Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Vit eru enn í Surf Camp. Vit hava nú sovið okkara fyrstu nátt í The Beach House her á Crescent Head. Vit skuldu upp kl. 8 at eta morgunmat, og hareftir út at surfa kl. 9.30. Strondin liggur ikki líka tætt við surf campin, sum hon gjørdi á Spot X, so vit vóru noydd at ganga ígjøgnum skóg. Av tí at tað var eitt sindur at ganga til tað staðið á strondini, har vit skuldu surfa, sluppu vit undan at bera surf boardini allan vegin. Ein bilur koyrdi tí øll surf boardini hartil. Av tí at húð var skrava av summastaðni á búkinum hjá Gurið, var hon hesa ferð og surfaði í tí nýggja toppinum ("Find Your Mojo"), sum vit fingu í Spot X. Gunnvá var aftur í morgun í wetsuit, men hon var tó noydd at tape'a hendurnar inn, tí hjá henni var húð skavað av hendrunum.
Tað var soo deiligt at sleppa at surfa aftur, hóast vit vóru rættiliga eymar allastaðni. Tá man kom út í vatnið, gloymdi man alt um hetta, og konsentreraði seg bara um at fanga aldurnar. Vit komu aftur hesa ferð upp at standa ofta, og hava nú ikki ordiliga brúk fyri hjálp frá instruktørunum við tí meira. Nú handlar tað meira um at læra at pump'a og venda. Meðan vit surfa byrjar at regna, men tað gjørdi faktiskt ongan mun, tí vit kundu surfa uppá akkurát sama máta. Eftir eina løtu steðgaði tað aftur, og sólin kom enn eina ferð fram. Vit vóru nøkur, sum setti okkum niður á surfboardi at slappa av eina løtu, meðan vit hugdu út yvir havið. Knappliga síggja vit ein flokk av delfinum svimja forbíð. Teir plaga at leita sær eftir onkrum at eta her, og eru tí ofta at síggja. Av tí at fleiri eru langt úti og surfa, tvætla vit býtt við tey og rópa "sharks", meðan vit gera haja-teknið. Øll hvøkka við, og skunda sær inn! :D Hehe :)
Tá vit hava surfa í tveir tímar, er tíð at fara aftur til the Beach House. Vit eru øll ordiliga svong, og skunda okkum tí at ganga niðan til bilin við surf boardunum og síðani aftur til campin. Bilurin stendur uppi á vegnum, so vit noyðast at ganga niðan í gjøgnum ein bunka av sandi, og síðani eftir eini gøtu, ið er í millum nógv trø.
Tá vit hava etið døgurða, blaka øll í okkara kamarið seg í songina, har øll steinsovna. Vit blíva vakt av einum instruktøri, tá klokkan nærkast trý, tí tá byrjar okkara næsta leksión. Vit fara so at gera okkum klár; hesa ferð bestemmar Gunnvá seg fyri eisini bara at vera í einum toppi uttanyvir bikini'ið eins og Gurið - hetta angraðu vit báðar tó seinni, tí tað vísti seg ikki at vera so smart; vit skuldu heldur havt latið okkum í wetsuit.
Vit gingu oman á stondina, og eftir strondini til sama staðið, vit høvdu verið á í morgun. Meðan vit gingu, føldu vit at tað var eitt sindur av vindi, men hetta gjørdi einki fyri surfingina. Vit blakaðu flip-flapparnar við nakrar steinar, og fóru síðani út í vatnið. Tað gekk ordiliga gott hjá øllum at surfa í dag, og vit høvdu tað ordiliga skeg. Tá vit hava surfa eina løtu, síggja vit at himmalin á tí einu síðuni er ordiliga svartur. Vit leggja eisini merki til, at vindrætningurin er broyttur. Vit fáa tó einki at vita frá instruktørunum um at steðga surfingina, so vit blíva við at surfa. So byrjar at regna; regnið minnir um regnið í morgun, so vit tonktu ikki so nógv yvir hetta. Tað svarta skýggið kemur bara nærmari og nærmari, og áðrenn vit vita av, blívur tað so myrkt, at tað virkar sum tað er nátt. Regnið verður harðari og harðari, og til endans følist tað, sum man verður pískaður, hvørja ferð man fær ein dropa á seg. Vit liggja í vatninum, tí tá fáa vit ikki líka ilt av regninum. Tá vindurin byrjar, fáa vit at vita frá instruktørunum, at vit skulu byrja at koma upp úr vatninum. Regnið verður uppaftur harðari, nú tá vindur eisini er. Vit brúka surfboardini til le fyri vindinum og regninum, og stilla tey tí í sandin, soleiðis at tey dekka okkara kropp. Meðan vit standa her, halda øll tað vera rættiliga skeg, so vit rista bara við høvdinum til hvønn annan og flenna. Her høvdu vit enn kontrol á situatiónini, og eru tí so rólig. Men vindurin versnar og versnar, so vit føla at tað verður tyngri og tyngri at halda ímóti surf boardinum. Knappliga vera øll blást um koll av vindinum - tað var eingin tjansur at standa. Vit báðar høvdu hugt yvir á hvørja aðra beint áðrenn vindurin fór avstað við okkum, men blivu blástar í hvør sín rætning...
Gurið:
Vindurin var so harður, at tað var eingin møguleiki hjá mær at halda ímóti. Eg var tann, ið stóð longst út ímóti havinum, so tá vindurin bleiv so harður, bleiv eg blakað í leysari luft út aftur í havið. Av tí at eg fór í leysari luft, tóku knøðini fallið, og eg kláraði tí ikki at ganga (tað var tó eisini rættiliga ómøguligt í vindinum). Surfboardið tekur nógvan vind á seg, so tað einasta hjá mær at gera, var at trýsta finnirnar, sum eru undir surfboardinum, niður í sandin, og halda í surfboardinum soleiðis at hvørki eg ella surfboardið skuldi fara á flog. Meðan eg royni at gera hetta, missi eg takið á surfbordinum, og surfboardi fer avstað við vindinum. Men surfboardið hevur eina sovorðna fótreim, soleiðis at surfboardið er bundið fast til surfaran. Hetta var eisini hjá mær, so hóast surfboardið var farið við vindinum, hekk tað og danglaði í luftini, tí tað er bundi fast til fótin hjá mær. Eg bleiv togað eitt sindur omaneftir við boardinum, men fekk tíbetur fatur á bandinum, ið er rundan um ankilin hjá mær, og kláraði at toga surfboardið til mín og trýst tað niður á jørðina aftur. Tað var einki hjá mær at gera, uttan at liggja og halda í surfboardinum og bíta pínina í meg, ið kom av regninum, sum nú eisini var blanda við sandi. Tá eg liggi her, síggi eg fleiri surfboard flúgva forbíð meg.
Eg royni at hyggja rundan um meg, meðan eg liggi her, fyri at vita um nakar er at síggja. Regnið er so ógivsligt, at man sær næstan einki fyri tí, og tað hjálpur sjálvandi ikki, at tað er blivið so myrkt úti. Eg síggi ongan nakrastaðni, og tá byrji eg at hugsa um Gunnvá. Hvar má hon vera? Seinast eg sá hana, bleiv hon akkurát tikin av vindinum. Meðan eg liggi her og spekulerið uppá Gunnvá, og um hvussu í allari víðari verð eg skal bera meg at við at sleppa vekk úr sjónum, byrja snarljós og tornan at ganga. Nú bleiv tað knappiliga meiri vandamikið, og eg kundi ikki longur bara liggja her og bíða inntil tað ringasta var yvir. Eg hevði enn nógva pínu í báðum knøunum, og tað var eingin tjansur hjá mær at ganga við surfboardinum, tí tað tók alt ov nógvan vind á seg. So síggi eg, at eitt snarljós slær niður á jørðina, og tá visti eg, at eg mátti VEKK av strondini! Eg var enn í vatninum, altso vatnið var ordiliga grunt, bert 5-10 cm, so hvørja ferð ein alda kom, kláraði eg at fara við henni eitt lítið sindur upp á strondina. Tá eg bert hevði sand undir mær, bleiv tað torførari at aka seg fram. Eg brúkti tí surfboardi, har eg trýsti tað eitt sindur fram, og togaði meg hareftir til tað. Tá eg hevði gjørt hetta eina løtu, hugdi eg aftur um meg, og sá at eg næstan ongan veg var komin. Eg royni tí at hugsa um okkurt annað at gera, ið kann fáa meg av strondini skjótast gjørligt. So síggji eg onkran koma ímóti mær. Tá er tað ein av instruktørunum; hann er heilt chokeraður, serliga um at eg enn liggi á strondini. Hann tekur so boardið hjá mær, og hjálpur mær upp. Eg gloymdi alt um pínina í knøunum nú, og skundaði mær at ganga við honum. Hann var í wetsuit, so tí fekk hann ikki líka ilt av regninum, sum eg. Vit vóru faktiskt bara tríggjar, ið ikki vóru í wetsuit, tað vóru eg, Gunnvá og Sofie úr Týsklandi.
Hann fylgdi mær síðani niðan í gjøgnum tann stóra sandbakkan og niðan undir trøini, har fleiri onnur vóru. Tað var heilt ótrúligt, sum man fekk ilt, tá man gekk henda vegin, tí vindurin hevði so nógvan sand við sær. Tá eg sá tey fólkini, sum vóru her, bleiv eg ordiliga bangin. Gunnvá var ikki har! Eg spurdi øll, um tey høvdu sæð Gunnvá, og tá segði Line tíbetur, at hon hevði sæð hana, men tað var ein løta síðani..
Meðan vit stóðu her og bíðaðu eftir restini av fólkunum, slóð snarljós niður tætt við okkum. Vit vistu at bilurin, ið koyrdi surf boardini aftur og fram var her í nánd, so vit øll byrjaðu leiðina í gjøgnum trøini til bilin. Vit skundaðu okkum so at seta okkum í bilin, men Gunnvá var ikki komin enn...
Gunnvá:
Grundin til, at eg bleiv blást avstað við vindinum, var tí, at surfboardið tók allan vindin á seg, og eg kláraði ikki at halda ímóti. Tá surfboardið hjá mær fer avstað við vindinum, verði eg tikin við boardinum, av tí at eg eisini havi fótreimina á surfboardinum um beinið á mær. Eg fór um koll og bóltaði rút, meðan eg fór í leysari luft við boardinum. Eg hugsaði bara, hvar eg mátti fara at enda. Akkurát í hesi løtu føli eg bara, at høvdið hjá mær smekkast niður í sandin. Eg fái fatur í reimini til surfboardi og síggi tað flagsa uppi í luftini. Tað var sera ringt at halda tí, av tí at vindurin var so harður. Eg hugsaði meg um eina løtu, tí eg visti ikki, um eg skuldi sleppa boardinum, ella um eg skuldi royna at fáa tað við mær niðaná sandbakkan. Men eg síggi beinanvegin, at tað er ongin kjansur hjá mær at taka surfboardið við mær - vindurin var ALT ov nógvur! Eg velji tí at takað reimina av fótinum og sleppi surfboardinum við ringari samvitsku, men í vón um at tað ikki rakar nakran.
Nú var missiónin hjá mær at sleppa niðaná sandbakkan. Eg hevði øgiliga ilt í høvdinum, og hugsaði bara um, at eg ikki mátti svíma ella fella um. Tað var øgiliga ringt at ganga niðan, og sum Gurið hevur sagt, so fekk man ØGILIGA ilt av regninum, sum eisini hevði sand í sær. Eftir at hava strítt mær niðaná, síggi eg onkur fólk og royni at renna til tey. Hetta var beint við sandbakkan ovast á strondini. Her vóru nøkur fólk, men tann, sum eg hugsaði allarmest um, var Gurið. Eg royndi at spyrja fólkini, sum vóru rundan um meg, um tey høvdu sæð hana. Men ongin hevði sæð hana. Vit royna at finna vegin fram til har, vit plaga at avlevera surfboardini, men avgera at fara at kroka aftur, tí tað var so ringt at finna fram. Sofie frá Týsklandi - hon er faktisk lívreddari - stóð og krokaði beint við síðurnar av mær og hevur opinbart sæð, at eg fái øgiliga ilt av regninum. Hon tekur tí eina papperskju, sum er farin við vindinum, og skræðir hana, og biður meg brúka hana at koyra rundan um meg. Her sita vit eina løtu, inntil ein maður kemur og sigur, at teir koma eftir tveimum í senn, og biður hini bíða. Tá hann endiliga kemur eftir mær og eina aðrari, eru bara tveir dreingir eftir. So vit stríða okkum niðan gjøgnum sandbakkan og í gjøgnum trøini til hini. Tað einasta, eg hugsi um, er at finna Gurið. Tá eg komu til bilin, har tey flestu eru, síggi eg ikki Gurið. Eg verið ordiliga bangin, og hugsi um alt møguligt, sum kann verða hent henni. Onkur fortelir mær, at nøkur fólk sita inni í bilinum. Eg renni tí yvir til bilin, og síggi Gurið sita inni í honum. Eg verið sera glað, og loypi inn til hana, og vit klemma hvørja aðra!
Vit vóru so glaðar, tá vit sóu hvørja aðra. Nú vóru øll samlaði, men bilurin var ikki so stórur, so tey vóru noydd at tilkalla ein annan bil eisini. Allar genturnar sluppu við fyrsta bilinum. Tann, sum hjálpti Gurið niðan av strondini, koyrdi bilin. Hann sá út til at vera farin eitt sindur í panik, tí tey høvdu ongantíð upplivað nakað líknandi.
Fyri at sleppa út á høvuðsvegin vóru vit noydd at koyra ígjøgnum ein lítlan veg, men hann var undir í vatni. Vit kláraðu tó at koma ígjøgnum og niðan til høvuðsvegin. Tá vit høvdu koyrt her eina lítla løtu, vóru vit aftur noydd at steðga. Eitt stórt træ lá nú tvørtur um vegin. Vit vistu ikki, um vindurin hevði koppa tí, ella um snarljósið hevði rakt tað, men tað er meiri sannlíkt, at tað er farið við vindinum. Nøkur fóru út at broyta nakrar greinar av trænum, soleiðis at bilurin fekk smoykt seg í millum. Hetta gekk, og vit kláraðu at koyra allan vegin til húsið uttan stórvegin trupulleikar. Vit høvdu koyrt forbíð fleiri trø, ið lógu á og við síðnar av vegnum.
Tá vit komu til húsið, vóru øll rættuliga skelkaði, men eingir stórvegis skaðar vóru hendir. Dreingirnar komu stutt aftaná okkum. Vit fóru so undir brús, har vit líka vaskaðu sandin av okkum. Tað var bara kalt vatn eftir, so vit vóru rættiliga fristar, tá vit komu undan brúsuni. Handklæðini hjá okkum høvdu hingið úti og turkað, so Gurið'sa var ikki at finna, meðan tað hjá Gunnvá lá kliksvátt á gólvinum. Vit sluppu so at lána eitt handklæð frá tí eina instruktørinum frá Týsklandi, so at vit kundu sleppa at lata okkum í turrklæðir.
Instruktørarar høvdu chekka veðurlíkindini, áðrenn vit fóru avstað, og veðrið var sagt at verða gott. Men 20 min. áðrenn stormin, kom ein ávaring um, at eingin mátti fara út. Hesi boðini náddu ikki at koma oman á strondina, og tí vistu instruktørarnar ikki, at hetta fór at blíva so ógvilsigt, sum tað bleiv. Vit hoyrdu, at hetta var ein cyklon, ið rakti okkum, men vit vita ikki. Men eitt er so sikkurt, hetta var ein ORDANS stormur, tí man hevði sum sagt ongan møguleika at standa tað eina tíðarbilið.
Tá stormurin/cyklonin var liðug, bleiv veðrið ordiliga gott og stilt, og sólin kom fram. Tá veðrið var blivið gott aftur, fóru Line og Rune oman á strondina at leita eftir teirra kamera. Tey høvdu eitt sovorðið fínt kamera við oman á strondina hendan dagin, og høvdu lagt tað við onkrar steinar. Tá tey komu aftur, høvdu tey til alla lukku funnið kameraði; tað hevði ligið í le, og var tí ikki flogið avstað við vindinum, men tað var blivið rættiliga vátt. Tað virkaði ikki at tendra, men tey fara at koyra tað til reparatión í Sydney, so vónandi fer tað at virka aftur. Tá tey koma aftur, hava tey funnið báðir flip-flapparar hjá Gurið og ein hjá Gunnvá. Tey søgdu, at teir lógu undir øllum sandinum, so tey høvdu roynt at grava eitt sindur, fyri eisini at finna hin hjá Gunnvá, men funnu hann tíverri ikki. Ótrúligt at flip-flappararnar komu aftur í aftur, men teir hava heldigvís ligið í le. Hetta er nú tað fjórða parið hjá Gunnvá, sum er blivið vekk á okkara ferð :')
Eftir at hava etið døgurða, fór Gunnvá at leggja seg undir dýnuna at lesa, meðan Gurið, Line, Mikki, Line, Rune, Sofie, Andreas og tveir aðrir norrmenn fóru at spæla kort (reyvarhol). Hareftir fór Gurið inn í húsið, har sjónvarpið er, at vita, um tey ikki kundu koyra ein film á. Gunnvá, sum lá uppi á, hoyrdi hetta, og kom eisini oman at hyggja eftir filmi við. Vit báðar, tann týski instruktørurin og ein týsk, ið arbeiddi har hugdu fyrst eftir einum surf filmi av Dane Reynolds. Meðan hann var frá, komu Hester og Nick (ein, ið arbeiðir har) eisini at hyggja við. Tá surf filmurin (vardi bert í 40 min) var liðugur, fóru vit at hyggja eftir Death Proof, har Rune eisini kom at hyggja við.
Tá hann var liðugur fingu við eina massagu frá Nick, og fóru síðani í song.
Vónandi hava tit betur veður har heima ;)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments