Profile
Blog
Photos
Videos
Ni Hao øll somul :)So upprann dagurin enduliga, har vit sleppa at seta á turra fiskin, sum nú hevur ligið í ryggsekkinum í tríggjar mánaðar. Í dag er jólaaftan og tankarnir fara heim til tykkum, ið sleppa at eta orduligan jóladøgurða :) Vit eru beint nú í Beijing, har vit skulu halda jólini og nýggjár. Teir síðstu dagarnar hava vit ferðast nógv aftur og fram her í Kina, og vit hava fingið nógvar nýggjar og avbjóðandi upplivingar í jólahosuna. Tað síðsta nýggja er, at vit koyrdu tok frá Shenzhen til Beijing, og tað tók okkum "langar" 29 tímar. Alt gott um kinesarar, men pínadoyð tað er eitt øðrvísi fólkaslag. Vit sótu allar 29 tímarnar, meðan vit blivu niðurstardar av øllum, ið sótu rundanum. Tað er so langt vekk frá føroyska kulturinum, sum tað kann koma. Tey roykja allastaðni, ropa og fretla sum best ber til, pilka úr nøs og oyru hjá hvørjum øðrum, blaka skrell og spýta á gólv/dúrki á tokinum, og smaska og svansa verri enn smábørn, men tey eru fitt fyri tað ;) Til tíðir var tað hart at halda vamlinum aftur, men tað hjálpti at fáa iPoddin í oyruni, so tankarnir fóru onkran annan veg. Tey hava ongar hemningar sum helst, tá tað kemur at stara eftir fólki. Eitt sum seint verður gloymt, tað eru wc ' umstøðurnar í tokinum. Vit fara í hvussu er ikki at grenja aftur um wc ' deymin í Cafe natúr. Halgatrý og fimmhálvfjerts tað var ólekkurt. Wc ' kumman sjálv var eitt evarska lítið hol í gólvinum beinleiðis niður á tokbanan. Tit kunnu ætla tykkum hvussu ólekkurt tað var aftaná, tá fleiri hundrað kinesarar høvdu pissað viðsínar av holið og á alt gólvið - og ikki bleiv tað vaskað allan túrin. Tað gjørdi tað ikki fragari, tá øll vassaðu í pissinum í wc'inum og síðani fóru gangandi runt alt toki. Men tað er ein uppliving sum alt annað, og vit taka allar upplivingarnar við í okkara ryggsekk - stórar sum smáar. Túrurin endaði heldur komiskt. Nakrir kinesarir komu og spurdu um teir kundu fáa eina mynd av okkum. Tað vildu vit ikki siga nei til. Aftaná nakrar min. komu allir kinesarnir í vogninum ein og ein og settu so undir liðina á okkum, meðan onkur tók mynd. So nú hanga vit sikkurt so penar á vegginum í onkrari kinesiskari stovu :D Hóast alt, so eru kinesarnir sera blíðir, og sjálvt um teir ikki duga enskt, so royna teir at hjálpa sum fragast. Vit skriva meira um okkara kinesisku upplivningar í næsta bloggi. Hetta er bert ein lítil jólaheilsan til tykkum øll. Sum sagt, so eru vit í Beijing. Vit sita beint nú í einum alvorliga lekkrum hotelli. Halda sjálvar at tað er okkum væl uppiborið aftaná nakrar strævnar dagar. Í morgun hava vit etið nudlir til morgunmat. Í dag eru 15 kuldastig, so nú er jólaveðrið væl vorið, gott at man bara hevur shorts og t-shir'ir við og góðar føroyskar troyggjur :) Nú fara vit ein túr í býin, at keypa okkum onkur jólaklæðir og hvørjari aðrari eina lítla jólagávu :) Í kvøld fara vit út at eta fínt og tá vit so koma aftur á hotelli, fara vit at eta vónandi óalmindiliga góða turra fiskin og syngja góðar føroyskar jólasangir úr 'Okkara Sangbók' :) Kanska vit fara og finna okkum onkran greyt og onkran knapp, so vit eisini kunnu fáa "Rísalamande við mandlu í" (tvs. mandlu gávu eisini) :D Vit sýggja fram til eini spennandi og øðrvísi jól og eitt øðrvísi nýggjar. Vónandi skjóta tey ikki kinesarar á nýggjárnum :)Tað er ikki frítt, at vit hugsa nógv um tykkum har heima nú og um allan góða jólamatin <3 Goymið eitt sindur til okkum ;)Vit báðar stóru kinesisku gentir, vilja ynskja tykkum øllum, ið lesa klummuna, eini fantastiska gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjar :) - við vón um víðari gott samstarv næstu klummurnar :D Stórt jólaklemm úr Beijing til tykkum øll har heima :* Ynskja vit Fríða og Rannveyg :o)
- comments
[email protected] Góðu tit báðar. Vit vilja eisini ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár... Ynskja vit tykkum Torgunn og børnini :)
Jònvør Hey tit báðar :) her er ein" lítil" jólaheilsan frá okkum. Deiligt at haft møguleikan at SKYPA og sæð tykkum "live"...Her heima hava vit hugna okkum orduliga nógv, saman við Ommu og Ingolv. Meeeeen tað er ikki tað sama at halda jól uttan teg Rannveyg, vit saknaðu m.a. tít fjoll,látur og tínar fløtu vittigheitir ...eini øðrvísi jól, men tað er deiligt at tit hugna tykkum í Beijing :)) hopi at húgvurnar passaðu :) 1000 mussar og klemm frá okkum her heima.
Dánjal Petur Eitt gott, kinesiskt nýttár til tykkum - og góða ferð víðari :) PS. Tað trýtur ikki við "øðrvísi" upplivingum hjá tykkum, tað má sigast! - Men tað virkar á tykkara bloggi, sum at tit nú meiri enn so duga at taka alt sum tað kemur...