Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
So var bloggurin úr New York endiliga her! Hann kemur heldur seint, men vit hava verið sera upptiknar allatíðina, so vit hava ikki ordiliga fingið tíð at seta okkum niður at skriva. Nåh, men here goes :) Flogtúrurin úr Kastrup til NY gekk super. Vit vóru 1 tíma seinkaðar úr Kastrup, men komnar í flogfarið greiddi flogskiparin frá, at túrurin 'bert' fór at taka okkum 8 tímar - so alt í alt lendu vit eftir ætlan :) Una svav fyri tað mesta, meðan Malan ikki fekk blund í eygað. Orsøkin var helst, at tá vit komu í flogfarið fingu vit toll-pappírir at fylla út, har vit skuldu greiða frá, um vit høvdu tikið mat við inn í landið (hetta er ólógligt). Malan hevði sum ein ektaður føroyingur tikið sær turran fisk við heimanifrá, so hesi toll-pappír komu ikki væl við :p Hon spurdi stewardessuna , hvat fór at henda, um hon svaraði ja til spurningin viðv. um man innflutti nakran mat, og hendan svaraði á rungandi svenskum "Så får du probleeemeeer"!!! So hon svaraði nei, og satsaði uppá, at hon ikki varð tikin í tollinum - og tað varð hon heldur ikki. Nåh, komnar til Newark floghavn skuldu vit gjøgnum tollin. Mamma mia - tað var ein kø, sum vildi nakað. Har stóðu vit í knappar 2 tímar, og vit blivu heilt bangnar fyri, at baggagan ikki lá á rullibandinum, tá vit einaferð komu út. Men eftir at hava svara spurningum viðv., hvat vit vildu í landinum osv, givið fingraavtrykk og tikið mynd, sluppu vit endiliga eftir bagganuni, sum enn lá á rullibandinum. Hurra fyri tí :) Komnar útum fóru vit at leita eftir einum beinleiðis shuttle-bussi til okkara hostel, tí vit vóru ótrúliga troyttar (jetlag - juhu!). Har møttu vit Valerie, okkara sister from another mother :D Hon var ótrúliga festlig og blíð, og fekk okkum at smílast uppum bæði oyru. Hon gav okkum eitt gott inntrykk av amerikanarum, og hetta varð bert staðfest aftur og aftur á túrinum. 1-2-3 og so var mini-bussurin har, og vit settu okkum vælnøgdar í hendan :) Komnar fram á hostelli fingu vit aftur nokk av smílum, og checkaðu inn á okkara 10-mans kamar. Vit gingu ein lítlan túr runt á hostellinum, og longu eftir 10 min. høvdu vit tosað við nógv fitt ung fólk. Vit fóru tó tíðliga í song hetta kvøldið, og svóvu sum steinar í samfullar 12 tímar.
Morgunin eftir komuna meldaðu vit okkum til ein gratis tour, sum skuldi vísa okkum býin, og hetta inkluderaði eisini ein túr við báti til Staten Island (har vit sóu The Statue of Liberty sera væl). Og hvat, á listanum sóu vit, at tveir dreingir úr FØROYUM, ja tit lósu rætt, eisini høvdu meldað seg til. 50.000 íbúgvar í Føroyum, og 4 av teimum á sama hostelli, í sama býi, sama tíðarskeið - wauw :) Emil & Andrias itu teir, og vóru teir sera blíðir og fittir, og ikki minst glaðir fyri at tosa við føroyingar aftur (teir hava báðir tikið eitt semestur her yviri). Túrurin var sera spennandi og stuttligur, og vit fingu m.a. sæð nýggja World Trade Centri (Freedom Tower), Ground Zero, Wall Street, Pier 17, Brooklyn Bridge, Staten Island, The Statue of Liberty og mangt mangt annað! À Staten Island sóu vit eisini eitt minnis-pláss fyri teimum íbúgvunum á Staten Island, ið doyðu 11/9. Hetta var ikki sum onnur minningar-støð, tí her høvdu tey við steini sett upp allar profilarnar (andlitið), hjá teimum deyðu.
Heimkomnar fóru vit saman við øðrum frá hostellinum til eitt gospel-møtið í Harlem. Sera áhugavert og SERA vilt!:D Tey vóru simpulten garvill, og tann, ið talaði, tosaði m.a. um at vilja sláa fólk í gronina o.t. Men gott var tað so í øllum førum. Eftir hetta fóru vit, saman við Emil, Andrias, Tessu (ein úr Sydney) & Karen (ein úr NZ) á eina Jazz-bar at fáa okkum lekkran mat :)
Dagin eftir fóru vit ein túr við fólkum frá hostellinum at hyggja eftir miðbýnum. Guidin vit høvdu var ótrúliga undarligur, dugdi illa at tosa enskt og var hálvgum óbehagiligur, so vit (Una & Malan) valdu faktisk at rýma úr bólkinum, og síggja býin sjálvar :p Henda dagin vóru vit í Lincoln Center, gingu ein túr í Central Park, vóru í Trump -tower, sóu heimsins størsta diamant í Tiffany's, gingu eftir 5. avenue, har vit sóu alskyns handlar (og útsølur - Note To Self: Vit SKULU til New York einaferð, tá januar-útsølan er!!). Nåh, men sum gírigir fjakkarar, gingu vit beint forbí ALLAR handlarnar. Sìðan sóu vit Rockefeller Center, vóru í Grand Central Station, Bryant Park & at enda valdu vit at fara upp á toppin av Empire State Building (86. hædd). Wauw tað var flott - eitt ótúligt útsýni yvir New York á kvøldið, við alskyns ljósum & høgum bygningum.
Komnar heim fullar av upplivingum, møttu vit føroyingunum á hostellinum. Vit avtalaðu við teir at eta tann turra fiskin sama kvøldið, soleiðis at Malan slapp undan enn einum nervasamanbrotið umborð á flogfarinum til L.A og kundi sova eitt sindur :p So hetta gjørdist eitt føroyingakvøld við turrum fiski, eplum og smøri.. Ordiliga skeg og festligt! :D Hetta høvdu vit ikki væntað, tá vit fóru úr Føroyum. Seinni um kvøldið sótu vit og spældu Jenga (klods-major), áðrenn vit (teir 4 føroyingarnir & Tessa) fóru út at spáka ein túr, fyri at vita um vit funnu eina lokala barr. Tað gjørdu vit eisini, men tá vit báðar eru undir 21 ár, sluppu vit sjálvandi ikki inn, so tað endaði við at vit fóru bara heim í song!:)
Síðsta dagin í New York valdu vit at slappa eitt sindur av. Vit høvdu sæð tað mesta av tí, sum vit ætlaðu. Vit svóvu leingi, skypaðu við teimum kæru heima í Føroyum, uploadaði myndir o.s.fr. :) Malan fór út ein túr við Tessu.Tær/ vit fóru ein túr í Central Park at skoyta (tað var sera hugnaligt kavaveður henda dagin), ótu ein hot-dog & fóru ein túr í StarbucksJ Sera hugnaligur dagur. Una hevur eitt so býtt knæð, so hon kundi ikki fara við at skoyta! Vit skulu annars møtast aftur við Tessu, tá vit fara til Sydney í februar mánaða J
Seinasta kvøldið skuldi njótast til fulnar, so vit gjørdu okkara egna mat (lasagnu). Tað vóru fólkini í køkini á hostellinum sera imponeraði yvir, tí fólk plagdu bert at keypa liðugan mat og annað lætt. (Her fær ein ikki lasagnu í pakkum, men má keypa alt seperat). Vit halda tó ikki, at tað er at gera nógv burturúr at gera lasagnu, hehe :p Emil & Andrias vórðu bjóðaðir við at hjálpa okkum at eta stóru lasagnuna, og teir søgdu, at hetta var besta máltíð teir høvdu fingið í langa tíð (vit halda tað varð sagt í 'medlidenheit', tí lasagnan var altso ikki serliga góð :p). Eftir hetta fóru vit báðar, Emil, Andrias, Tessa, Karen & David ein túr á Times Square! Hetta var stórsligið, men tó ikki nakað, ein tímur at hyggja at leingi. Vit royndu at fara á eitt diskotek, ið hostelli anbefalaði, har 19-ára gomul sluppu inn, men hetta vísti seg at kosta 60 dollarar, tí onkur serligur DJ var har, so vit báðar fóru so fittar heim í song kl 00.30, meðan hini fóru út onkra aðrastaðni. Vit skuldu upp kl. 06.30 í morgun, so vit vóru sera glaðar, tá vit vaknaðu, at vit vóru farnar heim tíðliga.
Shuttle-bussurin , ið skuldi koyra okkum beinleiðis til JFK-floghavnina kom til tíðina, og at checka-inn gekk sum smurt. So alt í alt gekk alt akkurát sum tað skuldi J
Vit sita nú í flogfarinum áveg til L.A., har vit eftir ætlan lenda um eini 5 tímar. Vit eru sera væl nøgdar við uppihaldið í New York, og ráða øllum til at fara ein túr har, og uppliva ein veruligan pulserandi stórbý. Hostellið var sera gott, trygt, lá væl fyri & allir hentleikar vóru at finna har. Har var sjónvarps-stova, uppihalds-stova (henda hevði m.a. Wii & Guitar Hero), teldurúm, góður køkur, kafeteria, vaskirúm (til mammurnar: Vit hava vaska okkara egnu klæðir - wuhu :D) o.a. Kømurini vóru eisini góð, men vit saknaðu tó eina heita góða dýnu (og sjeikarnar báðar) í øllum kuldanum um næturnar J Vit hava møtt eina rúgvu av spennandi & fittum fólkum, og vit fara óiva at hava samband við fleiri av teimum. At búgva á hostelli er ein ótrúliga góður møguleiki at møta øðrum fólki, serliga ungum, ið gera tað sama sum ein sjálvur! Samanhaldið millum tey ungu er gott, og man deilir upplivingar ímillum sín.
So niðurstøðan á hesum langa bloggi er tann, at vit elska NYC & fjakkaralívið!! :D
Hetta var so tað fyri hesuferð. Vit hoyrast, tá vit eru í L.A. J
Havið tað so gott øll!
Klemm,
Una & Malan
- comments
Eydis Sera áhugavert at lesa, ikki minst tað at tit ´bjóða øðrum til heimagjørdan mat og tit vaska klæðir sjálvar. Oðratakið sigur jú at " neyð lærir nakna kvinnu at spinna" og tað passar fínt til hetta her. Alt tað besta og Jesus verið hjá tykkum. Heilsan Eydis
Nina Hey tit báðar :) Sera áhugaverdur bloggur, tað situr í beininum at skr. hjá tykkum. Tað er gott at tit hugna tykkum ,og ikki minst at tit møta øðrum fólki eisini, tað er jú tað sum eisini er meininigin.Ja og so kunnu tit sita í flogfarinum og vera á netinum við, ja verðin er NÓGV størri enn vit vita , vit sum sita her í Fø!! Gott er at tit skr alt niður, tí við so nógvum upplivingum, dettur okkurt purturúrmillum, um tit ikki gera tað..!!! Eg sigi sum Eyðdis, gott at tit "duga" at vska klæðir og gera mat, tað er gott at vita tá tit koma heim.. HI HI ;) Nå men havi tað nú so gott, alt tað besta har í LA, Vit hoyrast. Muss og klemm Nina
Jonny Framhaldandi góða ferð!