Profile
Blog
Photos
Videos
Heey aftur :)
Gunnvá vaknaði kl. 5 um náttina - og hon var leys upp frá. Orsøkin til hetta var nemliga, at tá hon opnaði eyguni var tað fyrsta hon sá ein kakelakkur! Hann var inni í moyggjabitanetinum hjá henni. So djørv sum hon var, ballaði hon bara teppi ordiligt um seg, og legði seg aftur ;) Vit hava nógv "kelidjór" í bungslow'ini hjá okkum. Tá vit fyrst fingu bungalow'ina, hugdu vit runt í henni. Komnar inn á wc (ið ikki er serliga lekkurt), sóu vit tveir kakelakkar og eitt fýrbein. Uttanfyri bungalow'ina hjá okkum ganga høns og kettur. Ketturnar búðu faktiskt undir songini hjá Aodán, men tað eydnaðist okkum at fáa tær út. Harumframt hava vit nóógvir moyggjabitar. Men hetta er jú eisini eitt upplivilsi, og nú eru vit nærmast ikki bangnar fyri nøkrum insektum.
Kl. 10 fóru vit øll at eta morgunmat - meðan vit gingu og leitaðu eftir einum staðið, rópti onkur á okkum á strondini. Tá var tað Niemve, ið rópti á okkum. Hon er eisini írsk, og vit møttu henni í Rolling Stones í Phi Phi. Tað vísti seg, at hon býr eisini í eini bungalow her, sum vit búgva. Undarligt við hesum tilfeldunum - vit blíva við at møta teimum somu fólkunum aftur :) So kom hon eisini við okkum at eta morgunmat. Liðug at eta morgunmat fóru vit á strondina at slappa av. Tað var so heitt, at vit kláraðu slett ikki at liggja her, so vit løgdu okkum bara út í vatnið. Her lógu vit so inntil klokkan nærkaðist trý.
Seinni fóru vit øll at eta. Vit báðar valdu at fáa okkum banan pannukøkur. Hesar vóru ordiliga góðar, men minna als ikki um pannukøkurnar man fær har heima í Føroyum. Eftir at hava etið pannukøkurnar fóru vit báðar á eina resturatión, tí har var frítt internet. Vit ætlaðu at bíleggja okkurt at sova í í Krabi. Vit avgjørdu so fyrst at sova eina nátt í Krabi town, og hareftir tríggjar í Ao Nang (har vit hava brúkt eina viku frammanundan). Vit funnu einki í Krabi town, so vit fáa bara at síggja, tá vit koma fram. Í Ao Nang eydnaðist tað okkum at fáa tvær nætur, 3. og 5., so 4. ætla vit bara at finna útav onkrum, tá tann tíðin kemur.
Eftir at hava rokast við hesum, fóru vit øll seks út at eta. Tá vit vóru liðug fóru vit á eina barr, ið var beint við bungalow'irnar hjá okkum. Hendan var ordiliga hugnalig, og ístaðin fyri at sita á stólum við eitt borð, sótu vit á einum "borði" við eitt lítið borð. Her sat man á pútum - ordiliga hyggeligt :) Meðan vit sótu her, fóru vit báðar at keypa milkshake, sum vit síðani tóku inn aftur við í barruna. Ótrúligt nokk blívu vit aftur lekkursultnar eftir eina lítla løtu - nú vildu vit hava sjokuláta ís! :) Vit fóru fyrst eitt stað, men har vóru tey steðgaði við at gera ís, men til alla lukku var ein svensk barr har, og tey gjørdu ís. Hesin var so góður, so eftir ísin fóru vit vælnøgdar aftur til barruna. Vit høvdu avtalað við Aodán aftur at hyggja eftir einum filmi hetta kvøldið, so vit fóru aftur til barruna, har øll tey írsku vóru. Beint eftir at hava sagt góða nátt við øll, byrjar onkur at syngja "happy birthday". Eftir sangurin bleiv kaka deild út. Vit kláraðu ikki at rýma meðan kakan var á borðinum, so vit hjálptu líka til at eta hana, áðrenn vit fóru :)
Gunnvá var so troytt, so tað vóru bara Gurið og Aodán, sum fóru at hyggja eftir filmi. Tey hugdu eftir Astroboy. Gurið helt at filmurin var ordiliga fittur, men Aodán dámdi hann ikki so gott :) Hareftir gekk leiðin í song.
Klemm Gurið og Gunnvá.
- comments