Profile
Blog
Photos
Videos
Hey aftur oll har heima :)
So eru vit afturkomnar fra "trekking the colca canyon". Sjalvt um vit ikki hava gingid nakad serligt nu I 2 dagar, hava vit enn anspar i lorunum og leggjunum. Hava ongantid verid og trekka fyrr, so vit vistu ikki, hvat vit skuldu forvantad.
Tururin byrjadi vid at ein bussur stod klarur og bidadi uttanfyri okkara hus kl 3.00 friggjanattina. Hetta var ein minivan, sum hevdi setur, id man kundi leggja nokk so langt nidur, so vit hopadu at sleppa at sova inntil vit voru komnar fram, men so var ikki! Komnar ur Arequipa byrjar vegurin at vera mega oslattur og vit sum skuldu koyra i 5 timar til Colca Canyon, fingu nastan ikki blund i eyga, ti vegurin bleiv vid vid at vera oslattur.
Ta vit so enduliga narkadust endanum, stedgadu vit a a einum fjalli fyri at siggja fuglin "condor". Man sigur at moguleikin fyri at siggja condorarnir er 80 procent, so ta vit hovdu bida eina goda lotu, voru vit sikrar uppa, at vit voru ein av teimum 20 procentunum sum ikki sou teir… men so byrjadu onkur folk at siggja okkurt langt burturi fra - haldi tad voru 3 condorar, men teir komu ongantid so nar, at man kundi faa eina goda mynd av teimum.
Sidan hildu vit leidina til colca canyon. Vit byrjadu at trekka fra bygdini, sum er beint vid groftina. I byrjanini gingu vit igjognum veltada jord, men so skuldu vit ned ad bakke! Man skuldi allatid ganga zigzak eftir einari gotu, sum ikki hevdi nakra verju! s*** tad var vemmiligt i byrjanini.
Okkum hevur fingid fortalt, at hetta er tann longsta smalasta groftin i heiminum, so tit kunnu bara fyristilla tykkum, hvussu langt nidur tad var. Nidast i groftini er ein oasis, sum er gjord til nakrar svimjihyljar, og tad var tad einasta, sum fekk okkum at halda a fram, ti har skuldu vit sleppa at svimja i 1 tima, adrenn vit skuldu vidari upp hinumegna groftina til eina bygd, sum kallast Malata. Hvort fet man tok i ti grusutu gotuni, visti man ikki um man for at glida og detta utav - tad var eitt mega obehagilig kensla! Men man helt bara a til man var nidri i oasini. Beinini rystust av modi og tad var mega logi at ganga a slottum, ti man hevdi bara gingid omanbrekki i 2 timar.
Aftana hendan harda turin var tad lekkurt at sleppa i tann kalda svimjihylin at kola seg av og at slappa av inntil nidanbrekkuna til Malata.
Aftana 1 tima i svimjihylinum og eitt sindur av snack, foru vit vidari. Omanbrekka er ring, men at ganga nidanbrekku aftana omanbrekku er gyseligt. Allikaval klaradi Elsa tad uppa minni enn ein tima til bygduna, medan AC var beint i holinum, sidani kom Maria seinni ;) I Malata budu vit a einum hostelli, har vit fingu peruianskan mat og sluppu at royna teirra national buna og dans. Vit triggjar fingu eitt sovikamar til 4, so ein onnur frivillig, sum eisini byr I husinum sum vit bugva, kom eisini at sova hja okkum. Inni i kamarinum voru veggirnir gjordir av mold/grus og vatn og eitt stort hol var i vegginum ut i naturuna. Hetta er hvussu er ikki nakad sum vit hava roynt fyrr, og ta man legdi seg um kvoldarnar, longdust vit eftir okkara egnu song, sum voru hinumegna jordina :/ men vit yvirlivdu 2 natur har, so gingu vit omanaftur til oasisina og keyptu okkum eitt esil at bera okkum uppaftur ur groftini. At sita a einum esli og lata tad ganga eftir ti smolu gotuni, var ikki bara bara! Esli valdi at ganga ytst a gotuni, so ofta helt man, at man for at detta nidur saman vid eslinum. Men vit komu livandi fra ti - heldigvis :)
So gekk leidin heimaftur vid einum storri bussi eftir ti sama hopputa vegnum. Vit stedgadu a vid eitt stad, sum at "hot spring". Tvs heitar keldur fra jordini. Her hovdu tey eisini umgjort keldurnar til nakrar svimjihylar, sum vit sluppu at svimja i. Tad var mega deiligt, serliga ti vit ikki hovdu verid undir brus, sidan vit foru heimanifra tvs i 3 dagar! Eisini stedgadu vit a a toppinum a hagsta fjallinum sum vit koyrdu eftir, sum var uml 4900 m. Ta fingu eg og Anna Christina altitudesjukuna - ilt i hovdi og hjartabankan…
Hatta var so tad, sum vit upplivdu hetta vikuskifti :) hopi tit hava tad gott har heima :)
Vh Maria, AC og Elsa
- comments