Profile
Blog
Photos
Videos
Hola todos!!
Tad er synd at siga, at vit eru oforar at uppdatera bloggin hja okkum, men vit hava so nogv at gera hvonn dag, at tad er ringt at faa tid at skriva.
Nu hava vit minni enn eina viku eftir her i Arequipa longu. Tidin flygur avstad. Friggjadagin 27.11 fara vit vid bussi til Cusco, har vit vera i 5 dagar. Busstururin tekur eini 10 timar, so tad gleda vit okkum til :) Vit hava bara hoyrt gott um Cusco, so tad verdur spennandi. Serliga er tad Machu Picchu, sum lokkar allar turistarnar til henda byin.
Seinasta manadin hava vit arbeitt a skulanum her i Arequipa. Okid har skulin liggur er nokk eitt tad fatakasta okid i bynum.. Ein bunki av halvt lagadum husum a einum storum sand/grus oki. Fleiri av husinum eru ikki lidug bygd, ti a henda hatt sleppur huskid undan at gjalda skatt. Tey hava bara vatn millum kl 7 og 8 um morgunin, so hetta er odrvisi enn tad vit eru vanar vid har heima. Skulin er eisini ordiliga litil. Bara 4 skulastovir. Elsa og Maria undirvisa level2, har bornini eru eini 7-10 ar. Anna Christina hevur tey minstu bornini saman vid eini gentu fra NY - bornini eru eini 2-7 ar. Tad er sera ringt at undirvisa, ti summi born koma hvonn dag og onnur kanska bara einafer um vikuna. Tad ger tad eisini eitt sindur ringari, at bornini bara skilja spanskt, men vid okkara fabulaktiga spansktniveau er hetta ikki ein storri trupulleiki ;)
Onkur av borninum kunnu ikki koma i skula, ti tey noydast at arbeida i minunum vidsidunarav - soo synd! Tey a skulanum eru oll soo fitt, men nokur eru virkuliga skitin og lukta illa. Man faer ordiliga hug at taka tey heim vid saer og geva teimum eina ordiliga maltid og eitt gott brusubad, men man kann einki geva teimum.
Vit hava fri i vikuskiftinum, so tey vera bara brukt til hygg. Fyrsta vikuskifti voru vit river raftir. Tad var naakad so festligt. Naesta vikuskifti foru vit til colca canyon, og hetta og tad seinasta vikuskifti hevur bert verid brukt uppa avslappning og byturar.
Vit ferdast eini 50 min aftur og fram vid bussi hvonn dag til skulan. Tad byrjar at vera soo troyttandi eftir hondini, ti bussarnir eru so littlir og stappadir av folki, og man faer ti ikki altid eitt sitiplass. Folkini her eru eisini so lag, og av ti sama eru bussarnir so lagir at vit ikki faa stadid upprattar, og um vit eru so heldigar at faa eitt sitiplass, faa vit illa nokk plass til beinini.
Husid her vit bugva er suuper. vit 3 hava eitt stort kamar vid monster storum garderopum og egid WC vid brus - luxus. Her er felagskokur og stor stova. Folkini eru simpulten so fitt. Tey eru allastadni fra - Italia, frankariki, skotland, Tyskland, UK og USA. Oll eru ordiliga ahugad i Foroyum.
vita ikki, hvat annad er at siga? Her er so deiliga biligt, men vit faa ikki ordiliga nytt tad, ti vit eru blivnar naakad so gyrigar!! Nokta at gjalda 7 kr fyri ein taxa fra husinum oman til midbyin. Um vit ikki faa pruttad tad nidur til eini 5kr mugu vit finna ein annan taxa - hihi.
Vit gleda okkum eitt sindur at koma vidari nu og prova okkurt nytt, sjalvt um vit fara at sakna Arequipa, skulan og tey i husinum.
Vit hopa tit oll hava tad gott har heima, og vit skulu royna at vera meir oforar at uppdatera bloggin ;)
Muss og klemm - Elsa, AC og Maria....... xxx
- comments