Profile
Blog
Photos
Videos
Hey okkara fittu vinir og kenningar :)
Eftir ein heldur harðan dag í gjár (26. feb) við massar av jetlag eftir at hava ferðast í yvir 24 tímar, so eru vit ordiliga komnar fyri okkum í dag. Vit skulu allar 6 vikurnar í Buenos Aires búgva á Milhouse Hostel, sum vit dáma betur og betur - tað kann heilt sikkurt anbefalast. Sera ungdommiligt og fólkini, sum arbeiða her eru blíð og hjálpsom, kamari er reint + hostellið liggur mitt í centrum (Microcentro). Hvørnn dag hendur ymiskt, sum hostellið skipar fyri, bæði dag og nátt. Annars so føla vit okkum ordiliga heima her --> um man skal møtast kl 14 er tað ikki óvanligt at fólk koma hálvan tíma seinni, sera róligt og 'lala' fólkaslag, We like! :)
Dagurin í dag hevur gingist við at sóla sær fyrrapart (og ja, tað sæst! Reyðar sum eg veit ikki hvat ;) ) og seinnapart fóru vit ein súkklutúr runt í tí eina partinum av Buenos Aires við einum ferðaleiðara. At súkkla í Buenos Aires er ikki bara bara. Her hava bilarnir fyrstarætt í øllum førum og fólk ganga bara yvir fyri reytt. Tað er bestemt ikki tað sama sum í deiliga súkklubýnum, Keypmannahavn. Á túrinum bleiv tað frágreitt um søguna hjá Argentina og um t.d. Evu Peron (Evita) og hvussu hon kempaði fyri arbeiðarnar, t.d. fekk hon innført at øll skulu hava ein arbeiðsdag á 8 tímar við pausum og tað skuldi eisini vera møgiligt at fá feriu við løn. Á túrinum vijaðu vit eisini grøvuna hjá Evu Peron.
Sum eitt óvæntað surprise á súkklutúrinum, kom Champions League-steypið gangandi forbí okkum tá vit vóru í The Rose garden (kempi stórur og flottur havi) og teir ensku dreingirnir sum vóru við á túrinum gingu heilt amok. Vit fingu at vita at steypið skal ferðast runt í Suður Amerika, óivað tí fótbóltur er so populerur her.
Heimaftur komnar vóru vit sera móðar, skuldu líka venja okkum við hitan og súkklutúrurin vardi eisini í 5 tímar. Hóast tað var tað pláss til ein Tango-lesson her á Milhouse. Fólk vænta at vit vera sera dugnaligar eftir at hava búð her í 6 vikur, tímarnir er ókeypis..... meeeen vi får se ;)
Tann næsta dagin fóru vit sjálvur út at útforska Buenos Aires. Vit gingu í Turist umráðinum, sum fax var sera oyði. Hesin býarparturin var øðrvísi enn tann vit sóu dagin fyri. Har vóru nýmótans háhús og fleiri undir bygging. Vit høvdu sæð á kortinum at har á leið skuldi vera eitt stórt grønt øki, sum lá beint út til havi, so har skuldu vit. Vit gingu oman, men funnið so ongantíð havi tí har var lagaður garður allan vegin yvir og portruni vóru stongd. Seinni funnu vit so útav at har liva villar krokodillur.... fjúúú.... gott at vit ikki funnu uppá nakað svakt sum at hoppa uppum garðin.
Seinni á kvøldinum skipaði Milhouse fyri einum BBQ við lekkrum Argentinskum mati á takinum, mmmmhhh :) Stemningurin var mega chill og vit møttu nógvum nýggjum fólki (sum man allatíð ger :)) Nakrar øl fóru niðurum og ballið helt áfram til tann ljósa morgun, har vit eisini upplivdu tað Argentinska býarlívið.
Leygardagin var max-relax dagur hjá okkum, har vit bara slappaðu av. Men í dag fara vit til ein topdyst í fótbóltið og á tí størsta Stadium her í Buenos Aires. Vit hava hoyrt at tað er eitt 'must' at uppliva ein lokalan dyst. Liðini sum spæla eru River Plate og San Lorenzo.
Vit eru sera vælnødgar við okkara fyrstu dagar í Buenos Aires og eru longu forelskaðar í hesum deiliga býið ;) Øll eru sera opin og fyrikomandi og vit hava longu møtt fólkið frá allari verðini. Týsdagin byrja vit so at arbeiða í barnagarðinum, sum vit eru sera spentar uppá. Eisini fara vit tí komandi vikuna at taka spanish-lessons, tað verður deiligt! Serliga tí flestu í býnum ikki duga enskt og vit hava okkara útfordringar hvørjaferð vit eru til handils :P
Vónandi hava tit tað ordla gott har heima. Sakna tykkum og gleða okkum at deila fleiri upplivingar við tykkum.
Klemm Jenny Maria & Gunn <3
- comments
Dan alt for langt ímillum at tit skriva nakad, inni her..!