Profile
Blog
Photos
Videos
Heyyy tit :D
Í dag er aftur tann 31. mars! ;) Og nú hava vit sovið okkara fyrstu nátt á oynni Rarotonga í Cook Oyggjunum. Av tí at vit ikki hava nakrar planir her, sluppu vit ENDILIGA at sova leingi í morgun :) Vit fóru ikki upp fyrrenn kl. 12.30. Tað var ordiliga lekkurt, tí nú vóru vit ordiliga væl fyri.
Vit ikki fingu chekka inn í gjár, tá vit komu (receptiónin stongir kl. 13), so vit máttu at gera tað nú. Aftaná at hava chekka inn og goldið fyri allar næturnar her, fóru vit at gera okkum kláran at fara at sóla okkum :D Endiliga! So tá vit vóru komnar í bikini og høvdu smurt sólkrem á okkum, fóru vit fyri fyrstu ferð oman á strondina. Strondin eitur Muri Beach, og man kann ikki siga annað, at vit beinanvegin vóru sera imponeraðar av henni. Vatnið var ljósablátt langt út, og man sá líka niður á botnin allastaðni. Sandurin var eisini mega lekkur; hvítur, og harafturat gjørdist hann ikki heitur av sólini (soleiðis at man fær ilt, tá man gongur á honum). Vit fóru beinanvegin at dippa føturnar í vatni. Åhh, sum tað var deiligt; vatnið var slett ikki kalt! Vit løgdu handkløðini út á sandin, og løgdu okkum at sóla okkum ;) Temperatururin var passaligur, og tað var so deiligt at tað allatíð var eitt lítið lot, tí so gjørdist tað ikki so mega heitt, so fyri einaferð skyld var Gurið liggjandi, og fór ikki runt at reika, sum hon altíð plagar ;p Aftaná at hava ligið eina løtu, fóru vit í vatnið. Tað er so grunt langt út á havið, og av tí at strondin liggur inni í eini "vík", vóru tað ongar aldur her inni við. Aftaná at hava verið eitt sindur úti og hugt okkum um, fóru vit inn aftur á strondina at leggja okkum. Gurið legði seg at lesa í síni krimibók, meðan Gunnvá fekk sær ein lúr. Vit halda báðar, at tað er sooo lekkurt bara at liggja og nýta tað, onki at hava at hugsa um uttan at blíva brúnar ;) Tá kl. var 15.30 fór tað at sirma, so vit fóru í kamarið hjá okkum. Tað tekur minni enn 1 min. at ganga til kamarið, tí tað liggur BEINT við strondina :)
Vit fóru at gera filmar við myndunum hjá okkum í telduna, og fóru síðani undir brús, meðan hin sat við telduna. Tá vit vóru liðugar, fóru vit at leita eftir onkrari restaurant ella handli, so vit kundu fáa okkum okkurt niður í búkarnar hjá okkum, tí vit høvdu bara etið tveir breyðbitar í dag. Av tí at alt er nokso dýrt her, keyptu vit tað bíligsta, vit funnu: nuddlir! Hesar kostaði bara 1 NZD fyri pakkan, so vit keyptu okkum ein í part. Komnar heim aftur, fóru vit beinanvegin at gera mat, men trupulleikin var tann, at vit høvdu ongan tendrara ella tendstik, so vit fingu ikki tendra pláturnar. Vit spurdu eina kona um hjálp, men hon hevði ongan. Hon bað okkum spyrja ein mann, sum var har. Tíbetur hevði hann ein, og hann var so fittur at koma at hjálpa okkum at tendra tvær plátur, so vit fingu gjørt okkara nuddlir ;)
Aftaná at hava etið, fóru vit at spæla kort. Vit spældu næstan alt kvøldið, inntil vit fóru í kamarið at skriva bloggar og hugna okkum, áðrenn leiðin gekk í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments