstovu at eta "døgurða", men klokkan var bert 10 og hugurin til stóran døgurða var ikki tann besti hjá okkum báðum, so vit funnu ein bakara og settu okon har at eta ein bagel :) Síðan koyrdu vit um 12 tíðina endiliga ímóti Los Angeles. Men nei, vit skuldu sjálvandi steðga á einum outlet centri enn einaferð, og hesaferð í 2 tímar. Teir longstu 2 tímarnir í lívinum (ella okkurt sovorið :P). Asiatarnir eeeelska hesi outlet centur, og teir fyltu bussin við posum frá Hugo Boss, Tommy Hilfiger og mongum øðrum. Kl 18.30 vóru vit endiliga aftur í Los Angeles og leiðin gekk síðan til hostelli í Santa Monica :) Túrurin til Las Vegas var alt í alt sera væleydnaður, og vit elskaðu Grand Canyon (sum var høvuðsorsøkin til, at vit fóru til Las Vegas). Vit ráða øllum til at síggja Grand Canyon - tað er eitt tað kulasta vit nakrantíð hava upplivað.
Tað var ordiliga lekkurt at sova í einum kamarið við egnari song og uttan øðrum snýsandi og snorkandi gentum. Men vit gleða okkum til at koma til hostellið aftur, tí tað er faktisk ordiliga einsligt at búgva á hotel. Vit eru blivnar ordiligir fjakkarir knappliga, hehe :D Nåh, hetta var tað fyri hesa ferð. Vit hoyrast!
Klemm klemm, Una & Malan
- comments
Asger Maaaa sum tað ljóðar fantastist!!! Eg vil eisini..
Nina :) Hey tit báðar :) Sum tit eru óførar at skriva.. Tit fáa alt við, og so kunnu vit her heima hava kensluna av at vit eru við :).. næstan. Vónandi fáa tit ein góðan túr til Fiji.. seinni í kvøld. Vit elska tykkum. Muss og klemm Nina
Eydis Sum tit duga væl at skriva. So stuttligt at lesa. Gott at alt gongur so gott og at uppliva so nógv spennandi. Tað endar við at ogur øll muga til NY, LA og LV, so vit síggja alt live, sum tit uppliva. Alt tað besta og Jesus verið hjá tykkum. Heilsan Eydis