Profile
Blog
Photos
Videos
Heyyy tit har heima :)
Í morgun svóvu vit til kl. 11.30, og skundaðu okkum upp tá. Vit skuldu vera úti úr kamarinum áðrenn kl. 12, tí annars skuldu vit gjalda fyri eina nátt afturat, so tað hevði ikki verið so smart. Vit kláraðu tað akkurát og checkaðu síðani út av hotellinum. Nú skuldu vit finna okkara næsta hotell, so vit avgjørdu at taka eina taxa. Áðrenn hyggja vit í papírið, har tað stendur, hvussu hotellið eitur. Tá vit hava funnið útav tí, sigur Gurið, "Eg haldi, at eg veit hvar tað er". Hon hevði lagt merkis til tað, tá vit høvdu gingið forbí tað einaferð, tí hon helt hetta vera so lekkurt. Av tí vit vistu nøkulunda, hvar tað var, og at tað ikki var longur enn 7-10 min til gongu, avgjørdu vit at ganga oman. So har fóru vit tuskandi omaneftir gøtuni við einum stórum ryggsekki á bakinum og einum lítlum frammanfyri í bakandi hita (sólin skein oman og niðan og tað var sooo heitt - uml.35 gradir). Tað hevur sikkurt sæð nakað herligt út ;)
Komnar á hotellið, sveittutar og troyttar, checka vit inn, men konan, sum arbeiddi, segði, at kamarið var ikki klárt enn, so vit máttu bíða nokso leingi. Ímeðan vit bíðaðu, fóru vit í Subway og keyptu okkum ein lekkran sandwich, av tí vit vóru soo mega svangar (høvdu ongan morgunmat etið, av tí vit vóru ov seinar uppi). Vit avgjørdu so at fara at svimja í svimjihylinum á hotellinum og sóla okkum. Til endans fingu vit okkara kamar, sum er ordiliga lekkurt :) Vit løgdu okkum í stólarnir, sum standa á altaninum til kamarið. Gurið sovnaði í honum, men Gunnvá legði seg heldur í seingina at sova. Seinni tá Gurið vaknar, kemur hon eisini í kamarið at leggja seg. Kl. 19 eru vit báðar vaknaðar, og fara at gera okkum kláran at fara út.
Vit avgera at keypa ein sandwich aftur í Subway, og fara so aftaná í The Irish Rover. Sum avtalað møta vit Graeme, Jordan, Luke og Robbie, har allir eru frá Canada. Vit práta fyrst saman eina løtu og fara síðani at spæla pool :) Vit vóru tvey og tvey saman, meðan tvey sótu yvir. Av tí at vit báðar ikki hava roynt at spælt pool so ofta, vóru vit í hvør sínum parti. Aftaná fóru vit víðari til onkra aðra barr, av tí at her var tað gratis at spæla pool :p Í síðsta spæli vildu vit báðar spæla ímóti tveimum av teimum. Tað gekk faktisk betur enn vænta. Vit vóru frammanfyri allatíð, men 8-arin oyðilegði tað fyri okkum, tí hann lá allatíð í vegin :p tá teir høvdu vunnið, manglaðu vit bara tvær kúlur :) So vit vóru nokso stoltar av okkum sjálvum :p Síðani tóku vit ein tuktuk, har vit øll seks kroystu okkum inn; nú gekk leiðin til Luna Beach Bar, tí vit vildu sleppa at dansa. Vit dansaðu næstan alla tíðina, og síðan fóru vit ein gongutúr oman á strondina. Gurið var farin úr skónum, meðan vit dansaðu. Tá vit skuldu fara avstað, eyðnaðist tað okkum bara at finna ein skógv aftur - so Gurið noyddist at ganga heim í berum bibbum :p
Klemm Gurið og Gunnvá.
- comments