Profile
Blog
Photos
Videos
Heyyy :)
Í morgun vaknaðu vit í bussinum - nú var ikki so leingi til við komu til Hervey Bay. Kl. 8 komu vit til bussstatiónina í Hervey Bay. Vit vistu ikki ordiliga, hvar vit skuldu fara, men vit høvdu hoyrt um eitt hostell, sum samstarvast við Base, so vit vistu, at vit kundu fara hertil. Vit spurdu tey á Greyhound kontórinum, hvussu vit skuldu sleppa hartil, og tey fortaldu okkum, at bussarnir til hostellini stóðu hinumegin vegin. Vit fóru hartil, men har stóð bara ein bussur og tað var ein, sum fór til Nomads hostellið. Vit spurdu busssjafførin, hvar bussurin til Palace var. Tíverri var bussurin longu farin, men busssjafføurin var so fittur og bjóðaði seg at koyra okkum til hostellið Palace.
Komnar á hostellið fingu vit bookað eina nátt til 11. mars, tá vit koma aftur frá Fraser Island. Meðan vit sita á sofuni har og skriva bloggar, koma Tim og Henry inn. Tað eru teir, sum vit møttu í Cairns, tá vit vóru veðurfastar (vit skuldu við sama bussi). Teir vóru akkurát komnir aftur frá Fraser Island og skuldu beinleiðis víðari til Brisbane. Merkiligt, at man blívur við at møta teimum somu fólkunum alla staðni, men ordiliga skeg. Tað vísir bara, hvussu lítil verðin er. Tá teir vóru farnir avstað, spurdu vit konuna í receptiónini, um nakar handil var tætt við hostellið. Hon royndi at forklára fyri okkum, hvar vit kundu finna ein handil, men opinbart hava vit ístaðinfyri at fara til vinstru farin til høgru. Vit gingu og gingu, og tað byrjaði at pissa niður, so vit fóru at kroka eina løtu, til tað bleiv frægari. Til endans funnu vit ein handil, har vit keypti inn, og fóru síðani á hostellið at gera okkum tuna og pasta við mais. Aftaná løgdu vit okkum á hvør sína sofu at sova, áðrenn vit skuldu avstað til Fraser Island.
Bussurin kom eftir okkum og koyrdi okkum til ferguna, sum vit skuldu við kl. 15.30. Túrurin yvir til Fraser Island gekk skjótt, og áðrenn vit vístu av, vóru vit komnar til Fraser Island. Fraser Island er størsta sandoyggj í heiminum, og liggur beint uttanfyri Hervey Bay. Á oyggini eru 250 Dingo, sum eru villir (líkjast hundum), og ganga leysir runt á oynni. Kjansurin fyri at síggja ein dingo er 30 %.
Vit blivu fyrst koyrdar til Kingfisher Bay Resort, har vit skuldu bíða, inntil bussurin niðan gjøgnum brekkuna til hostellið, fór. Vit løgdu okkum á liggistólarnir við poolin at lesa. Tá klokkan var 17, fóru vit við bussinum niðan hartil, vit skuldu sova - vit vóru ordiliga glaðar fyri, at ein bussur koyrdi, tí tað var ein LONG BRØTT brekka niðaná. Í bussinum hoyrdu vit, at hinar tríggjar genturnar, sum vóru við, vóru norskar, so vit byrjaðu at práta við tær. Tær itu Julie, Cecilie og Elise, og vóru allar 19 ára gamlar.
Tá vit komu niðaná, fóru vit úr bussinum og til kømurni hjá okkum. Vit búgva í lodges, har tað eru fimm rúm inni, ein køkur og wc. Inni í okkara kamari vóru fýra sengur, og eingin annar skuldi búgva við okkum, so vit høvdu alt kamarið fyri okkum sjálvar. Hetta hildu vit vera ordiliga lekkurt, tí nú er tað eitt sindur síðan, vit hava verið fyri okkum sjálvan.
Vit fingu døgurða kl. 18.30, og aftaná tað lupu vit undir brús, áðrenn vit fóru oman til tær norsku at spæla kort. Tá vit hava spælt eina løtu, kemur Rob frá Englandi, og hann biður okkum allar koma oman í Dingo Bar. Í Dingo Bar spæla vit kort eina løtu, og aftaná fara vit inn, har tey spæla musikk, og dansa eina løtu, áðrenn vit fara í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments