Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :D
Í morgun sluppu vit at sova longi - líka inntil kl. 8 :) Eftir morgunmatin fóru vit aftur at bamboo-rafta. Hesa ferð var eitt sindur meiri streymur, so tað var eitt sindur truplari at stýra. Øll høvdu pinn at stýra við, uttan Gunnvá - hon passaði uppá taskurnar ;) Tað var til tíðir trupult at stýra, tí tú skuldi trýsta pinnin niður á botnin, og summar tíðir var tað ov djúpt til at kunna náa botnin við pinninum. Eisini vóru nógvir steinar á botninum, so pinnurin stóð ofta fastur - Gurið endaði við at missa sín pinn tvær ferðir orsakað av hesum. Men vit fingu hann tíbetur aftur :) Vit spældu vatnkríggj á bambooraftinum. Hetta var ordiliga skeg, tí man skuldi bara smekka pinnin í vatnið, og so blivu øll vát :)
Meðan vit bamboo-raftaði gjørdi guide'in hjá okkum, Chai Boon, okkum ein kopp í part burtur úr bambusi. Bambus verður brúkt til alt her í Norðurthailandi. Bæði húsini, kopparnar, bátarnar (bambooraft), smáar brúgvar o.a. er gjørt úr bambusi. Guide'in skrivaði so okkurt á øll gløsini; á gløsini hjá Gunnvá, Mark og Sally skrivaði hann 'thank' (skuldi sikkurt vera 'thanks'), og á koppin hjá Gurið skrivaði hann 'love you long time' og so eisini hansara telefonnummar :p
Eftir at vit høvdu bamboorafta í tveir tímar, fingu vit døgurða. Hareftir endaði túrurin, og vit blivu koyrd aftur á hotellið. Áðrenn vit fóru hvør til sítt, avtalaðu vit øll at møtast á einari buffét-resturant, ið Chai Boon visti um.
So komu vit endiliga aftur til civilation! Vit hava ongantíð verið so glaðar at síggja eitt vask og eina brúsu fyrr ;) Um man skuldi vaska sær í jungluni var man noyddur at fara í eina á at ordna hetta; og tað bar heldur ikki til at vaska hendurnar - men vit høvdu desinfektor við, so tað gekk :) Vit búgva nú á 9. hædd á Hotel Plaza, so vit hava gott útsýni yvir býin. Eftir vit høvdu checka inn, fóru vit oman til svimjuhylin. Gurið fór at svimja, meðan Gunnvá lá og sólaði sær. Gurið var so stolt á hotellinum, tí her sá hon tann fyrsta thailendaran, ið var størri enn hon! :D Her í Thailandi er Gunnvá (ið er 1,58 m) ikki lítil - nógv fólk eru nóógv minni enn hon :D Og Gurið er nærmast ein kempa! :p
Tá vit endiliga vóru blivnar reinar aftur, fóru vit ein gongutúr í býnum. Vit komu til eitt 'Fish Spa'. Hetta bestemmaðu vit okkum at royna :) Føturnar hjá okkum blivu fyrst vaskaðar mitt úti á gøtuni fyri at sikra at einki krem ella tílíkt var á teimum. Tá vit komu inn, skuldu vit seta okkum á ein bonk, og koyra føturnar hjá okkum í eitt akvarium. Í hesum akvarinum vóru nógvir smáir fiskar, ið blívar kallaðir 'Docktor Fish'. Hesir liva av deyðari húð, so tað sum teir faktiskt gera er, at teir eta alla tað deyðu húðina av føtrunum. Hetta er eitt sera undarligt følilsi, tá teir bíta tað deyðu húðina av. Teir fyrstu 5 min vóru heilt forferdiligir - tað kitlaði so illa, at vit báðar sótu og táraði, so nógv vit flentu! Men eftir at man hevði vant seg við tað, var tað ordiliga behagiligt. Tað er ótrúliga løgi, tá man hyggur niður í akvariumið, og sær at man hevur fult av lítlum fiskum á føtrunum :p
Hareftir gekk leiðin til buffét-resturantina. Vit vóru við at ganga skeift, men so hoyrdu vit onkran rópa eftir okkum. Tá var tað Sally, ið var ein av teimum, vit skuldu møtast við. Vit gingu yvir til resturantionina, og funnu tá útav, at hon var farin í falitt. So noyddist vit at finna okkurt annað stað at eta. Tá Chai Boon endiliga kom (var eitt korter for seinur), fóru vit til eina aðra buffét. Tuktuk bilarnar eru nokso lítlir, so tað passa næstan ikki meira enn 3 fólk í, so Gunnvá, Mark og Sally fóru við tuktuk'inum, meðan Gurið fór á skutara við Chai Boon. Buffét'in var so nógv øðrvísi enn nøkur buffét vit hava sæð fyrr. Tað var eitt langt borð við fult av ráum køti og grønsakum. Á borðinum hjá okkum var ein friture-grýta, ið kundi steikja og kóka, so vit skuldu sjálvi gera okkara mat. Hetta var ordiliga skeg at royna. Her vóru bert thailendarar - og so vit. Tá vit øll vóru blivin propp met, segði Chai Boon: "åja, man skal betala eyka fyri alt tað, sum man hevur tikið, men ikki etið". Eftirsum tað var ein buffét, høvdu øll tikið eina rúgvu - so hetta vóru vit so pent noydd at royna at proppa í okkum :)
Tá vit vóru liðug at eta, fóru Mark og Sally á hotellið hjá teimum at sova, tí tey skulu ferðast víðari í morgin. Vit báðar og Chai Boon fóru so á eina gøtu, har tað vóru fleiri klubbar og barrir. Tað var sera áhugavert at síggja býarlívið her í Chiang Mai, ið mun til heima í Føroyum! Her gekk eingin skít og mól - øll vóru sera skikkilig og væl fyri :) Síðani fóru vit í ein klubba at dansa - tað vóru bara vit inni her. Eftir uml. ein tíma byrjaðu fleiri fólk at koma. Vit komu at tosa við ein so herligan amerikanara, ið æt Matt. Orsøkin til at vit faktiskt komu at tosa við hann var, at hann sá út til at sova, so vit tvætlaðu býtt við at gera sum um vit skutu eitt lastikk eftir honum. Í tí Gurið ger sum hon skal skjóta tað, hyggur hann. So noyddist vit líka at forklára, at vit faktiskt ikki ætlaðu at gera nakað. Tað endaði við, at hann og Gunnvá blivu við at sita og flenna býtt eftir mannfólkum, ið royndu at dansa :) Eftir eina løtu fóru vit báðar eisini at dansa. Meðan vit dansaðu komu tvær thailendskar, ið vildu sleppa at dansa við okkum. Vit dansaðu so ein dans tvær og tvær (Gunnvá og ein thailendsk og eisini Gurið og ein thailendsk). Hetta var ordiliga skeg. Tær vóru frá Chiang Mai, og vóru 25 og 29 ár. Vit blivu so yvirraskaðar tá tær søgdu tað, tí vit hildu tær vera yngri enn okkum :D Tað er ófatiliga ringt at meta um aldurin á thailendarum!
Tá kl. var blivin 1 fóru vit heim. Chai Boon koyrdi okkum. Á veg heim sóu vit nógvir ladyboys. Teir líktist so nógv konufólki! :p Thailand er faktiskt kent fyri at hava nógvir ladyboys.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Jonny Gunnvá er nakað glað at vera so "stór" ...... Gurið ansa nú eftir hasum Thailendsku sjeikunum :) Gott tit fáa góðan mat :)