Profile
Blog
Photos
Videos
So komu vit enn einferð inná 'klummuna', har vit komandi reglubrotini ætla at undirhalda tykkum eina stund, men søgan sigur onki um, at uppskriftin eydnast, so nú hevði verið gott at havt Góðaráð :) Jamen, vælkomin til okkara heim. Í skrivandi stund eru vit staddar í landinum, sum á maori verður kallað Aotearoa, og sum á enskum merkir 'land of the long white cloud'. Tit sum hava havt eitt sindur av rokning, kunnu nokk rokna út, at talan er um vakra Ný Sæland - og til tykkum, ið ikki hava havt rokning, so vita tit tað nú :) Vit hava á fjakkingar túrinum prøvað eitt sindur av hvørjum, og nú kunnu vit eisini siga, at vit hava lopið ein heilan dag um - gott vit hava lang bein :) Hetta hendi, tá vit fóru yvir um datolinjuna, tá vit flugu frá Cook oyggjunum til Auckland, so 17.11.2010 er ein dagur, ið vit ikki fingu upplivað - løgið at hugsa sær til. Longu kl 05 tann 18.nov komu vit til Auckland og kundu ikki kekka inn á nakað hostell fyrr enn kl. 12 :o Men ráðaleysar vóru vit ikki og settu síðan beina kós móti Starbucks, har heitt karamel kakao og morgunmatur reddaði okkum. Fyrsta dagin í Ný Sælandi svóvu vit burtur vegna jetlag = vit fingu heldur ikki 18.nov við :) Seinna dagin avgjørdu vit at keypa okkum Kiwi Experience bilett (hoppa á, hoppa av busstúrur gjøgnum alt N.S.) og máttu sostatt nýta dagin til at vaska klæði, sum ikki gekk heilt eftir vild. Kanska eru vit 'cursed' aftaná vaskinginna í Santa Cruz, tí aftur hesaferð var tað líka ómøguligt at fáa klæðini turr, sum at fáa ein regnskóg at vaksa í Sahara. Vit máttu hóast tað fáa tey turr, og av tí sama endaðu tey í turkitrumluni 4 ferðir í part. Tey krympaðu so nógv, at vit knappliga fingu nógv pláss til yvurs í ryggsekkinum :) Av tí sama fóru vit út at feira tað seinni um kvøldi. Vit komu framá eina Carlsberg barr, har tey ikki eingongd seldu Carlsberg øl! Hildu at amerikanarar vóru tolluttir. Men ongin skal skoða Kiwi-fuglin á fjaðrunum, tí har fingu vit besta drynkin í longri tíð :)
Sum sagt fóru vit við Kiwi bussinum, ið er eitt heilt nýtt fyribrigdi hjá okkum, í mun til hvat vit hava gjørt framanundan. Tað góða við bussunum er, at teir koyra til øll støðini, sum eru verd at síggja og fyriskipa allar aktivitetir og hostell pláss har bussarnir steðga. Tað er mest ung fólk, ið taka bussarnar, sum eisini eru kendir fyri at vera 'party bussar'. Einasta man skal hava við er gott lag, og annars verður alt gjørt fyri ein - veldugt :) Allir buss sjaføranir eru úr Ný Sælandi, av tí sama fær man nógv søguligt at vita frá teimum. Okkara fyrsti buss sjaførur, Dylan, var eitt nummar fyri seg. Tað er nokk krav at vera undarligur fyri at hava slíkt arbeiði, so arbeiði var hann í hvussu er væl kvalifiseraður til :D
Okkara fyrsti aktivitetur bleiv kajakk rógving í Kathedral Cove. Vit blivu blakaðar í eina dubult kajakk, og vit hildu at instruktørurin sá út til at vera blástur afturav, tá hann sá at vit ikki høvdu gloymt føroyska kappróðrar áralagið eftir heima :) Túrurin var fantastiskur, eisini tí at tað var tað fyrsta inntrykki vit fingu av hvussu stórsligin Ný Sælend'ska nátturan er. Vit róðu forbíð sker, inn ígjøgnum smalar grottir og ein langan tein framvið strondini, ið tók okkum alt í alt 4 tímar. Tað var okkara fyrsta adrenalinkick, sum seinni vísti seg ikki at hava nakað uppá seg :) Men túrurin var ógloymandi.
Tað góða við Kiwi bussinum er, at ungdómurin blivur væl samansjóður, tí at man ger alt saman og koyrur buss saman allan dagin. Men vit vóru í tí støðu, at bussurin hjá okkum var fyltur við harðmæltum onglendingum, sum meir enn einaferð fingu okkum at toyggja hálskraðan eitt sindur út. Í bussinum finnast allar typur, so sjálvandi var eisini ein ordans 'eg eigi alla verðina' wannabe. Ja, tit vita øll hvørja typu vit meina við. Til tíðir var tað sjúkt strævið at vera í bussinum, men hvør skuldi trúð, at danskarir skuldu blíva okkara 'dagens optur' :) Tá vit høvdu verið í bussinum í nakrar dagar vóru heili 7 danskarir við, ið vit fylgdust nógv við - so vit blivu eitt sindur av einari danskt talandi kliku, tað var super. Men enn betur var, tá ið vit hittu einum føroyskum pari á Base hostellinum í Taupo. Hvat eru oddsini fyri at møta einari kaldbaks damu og einum viðaroys manni í Ný Sælandi? Við hesari eydnuni burdi vit farið og spælt lotto :) Tað fantastiska við føroyingum, er at man hevur eitt samanhald uttan at vita av tí. Vit møttu teimum í gongini, ávegis at keypa mjólk, og har stóðu vit og snakkaðu í nærum 2 tímar, áðrenn tey so fitt bjóðaðu okkum til góðan the munn og bláberð :) Stak hygg hygg :D
Eina kvøldi fóru vit til 'Tamaki Maori Village', ið er ein útstilling av eini Maori bygd. Har vóru eisini maori fólk, ið vístu okkum hvussu tey livdu fyrr í tíðini. Tey vóru ílætin í bløðum og tey høvdu tatoveraði andlit og bein. Tað var akkurát sum at fara aftur í tíðina. Bygdin lá inni í skóginum og var sera væl varveitt. Av tí sama var tað ein heilt onnur kensla, enn um tað var ein útstilling í einum museum. Tað gekk hart fyri seg og maori fólkini vístu okkum teirra krígs 'moves', har tey bæði ýldi, blástu, gálvaðu og spílaðu eyguni so nógv, at tey nærum poppaðu út - og vit yvirdríva ikki. Eisini fingu vit lekkra buffé aftaná, har kjøtið var stoykt í einum djúpum holi í jørðini, ið bleiv heitt av vulkan hita. Ávaring: Ikki roynið hetta heima í Føroyum. Tá kvøldi var liðugt og ein fitt maori kona koyrdi okkum til hús fingu øll, ið umboðau eitt land, til uppgávu at syngja ein sang. Vit royndu at níva okkum langt niður í sessini, men tað er ikki so lætt, tá man ikki er av asiatiskari ætt, so har var onki annað at gera, enn at tríva í ein góðan føroyskan. Tá vit byrjaðu at syngja bleiv tøgnin umborð á bussinum so kvirr, at sjálvt ein friðsælur summarmorgun hevði følt seg illa. Hví at tøgnin kom, er antin av at vit sungu so fantastiska vakurt, ella eisini royndu tey av almakt at halda býttalátrinum aftur :)
Tankarnir eru nú so smátt farnir at leita sær heim eftir, sjálvandi eisini til familjuna og vinfólkini, men mest til føroyska matin - tann góða matin. Tann størsta útfordringin, tá man fer á innkeyp, er at finna orduligt rugbreyð. Fólk halda sikkurt at vit eru kiropraktorar, soleiðis sum vit ganga og trýsta á øll breyðini fyri at vita hvat er harðast og hvat líkist mest rugbreyði. Bakarnir kundu bara lagt deiggið út á hyllarnar, so hevði tað hvussu er verið væl elt, tá vit og aðrir norðingar hava verið á jagt eftir rugbreyði.
Tann dagurin, ið hevur sett seg fastast í minnið, ja, vit brúktu tveir pakkar av sekundlím, er dagurin har vit fóru 45 metur undir jørð og 15.000ft yvir jørð í Taupo. Longu fjórða dagin í Ný Sælandi valdu vit at blaka okkum í eldin. Morgunin byrjaði við at vit skuldi lata okkum í eina váta, kalda og luktandi vátdrakt. Tá vit vóru komnar í hetta deiliga outfit, lítkust vit svartasta ongum. Innikloyndar í 'síðingar-útgerð', skiðmaskum og hjálmum kundi tað sæð út sum, at vit vóru tiknar direkta úr Missión Inpossible III :D Men klæðir spilla ikki upplivingina. Fyrsta avbjóðingin var at lorða okkum sjálvar niður í 45 metrar myrka undirjarðar dýpi, og fyrsta strekkið var ótrúliga smælt, ikki meira enn at man slapp ígjøgnum tað. Síðani kom man til eitt stórri rúm, har man so hvørt man lorðaði seg niður, mátti sparka seg út frá vegginum. Lítið nyttaði at hava góð eygu, tí man sá bara 1 metur niður ágangin - tað var alvorliga 'Palle alene i verden'. Komnar niður vóru nógvar smærri avbjóðingar á vegnum í køla myrku grottuni. M.a. skuldu vit hoppa 4 metrar niður av einum kanti, við einum traktor dekki um rumpina, so vit ikki skuldu nerta botn. Grinnan var bert 1 metur, so tað var uppmuntrandi at fáa at vita, beint áðren man skuldi hoppa! Men tað gekk sum alt annað :) Vit vassaðu, grulvaðu og svumu í ísakalda vatninum í góðar 3 tímar. Eitt, ið var ótrúliga áhugavert, var at síggja ein annan stjørnuhimmal. Hesin var av 'glow-worms' og einastandandi á at líta. Gløðandi ormanir eru larvir, sum eru ymsastaðni á grottuloftinum. Teir gløða fyri at fanga smákyktini í teirra slímtraðrum, ið koma inn í holina. At liggjá á traktor dekkum í ísakøldum vatni og kaga uppundir eitt lýsandi larvu loft, er í hvussu er betur enn at drekka vín :) Annars var tað eitt ógloymandi upplivilsi. Til endans skuldu vit klatra upp ígjøgnum nakrar stórar fossar, og tað var ikki líka lætt sum at lesa Flekk. Men sum áður nevnt, so megnaðu vit túrin til fulnar og longu tá fingu vit prøvismakkin av adrenalinið, ið seinni á dagin bleiv drukkið væl upp ;)Einans 2 tímar aftaná grottu útfordringina var skydiving á skránni! :P Hvør dummur hundur setur sær mál fyri at hoppa úr einum flogfari...? Spentar og við summarfuglum í búkinum, sum mundi lyft okkum uppfrá, blivu vit settar av við skydiving básan. Tað gekk skjótt fyri seg. Vit fingu ikki nógva frálæru, og tað einasta vit fingu at vita, var at vit skuldu 'be the banana'. So var onki annað at gera, enn at lata seg í knallreyða termodrakt, ið mynti okkum á 'flower power glorie' tíðina. Eisini skuldu vit í ljótar tríkantaðar plastikk brillur, samt strammastu foghetturnar, sum ikki vóru blivnar 'redesignaðar' eftir 'Den røde Baron', s*** vit sóðu kuular út :D Eftir tað var ikki nógv annað at gera, enn at seta seg í flogfarið, har Fríða kom at sita innast og Rannveyg sat uttast. Her fingu vit tosað eitt sindur við hjá-instuktøranar, ið vit blivu festar saman við. Tá vit komu upp á 15.000 føtur skuldi spælið byrja. Har var onki annað at gera enn at fylgja við - tað var bara at slongja beinini út, høvdið aftur og so skumpa seg út úr flogfarnum! Við 200km/t fóru vit so í fríum falli synglandi, dynglandi, snúrandi og dettandi niður í 1.min. F*** tað var SWEET. Fimm tey fyrstu sekundi vóru bara SJOKK. Fingu hvørki andað, hugt ella rópt. TAÐ føldist sum at detta. Men eftir tey sekundi byrjaði man at føla luftmótstøðuna, og longu tá byrjaði tað at følast gott. LEKKURT ! Tann eini minutturin var sum eitt 'piece of heaven' - bókstavliga. Ikki hvønn dag man sær jarðarkúluna boga, dettur gjøgnum skýggj og sveimar yvir aktivar vulkanir - nokk tann feitasta upplivingin á túrinum! Tað adrenalinkikkið hevði ein haruungi ikki yvirlivað. Eftir 1.min bleiv fallskermurin útloystur og so sluppu vit reiðiliga at nýta útsýnið yvir ein part av N.S, meðan vit róliga sveimaðu móti fastari grund. Tá vit lendu var tað fyrsta vit gjørdu at geva hvørjari aðrari eitt STÓRT klemm :) og haldi ikki vit fingu sagt nakran orduligan setning fyrr enn eini 5.min aftaná. Alt var bara: Ahhh, kuuuuul, awesome, sweet as, wicked, it´s all good og no worries, sum er orðað á røttum Kiwi manér :D Vit høvdu eisini kameramenn við okkum, so DVD' in sleppa tit at síggja, tá vit koma heim :p Adrenalinkikkið er enn ikki følnað.
Vit hava longu skrivað nokkso nógv, men bara rólig, her er nógv eftir enn :) So vakurt sum Ný Sæland er, so hava vit sjálvandi eisini havt nakrar fantastiskar nátturu-upplivingar. Mest útfordrandi upplivingin var óiva 18 km langi gongutúrurin uppum sovandi vulkanir gjøgnum Tongariro National parkina. Hendan leiðin tók okkum uppum eldgosið Ruapehu, sum er kent frá filminum 'Ringanna Harri', sum fjallið 'Mount Doom'. Hetta var ein fantastiska vakur túrur, ið eisini var eitt sindur strævin í støðum, sum t.d. har tað bleiv kallað 'The Devils Staircase' - tað livdi gott nokk upp til navnið. Fyrsta og síðsta strekkið áðrenn eldgosið mynti okkum nógv um Føroyar. Tað var sum ein gongutúrur í haganum. Tó broyttist landslagið fullkomiliga, tá man kom niðan á eldgosið. Tað er óbeskrivandi hvussu vakurt tað var. Sjálvt um vit gingu 18 km, so bleiv tað ongantíð óintressant, tí man sá allatíð okkurt nýtt, ið var vakrari enn tað, man framanundan hevði sæð. Tá vit leggja myndirnar út, so kunnu tit ímynda tykkum hvussu stórsligið tað var :)Ein ætlan varðir einans til man far eina nýggja. Vit høvdu síðani vit komu til Ný Sæland ætlað okkum at fari niðan á ein glesjara, men prísir á aktivitetinum eru lika vammiligir sum Marmite uppá breyð (tiltikið pálegg hjá kiwi'um og onglendingum, sum smakkar av óupploystum supputerningum við soya í ) ! Av tí sama valdu vit bara at ganga niðan til Franz Josef glesjaran og tað var enn ein onnur stórsligin stund. So nú hava vit bæði sæð høgt og lágt - heitt og kalt :) Ikki so galið.
Trupulleikarnir vóru fáir á norðuroynni, ella rættari sagt, vit høvdu ongar trupulleikar har. Men so skjótt sum vit skuldu taka ferguna frá Wellington til Picton á suðuroynni, kom vend í. Flogbólturin, sum vit keyptu í Santa Cruz og sum hevur verið væl nýttur til samansjóðing í Kiwi bussinum, skuldi gudhjálpeme verða fyrsti steinur í skriðuni. Høvdu Ný Sælendsku fjølmiðlarnir verið sum teir á Portalinum, so hevði tað endað á forsíðuni, at vit komu við einum flogbólti undir arminum, tá vit skuldu umborð. Tad kundi ikki lata seg gera. Einaferð fyri langari tíð síðani, hevði onkur kastað ein bólt, sum ein fullur maður hoppaði eftir og var so óheldigur at detta fyri borð. Tí er tað nú strangliga bannað at hava bóltar við. So tað bleiv eitt øðiligt drama av einum óskyldigum flogbólti - ein fjøður bleiv til fimm høsn. Endin var at føroyska treiskni vann! :DTann næsti steinurin, ið hevði hug at fara á rull, var ein miss-skiljing við Kiwi bussin. Vit høvdu fingið lovað pláss í bussinum frá Nelson til Queenstown, men morgunin vit skuldu avstað, vóru vit knappliga á einum bíðilista og sluppu sostatt ikki við bussinum, tí ov mong fólk vóru til tey fáu sessini. Næsti bussurin kom ikki fyrr enn tveir dagar seinni, og hann var eisini fult bukkaður. So har stóðu vit eftir, tá bussurin fór avstað, meðan øll veittraðu so følsk til okkum. Men tað undarligasta av øllum, var at føroyska parið, Martin og Arnhild, sum vit í fyrsta sinni møttu í Taupo og aftur í Wellington, eisini blivu offur til sama bíðilista. Vit stillaðu okkum ikki hendur í favn, men smoygdu upp ermar og tveir og ein hálvan tíma aftaná høvdu vit fýra leigað okkum bil næstu seks dagarnar - wuuhuu, roadtrip :) Tað bleiv ein stuttligt komedia frá byrjan til enda. Martin fekk ábyrgdina at koyra fyrsta strekkið, og tað fyrsta ókeypis látri kom, tá hann var við at seta seg á passager setrið, tí her koyra tey vinstru megin. Tíanbetur hevði Nissan Sunny automatisk gear, so tað gjørdi tað munandi lættari - uttan tá vit knallaðu bremsuna inn, tá skjótu føroysku reaktiónirnar við koblingina sligu til. Sjálvt um veðrið var av tí allar fagrasta, so viskaðu vit rútin óført, tá vit skuldu um sving, tí at blinkljós og annað eisini er øvugt :D Tað var eitt sindur sum at vera við einum Hyacinth episodu, soleiðis sum øll blandaðu seg uppí, tá koyrt varð. Stuttligasta hendingin var, tá vit skuldu spyrja nøkur fólk um veg - meðan bilurin spakuliga rullaði, bleiv rúturin skrúvaður 1/4 niður og vit royndu at rópa og vinka eftir fólkunum, samstundist hendi tað, at vit skuldu blinka inn, men viskarnir fóru frá. Tað gekk so illa at manerera, at bæði hurðar blivu stongdar og floytan brúkt, so vit øll fingu býttalátur. Tá ið enduliga kom uppí lag at steðga bilinum, høvdu vit koyrt eini 300m forbíð fólkini, so har fingu vit onga hjálp, men enn ein bíligan látur :)Vit koyrdu nøkunlunda eftir skemaðinum hjá Kiwi bussinum og høvdu tað orduliga hugnaligt saman við Martini og Arnhild. Eisini fingu vit nakrar deiligar og væleydnaðar døgurðar burturúr - fyri ikki at nevna lekkra ísin í Queenstown, fantastiskt ;)Rosinan í pylsuendanum á okkara roadtrip túri, var at avprøva ein monster truck skúlabuss :D Halt kipp tað var veldugt. Tað var í hvussu er eitt, ið vit ikki høvdu droymt um, tá farið var úr Norðskála. Jamen, so eru vit eisini tað upplivingina ríkari :P
Tit hava nokk fingið hald í eyguni, um tit hava lisið heilt her til, men tað er ringt at skriva á eitt a4 pappír alt tað, ið vit upplivað. Beint nú eru vit í okkara sunnasta stoppi í suðuroynni, Queenstown. Hetta er avgjørt tann besti býurin í Ný Sælandi so langt. Her er óbeskriviliga vakurt og hugnaligt - við gongugøtum, lekkrari strond og hugnaligum kaj øki. Nú leggja vit leiðina aftur við Kiwi bussinum til Auckland. Næsta stopp er Christchurch, sum er næst størsti býur í Ný Sælandi.Tað er uppmuntrandi at vita, at so nógv fylgja við á okkara fjakkingarferð og takk fyri allar tær góðu og fittu kommentarinar til síðstu 'klummu'. Um tit eru áhugaði, so hava vit lagt fleiri myndir út á síðuna. Tær úr Ný Sælandi koma sum skjótast.
Hugnið tykkum óført í jólakavanum har heima, vit hugna okkum í sólini her :)All the best og jólasmíl fyri rest :DRannveyg og Fríða.
- comments
Dánjal Petur Fín frásøgn, tit báðar! - Deiligt at lesa hetta, nú dóttirin skal í sama land um ca. 5 vikur :)
Jónvør Deiligt at hoyra frá tykkum og tykkara fantastisku ferð:) Tit duga soo ótruliga væl at sig frá stuttligt...ikki sørt, at ein hevði ynskt at verið 20 ár aftur ;) ....góðan túr viðari.... muss & klemm mamma
Sóleyð hehehe, nú eru búkmusklarnir væl trimmaðir, aftaná at hava lisið tykkara stuttligu klummu.. ;) Ræðuligt tað er coooool at uppliva alt hattar.. :D gleði meg at síggja DVD'in tá tit koma heim.. ;) kavaklemm úr dk..
Hanna Herligur lesnaður:) Tit eru fínar. Síggji tykkum fyri mær, tá tit fara flúgvandi gjøgnum luftina, halt kip hattar hevði eg gott nokk ikki tora. Hav tað gott, hoyrast. Stórt klemm her frá:)
Eyðgerð Tað er eitt upplivilsi fyri seg at lesa klummuna hjá tykkum.Góðan túr víðari alt tað besta mamma
Torgunn So fár hasin ½ tímin,við at lesa tykkara klummu og hann fór væl :) Tit eru óførar at skriva :-) Góðan túr víðari. Stórt klemm herfrá :)
Ingibjørg Hvørjaferð líka stuttligt at lesa tykkara klumma, hesaferð heldur onki undantak :) Fái næstan summarfuglar í búkin og tað heila, so spennandi tað jeila ljóðar hjá tykkum. :))