Profile
Blog
Photos
Videos
Sawadee ka :)
Hendan náttin hjá Gurið var ikki so góð. Gurið var nemliga blivin bitin av moyggjabitum, tá vit róu í kano. Hon hevði fingið heili 40 bit :( Hesi vóru rættuliga hovin og skriðaðu illa. Fyrst royndu vit at fáa tað betur við at hava ein kaldan lappa liggjandi á bitunum. Tá hetta ikki hjálpti, royndu vit at koyra cooling spray á, og síðani tikara balsam. Tá hetta heldur ikki hjálpti, tók hon panodil í vón um at hetta fór at hjálpa. Men nei. Síðani byrjaði hon uppá pencillin kur, men einki hjálpti.. Seinni í dag fóru vit á apotekið, har vit keyptu okkurt antibiotika - bæði eitt at smyrja á bitini og eisini tablettir. So keyptu vit báðar eisini hvør sítt moyggjabita spray - so vónandi sleppa vit undan hesum býttu moyggjabitunum nú! :)
Í morgun skuldu vit aftur upp kl.8, soleiðis at vit lukkaðust at fáa morgunmat áðrenn okkara túr við long tail báti til fýra oyggjar. Hesin túrur byrjaði nemliga kl.8.30. Komnar oman á strondina møttist vit við øllum teimum, ið eisini skuldu við á túrin :) Her var eitt par frá Singapore, ein genta og drongur frá Týsklandi, ein danskari, ein genta frá Australia og so eisini eini eldri hjún frá Norra :) Øll vóru sera fitt. Guide'in hjá okkum minti okkum akkurát um ein pirat :p Hann hevði langt svart hár við einum sovorðnum turriklæði um, og so gekk hann og hoppaði runt allastaðni á bátinum - virkuliga herlig typa :)
Fyrst gekk leiðin á oynna Tab Island. Hendan oyggin liggur beint við tvær aðrar, Chicken Island og eina aðra. Tá tað er fjøra ber til at ganga í millum tær. Hesar oyggjar vóru so lekrar, og so bar eisini til at snorkla her! Her vóru nógvar koralir, so tá vit snorklaðu, sóu vit nógvir ymiskir fiskar, her í millum nemo-fiskar :) So sigldu vit á hina síðuna á Chicken Island, har tað bar til at leypa í havið at snorkla. Gunnvá hevði brent seg um ryggin, so hon hevði akk smurt seg inn í sólkrem, so hon leyp ikki í havið við Gurið. Í havinum sá man ikki langt fram um seg, so áðrenn man visti av, var man knappiliga í millum nóógvar fiskar. Hetta var ordiliga fantastiskt - men Gurið bleiv við at hava hajar í baktankanum, men har var tíbetur eingin at síggja nakrastaðni! ;)
Tá vit vóru liðug at snorkla fóru vit at eta døgurða á Poda Island - vit fingu lekran thai mat við grønum karry, kyllingi og sjálvandi rísi :) Eftir at hava slappa av her eina løtu, fóru vit til Railey Beach. Øll siga at her er so fantastiska flott, men í tí vit koma til strondina byrjar at oysa niður! So tvey valdu at fara í eina grottu at hyggja eftir málningum (fallos symbolum), meðan vit onnur sótu í bátinum og krokaðu. Tá hesi bæði komu aftur, vóru tey so vát, at man skuldi trúð at tey høvdu svomið í klæðum :p So gekk leiðin heim aftur til Ao Nang - tað er í hesum økinum vit búgva í. Hetta økið er sera merkt av turistum.
Seinni um kvøldið fóru vit út at eta, og hareftir gekk leiðin í eina barr at spæla pool :) Hetta var soo skeg, tí vit duga so illa! Vit keyptu okkum so fanta og cola; Gunnvá var so vekk í spælinum, at hon kom til at seta glasið við síðurnar av borðinum og tað brótnaði. Ups! :D Eftir tvey flovislig pool spøl fóru vit gongutúr runt í býnum. Meðan vit ganga runt her, setur ein maður eitt stórt fýrbein á armin hjá Gurið. Tað dekkaði næstan allan armin! :) Fýrbeini uppførdi seg pent, og var bara standandi í sama stað ;) Eftir at hava staðið við tí eina løtu, og tosa við mannin um, at vit ikki vildu hava mynd við tí, tók hann tað av, og so gingu vit víðari. Komnar 5 metur longur fram, blakar ein maður eina apu í favnin á Gurið! Vit stóðu bara púra býttar og flentu - hetta høvdu vit ikki verið úti fyri fyrr :) Apan var so fitt og hevði ordiliga bleytar hendur :p So góvu vit eisini hesum manninum apuna aftur, og fóru at keypa okkum ís.
Tá vit komu heim aftur fóru vit at spæla kort og bara slappa av inntil vit fara í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Karin Eg haldi tað er ordiliga synd í tykkum at blíva so illa stungnar av mýggjabitum :( Gott at tit hugna tykkum allíkaval.....góðan túr við kano í morgin :)
Jonny Tað er ræðuligt at hava sovornan skriðað, vónandi fer tað at ganga betri. Ljóðar ordeliga spennandi alt tit hava upplivað. Ansið væl eftir tykkum! Framhaldandi góðan túr. Xoxo
Mannbjørn Tað er bara at bíta aftur!