Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í morgun høvdu vit sett vekkarin at vekka kl. 9, og vóru so raskar at fara upp tá. Vit gjørdu okkum beinanvegin klárar at fara oman á strondina at sóla okkum. Á veg oman á strondina var rættiliga yvirskýggja, so vit væntaðu faktiskt ikki, at vit fingu sóla okkum tað nógv í dag. Men løtu aftaná klárnar upp, og tað vóru ikki nógv skýggj aftaná tað. Hóast tað góða veðrið, vóru vit ikki verandi longi niðri á strondina. Av tí at tað var flóð í dag, var vatnið nokso langt uppi, og knappliga tá vit liggja her, skolar vatnið líka niðan, har vit liggja, soleiðis at handkløðini hjá okkum verða báði vát og full í sandi. Vit tímdu ikki at liggja her við vátum handklæði, so vit fóru niðan í kamarið at skola/vaska handklæði hjá okkum, og hongdu tað síðani upp at turka úti. Eftirsum Gunnvá var so gott í gongd, fór hon at vaska onkur klæðir hjá sær í hond. Meðan legði Gurið seg oman aftur á strondina; hesaferð hevði hon tikið travel-sheetið at liggja á. Eina løtu aftaná kom Gunnvá eisini oman. Men aftur hesaferð gekk ikki long tíð, áðrenn vatnið fyri aðru ferð skolaði niðan til okkum, og travelsheetið hjá Gunnvá gjørdist eitt sindur vátt og sandut. Tí avgjørdu vit at fara niðan aftur til hotellið at seta okkum útum í garðin; úti í garðinum stendur eitt havaborð og tveir stólar. Vit settu okkum niður her at spæla kort, meðan vit sólaðu okkum.
Tá klokkan gjørdist 13, fóru vit at siga bei við Ralph. Men av tí at flogfarið hjá honum var forsinkað, skal hann ikki avstað fyrr enn seinni í kvøld. So vit avgjørdu at møtast aftur, áðrenn hann fer avstað.
Síðani fóru vit báðar at lata skutaran inn. Tað var onki problem, og vit vóru skjótt liðugar. Nú gekk leiðin yvir í ein handil. Vit fóru inn at hyggja, og her fann Gurið ein hulahop-kjóla og eina kokos BH, sum hon ætlaði at keypa sær heim við til føstulávint. Men av tí at tey ikki áttu eina bestemta BH, men sum tey fingu seinni í dag, avgjørdi Gurið at bíða at keypa hetta til í morgin, áðrenn vit fara avstað. Men Gurið fór ikki tómhent avstað, hon keypti sær eitt armband, ið er gjørt úr skeljum. Tá vit vóru liðugar, vóru vit nokkso lekkursultnar, so vit fóru yvir til eina café, Kai Kai Time, sum er tætt við hotellið, har vit keyptu okkum banana milkshake :)
Nú gekk leiðin heim aftur í garðin at sóla okkum, men vit sótu ikki leingi, av tí at tað var soo heitt. Vit avgjørdu at fara at byrja at pakka og undir brús, tí vit ætlaðu okkum inn í býin seinni. Tað gekk tó seint at pakka; vit høvdu ongan hug, bæði tí vit hata at pakka, og tí vit hildu tað vera keðiligt at hugsa sær, at hetta var síðsti dagur her. Men tá vit endiliga vóru liðugar, fóru vit út á terrassuna á hotellinum, har tey flestu vóru samlaði. Vit sótu her og prátaði, inntil klokkan gjørdist 21, tí tá fór bussurin inn í býin. Í bussinum vóru tað vit báðar, Florian, Christoph, Didier og Nate. Tá vit vóru komin hálvan veg til býin, steðgar bussurin, tí onkur fólk skuldi við her. Og Seth, sum flutti av Vara's Beach House til eitt hostell, var ein av teimum, sum kom í bussin. So hann setti seg hjá okkum.
Tá vit komu inn til býin, avgjørdu vit at fara í Hidie's. Seinni meðan vit vóru her, koma Ralph, Ben og ein frá Argentina eisini har. Vit dansaðu eina góða løtu her, áðrenn vit fóru víðari til Whatever Bar. Av tí at alt gekk so skjótt fyri seg, lukkaðist vit ikki at siga bei við Ralph, áðrenn hann fór til New Zealand.
Síðani skuldu vit finna útav, hvussu vit skuldu sleppa heim. Av tí at bussarnir steðga at koyra um 00-tíðina, og klokkan var yvir, komu vit at tosa við ein, ið hevði ein lastbil, og her lupu vit øll uppí. Tá vit komu heim, fóru vit beinleiðis í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments