Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tykur øll
So varð 3.jan., dagurin áðrenn tann stóra ferðin av álvara byrjar. Vit eru staddar í Greve heima hjá ommu og abba Maluni. Her vera vit forkelaðar, og tað njóta vit ordiliga, áðrenn vit skulu út at búgva í 10 mans kømurum, við wc á gongini, deila felags køk og so framvegis
Dagurin í gjár var ein sera harður dagur, har vit søgdu farvæl við okkara kæru. Nógv tár vórðu feld, og allan dagin gingu vit við knútum í búkinum. Men hetta komu vit yvir, og eru nú sera spentar til í morgin. Vit mugu bara læra okkum at liva við sakninum, so skal tað nokk ganga!
Vit fara á flog 12.20 danska tíð, og framman fyri okkum bíðar ein flogtúrur á 9 tímar, áðrenn vit lenda í New York 15.15 teirra tíð. Spennandi verður at vita, hvussu tað er at sita í einum flogfari í samfullar 9 tímar!
Tit hoyra frá okkum aftur, tá vit eru lendar í New York, The Big Apple, The city of dreams ella kalla tað tað tú vil
Havið tað gott
Malan og Una
- comments
Nina Hey tit báðar. Sum tað er spennandi hjá tykkum, eitt upplivilsi fyri lívið. Vit eru spent til at hoyra frá tykkum, og ikki minst til at vita hvs fer at ganga at flúgva so leingi! Vit glaða okkum til at siggja fyrstu myndirnar..har frá tykkum. Al tað besta Nina ( mamma :) )
Eydis mamma Hey. Tað er gott at ferðin er byrja og at búkarnar hava tað betur. Gleða okkum til tær fyrstu myndinar koma og síggja tykkara fittu trýn í New Yook. All the best.
Nina Hey :) Tað var so gott at síggja tykkum á skype..:) Tað sá super út har tit eru, og so øll hasi ungu fólkini, cool hjá tykkum:) Tað verður spennandi at fylgja við hvar ið tit fara, og ikki minst til hvørji fólk tit møta :) Ak ja her er regn, stormur og vindur. So njótið tað til fulnar!! Havi tað so gott, og MINNIST til at passa uppá hvørja aðra. Jesus verið hjá tykkum. Muss og klemm Mamma