Profile
Blog
Photos
Videos
Planlegging í langar banar!
Ja, so nú er ferðaseðilin so gott sum bílagdur, so tað einasta sum manglar nú er at gleða seg - ja, og so ein aaasins rúgva at planlegging! Vit vita nú í høvðusheitum, hvagar leiðin gongur: Síðst í oktober gongur leiðin til Bangkok, Thailand, har vit fara beint víðari til Phuket. Úr Phuket fara til so antin til Koh Yao ella til Koh Lanta - tvær paradísoyggjar í Andaman havinum - og haðani er eisini ætlanin at fara ein túr til Phi Phi oyggjarnar, har filmurin "The Beach" við Leonardo DiCaprio varð upptikin. Ætlanin er at búgva rímiliga luksoriøst hendan partin av túrinum, eftirsum at tað er alvorliga bíligt í Thailandi! Eftir einar 2 vikur í 'Paradísi' fara vit so aftur til Bangkok og vera har einar 2 dagar fyri eisini at uppliva eitt sindur av thailendska stórbýarlívinum.
Úr einum stórbýi fara vit víðari í ein annan, nevniliga Sydney, Australia. Her ætla vit at vera verandi nakrar dagar, áðrenn leiðin gongur víðari til ymisk áhugaverd støð í Australia. Men Australia er (enn) ikki serliga planlagt - men tað skal tað kanska heldur ikki vera? Tað má jú vera pláss til eitt sindur av frælsi - um man t.d. fær eitt suuper gott tilboð at sigla út á Great Barrier Reaf er øgiliga keðiligt at hava eina tokbillet til Queensland sama dag, ha?
Nå, líkamikið hvat, so standa vit við eini rúgvu av planleggin fyri framman. Vit mugu jú minnast til alt frá mýggjabitaspray til hotelbookingarváttanir til vaccinur og eitt ótal av øðrum smátingum, sum skulu uppá pláss áðrenn fráferð - ja, haldi faktiskt eg fari at ringja til læknan um hasa vaccinurnar beint nú! :p
- comments


