Profile
Blog
Photos
Videos
Heey aftur :)
Í dag er okkara síðsti dagur á mojo surf. Vit hava eina surf lektión í morgun um 7-tíðina, men tá tey komu at vakja okkum, fóru vit ikki upp. Gunnvá hevði næstan einki sovið alla náttina vegna pínu í eini tá, sum eisini gjørdi at hon haltaði. Knøini hjá Gurið høvdu tað ikki ov gott, tí tey tóku fallið, tá hon datt í storminum í gjár, so heldur ikki hon kláraði at standa á einum surf boardi, tí tá skal man hava boygt knø allatíð. Báðar Line'urnar fóru heldur ikki at surfa. Vit lógu tí í songini eina góða løtu, áðrenn vit fingu belag at fara upp at fáa okkum morgunmat. Næstan øll vóru úti og surfaðu, so tað vóru bara vit fýra, sum ótu. Tá vit vóru liðug at eta, komu øll hini aftur. Tey søgdu, at aldurnar ikki vóru eins góðar í dag, so tað var ringt at surfa. Tá tey høvdu etið, søgdu vit bei við instruktørarnar, Hester og Kevin. Hester og Kevin skulu vera her tveir dagar afturat, men koma eisini at búgva á Wake Up, tá tey koma til Sydney; so vit síggja tey allarhelst aftur tá.
Busstúrin í dag tekur 7 tímar, so vit hugdu eftir tveimum filmum 'Flight of the Conchords' og 'Bad Boys II'. So tíðin fleyg avstað. Eisini høvdu vit tvey stopp, har vit keyptu at eta.
Tá vit komu til Sydney, chekkaðu vit inn á Wake Up. Kamarið var tómt, so vit avgjørdu at leggja okkum eina løtu at sova. Men tá vit hava ligið í einar 15 min, og ikki eru sovnaðar enn, bestemma vit okkum heldur at fara at gera døgurða. Vit fóru tí út í eitt supermarked, ið liggur tætt við, at keypa inn. Aftur í dag keyptu vit tuna, tí vit eiga pasta og mais á hostellinum, og eisini tí at vit dáma tað sera væl :p
Tá vit koma aftur, fara vit at gera mat, og síðani aftur niðan á kamarið. Nú eru fleiri fólk í kamarinum, og vit báðar halda at tann eina gentan virkar so kend. Vit tosa við fólkini eina løtu, og finna síðani útav, at hendan týska gentan, ið vit halda virkar so kend, faktiskt búði á kamarið við okkum á Calypso Backpackers í Cairns. Undarligt :) Orsøkin, til at vit ikki kendu hana so gott beinanvegin, var, at vit vóru allatíð so upptiknar í Cairns, at vit nærmast ikki vóru á hostellinum. Tá vit høvdu roksað í kamarinum eina løtu, fortaldi tann týska gentan, at man kundi fáa frítt internet beint við hetta hostellið; tað æt Wicked Travel. Tá vit vóru liðug at roksa í kamarinum, fóru vit ein lítlan túr inn á Wicked Travel at chekka mailini. Tá vit høvdu gjørt hetta, fóru vit á felagsøki á hostellinum at slappa av framman fyri tv'inum, meðan vit skrivaðu bloggar. Vit blivu øgiliga lekkurtsultnar, so tað var gott, at vit høvdu keyptu nokk av mousse og sjokulátu :p
Her sótu vit so inntil klokkan gjørdist 00, og fóru síðani í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments