Profile
Blog
Photos
Videos
Góðan dag øll somul :)
Heldur seint enn ongantíð, men her kemur eitt 'klummu innlegg' frá Ný Sælandi, tað manglandi brotið. Sum sagt, so dámdu vit ótrúliga væl Queenstown. Har vóru smekkfult av aktivitetum at royna, men vit høvdu prøvað næstan alt, so tað eina kvøldi fóru vit bara í biograf, sum faktist eisini gjørdist ein uppliving. Fyri tað fyrsta, so vóru ongin nr. á setrunum, so aftaná at hava gingið runt og leitað biograf hølið upp og niður, fortaldi ein kona okkum, at vit bara kundu seta okkum hvar sum helst - flott vit báðar :) Ikki meir enn sett okkum niður, so kom áværing á skermin, har tað stóð hvat vit skuldu gera, um so var at ein jarðskjálvti kom. Fingu eisini at vita í hvørja ætt vit skuldu renna, um eldur kom í - so tað var óluksáliga uppmuntrandi at sita innikloyndar í myrkum sali aftaná tær tespuligu lýsingarnar :) Sjálvt filmurin var sjokerandi vánaligur. Aftaná okkara væleydnaða 'roadtrip', var tað kiwibussurin, ið leiddi okkum niðan til Pikton. Frá Pikton til Wellington vóru vit aftur noyddar at taka ferguna og hesaferð kekkaðu vit flogbóltin inn beinaveg. Men lagnan vildi tað so, at okkara kæri flogbóltur bleiv kidnappaðar - sikkurt av tí gamla skrøgginum, ið steðgaði okkum síðst. Sjálvur túrurin tvørtur um hav, gjørdist okkum (Rannveyg) ein marra. Aldurnar vóru líka høgar sum fjøll. Har koppaðu bæði fólk og jólatrøð, og lýst varð í hátalarunum, at øll skuldi sita niðri. Gamlir sjógarpar og smábørn spýðu um kapp, men hvør at enda fekk spýggipakkan undir jólatrænum, bleiv ikki kunngjørt. Tá lagt varð at bryggju, fóru fólkini skinklandi hvør verri enn annar, at man skuldi trúð, at tey ikki høvdu gjørt annað enn at drukkið Akvavitt allan túrin :) Tað einasta, ið vit ikki høvdu planlagt, áðrenn vit fóru frá brimbardu oyggjunum, var vælsignaða kinesiska visumið. Hetta fingu vit frá hondum í Wellington.Vit 'googlaðu' okkum embassaduna, men túrurin hartil gjørdist heldur longri enn væntað. Áðrenn vit fóru avstað, spurdu vit okkum fyri í reseptiónini, og konan innanfyri segði tað var eitt,tvey,trý at ganga. Við góðum hýri fóru vit avstað, men eftir tríggjar tímar av niðanbrekku, brattastu trappum ever og strekkir við ongum bygningum, var lagið heldur sjunkað. Um reseptiónisturin var marathon rennari , 'power walkari' ella hevði eitt forbannað ringt eygamát, tað sigur søgan onki um. Líkamikið, vit komu so fram til málið. Og hvør skuldi trúð at tað bleiv ein av minstu avbjóðingum á túrinum, at fáa visumið klárgjørt. Hóast tað, tók tað teimum ein dag at gera visumið, so næsta dagin endurtóku vit túrin, men hesaferð við tungu ryggsekkjunum á. Vit hava lært nógv á okkara fjakkingarferð, men tað sum stendur stinnast, er at Google og panodil eru svarið uppá lívið :)Teir seinastu dagarnar í Ný Sælandi brúktu vit saman við familjuni hjá Rannveyg. Vit búðu hjá Ann-Maree og Knúd, ið er sonur til Elinborg, abbasystur Rannveyg. Har blivu vit forkelaðar uppum skýggj. Fyri tað fyrsta, so var kamarið hjá okkum nógv fínari enn nakað hotell vit hava verið í, so tit kunnu ímynda tykkum hvussu lekkurt har var. Fyri tað næsta, so fingu vit ótrúliga góðan og deiligan mat. Deiligt at fáa orduligar døgurðar aftur, við bæði eplum og sós :) Vit høvdu eisini eina stak hugnaliga løtu, tá vit vitjaðu lívsstykkið Elinborg, har vit fingu bjóða alt gott og føroyskar piparnøtur :) Av tí at Ann-Maree hjá Knúdi er úr maoriskari ætt, blivu vit bjóðaðar við teimum til ein jólamaoeri fest. Tað var eitt stórt upplivilsi. Tá vit komu har til, skuldu vit sum siður, heilsa uppá øll tey gomlu fólkini fyrst. Tað var ikki líka lætt sum at heilsa uppá føroysk fólk. Her skudu vit fyrst taka fast í hondina, klemma, mussa á kjálkarnar og koyra næsar og pannur saman. Onkuntíð gekk tað so hart fyri seg, at vit mundu skallað hesu gomlu fólkini niður. Ikki bara, bara at seta seg inn í nýggjan sið. Tað var eitt stórt borðhald við nógvum ymsikum, øðrvísi og spennandi mati. Vit prøvaðu alt sum vit fingu bjóða og fólkini rundanum vóru øgiliga ovfarin av okkum. Vit prøvaðu m.a. iðulgerð, ymsar skeljar, onkran fugl, ið smakkaði sum havhestur og villan hjort. Hjorturin var absolutt besta kortið í hondini :) Mettar og vælsettar kom yvirhøvdið av stammuni til okkara, og bjóðaði sær til at vísa okkum runt í teirra 'samkomuhús'. Tað var serstakt, tí tað eru ikki nógv, ið fáa tann møguleikan, sum ikki eru úr stammuni. Hann forkláraði okkum gjølla um útskornu figuranar og at øll mynstrini, ið prýddu veggirnar høvdu hvør sín týdning. Hann kom fram við nógvum góðum meiningum og sjónarmiðjum. Hann var lærari, og tað sum hann helt var galið við skúlaskipaninni, var at bólka næmingar eftir aldri - "everyone has their own time to learn"... So har fingu vit nógv gullkorn at hugsa um :P Komnar inn aftur til jólahugnan, blivu vit hálvavegna togaðar upp til pallin, tí konurnar vildu so fegnar dansa og syngja okkum ein tøkk og farvæl sang á maoriskum. Har stóðu vit so penar og vistu ikki til ella frá og royndu at smílast til hesar fittu konur, hóast vit ikki skiltu hvat tær sungu um. Aftaná vildu tær hava okkum at dansa og syngja framanfyri øllum fólkunum, men nei tú, har skal meira niðurum enn so, áðrenn vit fara upp at flákra framanfyri ókendum fólki :)Hetta var so í stuttum tað síðsta vit gjørdu í Ný Sælandi. Ný Sæland hevur givið okkum eitt heilt ótrúliga positivt inntrykk - og vit koma heilt sikkurt aftur hartil :)Nú kom eitt sindur av blandingi í okkara klummu, men sjálvt um tit kanska halda at vit ikki hava so nógv at gera, so hava tit aftur hesaferð roknað galið :) Her er altíð okkurt at finna uppá, og tí kann tað til tíðir verða ringt at finna tíð til klummunar. Men vit skriva tær við gleði og dríva víðari á við okkara megi. Ja, sum tit vita, so eru vit beint nú í Beijing. Her er mega kalt. Kuldin svingar nógv, men tá kaldast er, eru umleið minus 17 kuldastig. Í mun til aðrastaði, sita vit nú í hálvhosum, troyggjum og turrikløðum og skriva klummu. Í morgin fara vit at hátíðarhalda okkara síðsta dag í árinum, við at fara niðan á Kinesiska Múrin - tað skal verða dagur í ári :D Enn einaferð, so ynskja vit tykkum øllum eitt fantastiskt komandi ár, við lívsgleði og vónandi uttanlada reisur til tykkum øll :) Happy New Year :*PS. Hava ikki fingið svar enn, um tey skjóta kinesarar á nýggjárinum, so vit eru sera spentar til í morgin - ikki tí nakað trygdarbeltið er her ;)Skjótið nokk av kinesarum heima, tí vit sleppa ikki at skjóta nakran her :) Men ansið tykkum við sjampanju proppunum :DAll the best og gott nýggjár fyri rest :)Roksuttu Rannveyg og Fríða, sum trívast væl í Kina :)
- comments
Rúni v. Streym Vit ynskja tykkum eisini eitt gott og gleðiligt nýggjár til tykkum og eru spent til næsta klumma kemur, sum nokk kemur at innihalda okkurt um blídligar, slurkutar og roputar kinesarar :) Havi eina góða ferð víðari vh Rúni
Jónvør & Friðrik Hey tit báðar :) Enn einafeð sita vit við einum smíli (bíttalátur). tá vit hava lisið klummuna. tað er soooo stuttligt at fá innlit í nógv av tí sum tit uppl. bæði tað sum er kiksa, avbjòðingarnar og menningina á ferðini. .... jaaaa vit skulu nok bresta nakrar kinesarar í morgin OKAY :) vit fara at ynskja tykkum EITT SUPER GOTT NÝGGJÁR, VIÐ NÓGVUM GÓÐUM OG SPENNANDI UPPLIVINGUM. OG 1000 TAKK FYRI SKJÓTT FARNA ÁRIÐ. :)) muss og klemm frá Mammu, Babba, Halla og Tóki