Profile
Blog
Photos
Videos
Heyy tit!
Her er okkara seinasti bloggur...
Síðsta vikan í Australia var sera vát, og tað regnaði illa allar tríggjar dagarnar túrurin á Fraser Island vardi, og vit vóru eisini so heldigar at vit sloppu at sova í telt í øllum regninum!! Men tað var hóast alt ein sera góður túrur, sjálvt um vit bara sloppu at síggja sandoynna frá einum vátum og gráum vinkli Tá vit komu heim aftur av Fraser Island var meiningin at fara víðari til Brisbane beinaveg, men tað hevði regnað so illa, at allir vegirnir vóru stongdir, so vit mistu eitt sindur av tíð uppá tað. Tríggjar vikur í Australia var alt ov lítið, har var so nógv eftir, sum vit gjarna høvdu viljað upplivað... men vit brúktu tíðina vit høvdu so væl vit kundu, og fingu sum mest burtur úr. Restin má koma eina aðru ferð, hattar var heilt sikkurt ikki okkara seinasta ferð í Australia
Tá vit komu til Auckland 5. mars, vistu vit ikki nakað serligt um New Zealand, men øll, ið hava verið her hava fortalt okkum hvussu fantastiskt tað er, og tað passar eisini um alt tað, sum vit hava sæð higartil. Vit vistu at vit skuldu royna bungyjump og skydive her, men tað vistu foreldrini sjálvandi einki um, fyrrenn aftaná tað var gjørt Tey tóku tað alíkavæl pent tá vit fortaldu teimum tað, hehe... Vit høvdu bara tíð at ferðast runt um norðoynna, og hava verið í Auckland - har vit sóu Mt. Eden og fóru á Waiheke Island, Rotorua - har vit sóu goskeldur og maori-kultur, Taupo - har vit royndu bungyjump og skydive, Waitopo - har vit vóru cave rafting í eini holu 60 m undir jørð, og í Wellington - har vit vóru á Lord Of The Rings movie tour og skuldu síggja nøkur av støðunum har filmurin er tikin upp. Vit vóru eitt sindur skuffaðar av hesum túrinum, tí tað einasta vit sóu, vóru nøkur trøð og nakrir steinar, ið vóru við í filminum.
Vit skuldu flúgva til Fiji 19. mars. Vit flugu fyrst úr Wellington til Auckland, og skuldu síðan skifta flúgvara til Fiji. Men av tí at ferðaseðlarnir av misgávum vóru bílagdir ov tætt upp á hvønn annan, náddu vit ikki næsta flúgvaran. Vit fingu tíbetur broytt ferðaseðilin til dagin aftaná, uttan at skula gjalda nakað eyka. Veðurforsøgnin á oyggjunum hevur annars ikki sæð so gott út seinasta mánaðin, og stutt áðrenn vit skuldu avstað funnu vit útav, at tað eru mest regndagar í mars! Vit ivaðust eitt sindur í, um vit skuldu fara avstað, ella um vit bara skuldu vera verandi í New Zealandi... Vit valdu tó at fara, og tað eru vit sera glaðar fyri, tí her hevur verið sól hvønn dag, og bara eitt sindur av regni, so vit eru tíbetur ikki nakrir hvítingar tá vit koma heim Síðan vit komu til Fiji hava vit BARA slappað av, hugnað okkum og etið. Um bara tveir dagar gongur leiðin longu heimaftur... Vit halda tað er eitt sindur syrgiligt, tí so troyttar eru vit ikki blivnar av hvørjari aðrari enn, hehe! Vit vilja ikki hetta skal enda longu, og føla at tað er so nógv eftir at síggja... tað verður næstu ferð
Men tað verður gott at síggja tykkum øll aftur <3
Beiii, havi tað so gott, síggjast um bara 5 dagar!!
- comments