Tórshavn, Denmark
1 vika til fráferð
Nú er bert 1 vika, so verða eg og Eydna væl á veg út í stóru verð. Tveir lítlir norðastahyrningar, úr einum býlingi í útjaðaranum í Havnini - ein av heimsins minstu høvuðsstaðum - til ein av heimsins stóru milliónabýum, Sydney. Sum er hava vit ikki lagt tær heilt stóru ætlanirnar fyri túrin enn, einans í heilt grovum linjum. Planleggur man ov nógv heimanifrá, ger hetta teg ógvuliga bundnan at ávísum dagfesting...

