Profile
Blog
Photos
Videos
Heyyy!! :)
Í morgun sluppu vit endiliga at sova eitt sindur longi, av tí at vit ikki skuldu checka út fyrr enn kl. 11. Vit báðar fóru upp kl. 10 at pakka tann lítla ryggsekkin til Whitsundays-túrin, sum vit skuldu á seinni í dag. Vit allar checkaðu út, og fóru síðani á eitt kontór, har vit høvdu bookað okkara túr frá. Tey fortaldu okkum, at vit fýra vóru uppgraderaðar frá bátinum Tongara til bátin Atlantic Clipper. Vit vóru ordiliga glaðar at blíva uppgraderaðar, serliga tá Una og Malan fortaldu, at túrurin við Atlantic Clipper var 100 AUD dýrari, enn tann vit høvdu bílagt :) So vit vóru mega heldigar! :) Síðani fingu vit nøkur papír, sum vit skuldu fylla út og fingu at vita, hvar og nær vit skuldu møta seinni í dag. Á papírinum stóð millum annað, at tað ikki var loyvi at hava ryggsekki við lýnlási í! :p Hetta hildu vit vera øgiliga undarligt, og máttu tí allar á hostellið aftur at pakka niður í posar. Vit skuldu ikki møta fyrrenn kl. 14, so vit høvdu nokk av tíð, áðrenn vit skuldu avstað.
Av tí at vit ætlaðu at fara til eitt stað, sum eitur Cattle Station, fóru vit til kontóri á hostellinum at spyrja, nær bussarnir koyrdu hartil. Tó vísti tað seg, at bussarnir koyra ikki ofta til Cattle Station, so vit lukkast ikki at fara hartil og vera í Hervey Bay til Fraser Island-túrin tann 8., og tað var eisini rættiliga dýrt at fara hartil hjá okkum.. Nú visti vit ikki ordiliga, hvat vit skuldu finna uppá frá 5. til 8., men avgjørdu so at vera verandi í Airlie Beach saman við Unu og Maluni í 2 nætur aftaná Whitsundays-túrin. So nú hava vit 6 dagar saman, ístaðin fyri teir tríggir, ið vit upprunaliga skuldu hava. Aftaná byrja vit so smátt at ganga hartil, vit skuldu møtast til Whitsundays-túrin. Tá vit komu til møtistaðið, skuldu vit fylla nøkur papír út, og so var klárt at fara avstað!
Vit koma umborð á bátin, og vera biðin um at leggja okkara bagagu frá okkum, og koma uppá á dekkið. Tey, sum eru umborð á bátinum, blivu presenteraði, og vit funnu beinanvegin útav, at øll umborð vóru sera festlig og fitt. Eisini blivu vit upplýst um trygdina umborð á bátinum. Aftaná bóðu tey okkum gera bólkar við 8 persónum í hvørjum bólki. Nakrir dreingir bóðu okkum fýra koma við í teirra bólk, so tað gjørdu vit - hesir itu Colin (Írland), Joji (Japan) og so var ein annar, sum vit ikki minnast navnið á, men tað var ein vinmaður hjá Joji. Vit fingu at vita, at vit skuldu gera okkurt seinni, har vit skuldu vera í sama bólki.
So gekk leiðin í kahytirnar, har vit skulu sova. Í hvørjari kahyt vóru tríggjar koyggjur, so tí bar ikki til hjá okkum fýra at hava kamar saman. Vit báðar fingu kamar saman við einum frá Kanada, sum eitur Andrew. Tað stuttliga var, av tí at vit báðar vóru fyrst í kamarinum, valdu vit báðar tvær tær niðastu koyggjurnar, soleiðis at Andrew mátti hava tað ovastu - tann ovasta koyggjan var øgiliga tætt við lofti, so vit vistu øll, at tað fór at vera øgiliga trongt at sova har uppi ;) Aftaná at hava fingið alt í kamarið, sluppu vit at gera, sum vit vildu; tey flestu løgdu seg útum á dekki at sóla sær, meðan vit fýra fóru at spæla Amerikaner ;) Ordiliga hyggeligt at sleppa at spæla kort aftur, og serliga tá man sleppur at tosa føroyskt! :)
Kl. 18 fingu vit fisk til døgurða; smakkaði ordiliga gott! Aftaná døgurða fóru vit uppá dekki, har tey flestu vóru. Vit tosaðu við fleiri av fólkunum, millum annað okkara roommate Andrew, tað donsku gentuna Sofie, sum vit møttu í gjár, Jonathan frá Svøríki, Dan frá Svøríki, Phillip frá Sveits, Diamond frá Sveits og nakrar gentur frá Englandi. Hetta var sera hugnaligt, og man hugsaði slett ikki um, at man sat í einum báti, tí tað var so stilt á sjónum. Tá vit høvdu sitið eina løtu, skuldu vit byrja at spæla onkur spøl; hetta vóru kappingar, har bólkarnir, sum blivu gjørdir í dag, skuldu kappast móti hvørjum øðrum. T.d. skuldu gentunar leggja arm móti hvørjum øðrum og eisini skuldi man vísa eitt talent hjá bólkinum. Her fóru Gurið og Una upp at dansa pardans, meðan dreingirnar gjørdi limbo; hetta var einasta kappingin vit vunnu, so her fingu vit skava okkum nøkur stig saman. Tað endaði við, at ein annar bólkur vann spælið, men vit høvdu tað ordiliga skeg alt kvøldið. Kl. 00 byrjaðu vit so at fara í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments