Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Klokkan vekkaði kl.10.30, tí nú skuldu vit báðar chekka út. Men tað var so deiligt, at Una og Malan sova eina eyka nátt her, so vit sluppu undan at pakka ryggsekkin hjá okkum, og hava nærmast ein heilan dag saman við teimum afturat! :) Vit lupu bert oman í reseptióninina, har vit lótu lykilin inn, og fóru síðani aftur í kamarið til Unu og Maluna. Tað oysti aftur niður í dag, so tað bar nærmast ikki til at vera úti.
Eftir at vit høvdu ligið her og roksa eina løtu, foru vit upp at eta morgunmat, og síðani út at shoppa. Allar keyptu okkurt uttan Gurið - Gunnvá keypti eitt shorts og ein topp :) Tá vit vóru lidnar at ganga og hyggja í handlar, fóru vit í mathandlin at keypa inn til burritos. Vit høvdu bestemmað hetta til at vera síðstu máltíðina saman, áðrenn vit fara hvør sín veg. Gurið, Gunnvá og Una fara síðani aftur á hostellið, meðan Malan fer inn at bíleggja teirra bus til Cairns. Løtu aftaná kemur hon inn í kamarið við teimum nýggjheitum, at bussar eru avlýstir vegna yvirsvimjilsi! Vit báðar blivu so forskrektar og tonktu: Ikki aftur nú! Vit runnu so oman í reseptiónina, at kanna um bussarnar suður eftir eisini vóru avlýstir, tí tað plagar oftast at vera í Ingham, tað er yvirsvimjilsi. Tá vit sótu fastar í Cairns, var tað júst vegna yvirsvimjilsi her. Komnar í resptiónina fingu vit at vita, at bussarnar suður eftir enn koyrdu. Vit vóru himmals fegnar, ti vit hava nevniliga bílagt ein túr út á Fraser Island, sum byrjar í morgin.
Vit slappaðu bara av á kamarinum eina løtu, áðrenn vit fóru í gongd við at gera mat (fyri aðru ferð á okkara ferð). Av tí at vit longu byrjaðu at gera mat kl.15.30, var køkin tóm :) Maturin tók onga tíð at gera, so eftir ein tíma, vóru vit longu aftur í kamarinum.
Nú byrjaði tíðin hjá okkum báðum at ganga undan, so nú vóru vit noyddar at taka okkum saman at pakka. Vit fóru tó líka fyrst á internetið, har vit bíløgdu buss frá Hervey Bay til Brisbane. Eingir bussar koyra seinnapartin, so vit eru noyddar at yvirnátta eina nátt í Hervey Bay, áðrenn vit kunnu taka bussin.
Meðan vit gingu og shoppaðu, møttu vit sjálvandi Sara úr Svøríki. Vit hava møtt henni allastaðni síðan dykkaratúrin í Cairns. Nú í dag fingu vit at vita, at hon skuldi við sama bussi sum vit! Vit funnu eisini útav, at vit skulu við sama bussi víðari frá Hervey Bay til Brisbane. Ótrúliga skeg at vit hava akkurát somu rutu :D Vit avtalaðu so at møtast við henni í reseptónini, soleiðis at vit fylgjast til bussstopstaðið. Áðrenn vit fóru í reseptiónina, var sjálvandi tíðin komin, har vit skuldu siga bei við Unu og Maluna. Hetta var ordiliga keðiligt; tíðin saman við teimum hevur flogið avstað, sjálvt um vit brúktu 6 dagar saman.. men vit vita, at vit møtast aftur longu um 1,5 mánað, so tað gjørdi tað eitt pikka lítið sindur lættari :)
Kl.19.30 settu vit so okkum í bussin. Vit høvdu keypt eina rúgvu av sovorðnum lekkrum við, tí hesin busstúrurin tekur heili 14,5 tímar. Á bussstopstaðninum møttu vit eisini Colin (Írlandi), sum var umborð á Atlantic Clipper (Whitsundays-túrurin). Og so byrjaði tann 14,5 tíma langi busstúrurin...
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments