Profile
Blog
Photos
Videos
Heyy :)
Í morgun blivu vit vaktar klokkan 9 av at onkur bankaði uppá hurðina hjá okkum. Tá var tað Charlotte, sum kom at vekja okkum, tí vit høvdu avtalað at fara at shoppa í dag. Av tí at Susanne og Gurið fylgdist heim í gjárkvøldið, var Susanne komin við Gurið inn í kamarið at sova. Vit fóru síðani at gera okkum klárar at fara at shoppa, men áðrenn vit fóru avstað, ótu vit morgunmat. Morgunmaturin var úti í trailaranum hjá Mike, so nøkur av okkum hava fingið lykil til trailaran, soleiðis at vit kunnu bara fara sjálvi út í hann at fáa okkum at eta. Vit fingu okkum bagels, og tá vit vóru liðugar, fóru vit í lobby'ina at møtast við hinum sum koma við. Allar genturnar/konurnar, sum eru við á túrinum, komu við at shoppa í dag; so t.v.s. at øll uttan Emil komu at shoppa :) Um 10-tíðina gekk leiðin yvir til bussstoppistaðið; her skuldu vit keypa billettir til bussin, áðrenn man fór í hann. Vit øll keyptu okkum eitt 24 tíma busspass, tí so kunnu vit koyra so nógv, sum vit vilja í bussi í eitt døgn fyri ein ávísan prís.
Síðani kom bussurin, og vit fóru við honum, men tað keðiliga var at hesin bussurin fór fyrst suðureftir, og av tí at vit skuldu norðureftir, tók tað eina góða løtu, áðrenn vit komu hartil, vit skuldu. Komin til shoppingøkið avgjørdu vit at fara hvør sær, altso vit báðar fylgdist. Vit fóru fyrst inn í ein handil, har við keyptu leggings, smykkur og Gunnvá neglalak. Síðani komu vit framvið ein ítróttarhandil og sóu, at tey seldu bíligar converseskógvar :) Her inni keyptu vit hvør sínar og harafturat sokkar sum passar til. Nú var klokkan longu blivin 13, og vit høvdu øll avtalað at møtast aftur tá. Komnar hartil, vit skulu møtast, síggja vit at øll uttan Isabelle sita har. Hon plagar altíð at vera so sein uppá tað, og vit bíða ALTÍÐ eftir henni. Vit avgjørdu at bíða eftir henni eina løtu, og akkurát tá vit ætla at fara, kemur hon rennandi ;) Hon skuldi keypa eitt ur og hevði staðið í kø í 10 min. ;) Vit gingu síðani til bussstoppistaðið og bíðaði her eina løtu, so vit stóðu bara og prátaði inntil hann kom.
Komnar inn til býin, fóru vit av og nú gekk leiðin yvir til ein M&M's handil. Á vegnum hartil keyptu vit burritos og McFlurry ís í McDonalds. Síðani fóru vit inn í M&M's handilin. Tað vóru fýra hæddir, har tey seldu alt frá klæðum, handkløðum, tallerkar, koppar og nógv annað, har tað stóð M&M's á. Harumframt kundi man sjálvur blanda sær M&M's drops í posar; vanlig, har man kundi velja hvørja farvu, man vildi hava, crispy M&M's, M&M's við myrkari sjokulátu, M&M's við nøtum í o.a. Uppi á sóu vit eisini, at man sjálvur kundu gera síni egnu M&M's; her kundi man skriva á M&M's, t.d. keypti Astrid, ein av teimum norsku, hesi, har hon skrivaði Happy Birthday á og okkurt annað. Eisini bleiv ein minifilmur í 3D vístur í einum biografi. Hesum fóru vit báðar, Susanne og Charlotte at hyggja eftir; hann var ordiliga fittur ;) Tá vit høvdu verið á øllum 4 hæddunum og hugt okkum um, fóru vit heim.
Vit skundaðu okkum at fara undir brús, meðan hin sat á facebook ;) Vit gjørdu okkum kláran og fóru síðani oman til lobby'ina, har vit øll møttist klokkan 17. Ætlanin var at fara til ein høgan bygning, sum eitur Stratosaphere, og fara líka upp í torni har. Vit tóku ein buss frá The Strip, men tað tók øldir, áðrenn vit komu hartil, tí bussurin steðgaði alla samlu tíðina. Tá vit endiliga komu til Stratosaphere, skuldu vit ganga gjøgnum í centur fyri at koma hartil, man skuldi keypa billettir fyri at koma niðan í torni. Men av tí at tað kostaði eitt sindur, avgjørdu vit báðar, Astrid, Charlotte og Claire ikki at fara niðan, men fóru ístaðinfyri at eta. Susanne, Lotte, Anna, Emil og Isabelle fóru niðan, tí tey vildu prøva ein rutsjibana, ið er har uppi. Vit ótu mexikanskt, og fóru síðani at hyggja í handlar, meðan vit bíðaðu eftir teimum, sum vóru uppi í torninum. Gurið og Claire keyptu sær hvør sína bláa hettutroyggju, har tað stendur Las Vegas á, tí tær vóru so kaldar. Gunnvá keypti sær eina tasku. Tá hini endiliga komu frá torninum, fóru vit við bussi inn aftur í býin og fóru av á hotellinum Mirage. Uttanfyri her skuldi vera eitt vulkan-show klokkan 22, so vit fóru útum at bíða. Vulkan-showið vardi í 5 min. og tá tað var liðugt, fóru við víðari til Ceasar Palace hotellið. Hetta hotellið var bygt soleiðis, at tað líktist Rom. Uttanfyri hotellið var eitt springvatn, sum minti um Trevi Fontænan í Róm, og inni var ein bygningur sum líktiskt akkurát Colosseum. Men sum øll onnur hotell her í Las Vegas var eisini eitt casino her inni. Her inni mistu við Isabelle vekk, ella rættari sagt gekk hon sum ikki einaferð í sínum egna heimi, og hevur opinbart bara gingið vekk frá okkum uttan at hugsa um tað. Vit leitaðu eina løtu eftir henni, áðrenn vit avgjørdu at fara avstað, tá vit ikki funnu hana allíkavæl. Susanne og Charlotte fóru beinleiðis heim, meðan øll hini fóru til hotellið Cosmopolitan. Tær norsku gingu frammanfyri, so vit mistu tær vekk, tá vit steðgaðu á at tosa við tvær danskarar Asbjørn og Michel, sum Gurið, Susanne, Claire og Astrid høvdu tosað við í gjár. Teir komu við okkum í Cosmopolitan, har vit sóu eina stóra flotta ljóskrúnu. Inni í ljóskrúnuni var ein restaurant ;)
Nú gekk leiðin so heim aftur á hotellið. Vit báðar, Susanne, Emil, Asbjørn og Michel sótu inni í kamarinum hjá Emil eina løtu og prátaðu, áðrenn vit fóru út aftur. Vit fóru inn í ein stóran bygning, sum æt Planet Hollywood. Her inni var eitt casino, matstovir og nakrir klubbar. Vit royndu at sleppa inn í klubban KOI, men av tí at øll uttan Emil vóru undir 21, fóru vit ikki inn. Vit fóru síðani til eitt annað hotell. Hetta hotellið er gjørt í sama skala, sum tann størsta pyramidan í heiminum. Undarligt nokk sær hotellið als ikki stórt út, av tí at allir bygningarnar í Las Vegas eru so yvirdrivið stórir! Á vegnum hartil gingu vit forbí ein part av Las Vegas, sum líktiskt New York; her var t.d. minni versión av fríheitsgudinnuni. Tá vit endiliga, eftir at hava gingið eina góða løtu, komu til hotellið, fóru vit inn har, og sóu, hvussu stórt hetta veruliga var. Man sá líka niðan á toppin, og á síðunum á hotellinum vóru kømur. Vit øll vóru ordiliga imponeraði av hotellinum. Men av tí av klokkan var so nógv, vóru vit øll so troytt. Vit báðar, Susanne og Emil tóku taxa heim, og tá vit komu í kamarið, máttu vit byrja at pakka, tí Mike hevði hongt skránna fyri í morgin á hurðina hjá okkum. Fyrsti partur av skránni ljóðaði soleiðis, at vit skuldu upp kl.8.15. Tá vit endiliga blivu liðugar um 4-tíðina, fóru vit í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments