Profile
Blog
Photos
Videos
18./19. apríl
Hey :)
Í dag byrjar so okkara ferð heim aftur. Vit eru bæði sera spentar at sleppa at síggja øll har heima aftur, men tó eisini keddar um, at alt endar nú. Vit hava havt eina heilt ótrúliga ferð, og høvdu ikki vilja verið nakað fyri uttan; jú kanska tað við kiwi-fruktunum ;)
Í morgun settu vit vekkaran klokkan 8.15. Av tí vit høvdu pakkað alt í gjár, skuldu vit bara í klæðir og busta tenn og Gurið koyra linsir í, so vóru vit klárar at fara. Vit gingu yvir til metro'ina, sum skuldi koyra okkum til flogvøllin. Tá vit skuldu keypa bilett við metro'ini, finnur Gunnvá útav at hon hevur ikki nokk av leysum pengum og má tí gjalda við kortið. Hon fer eina kvittering út, men onga bilett. Av tí vit vóru í sovorðnum skundi, hugsa vit bara, at man ikki fer nakra bilett, og fara síðani víðari. Har man skal koyra bilettina í, brúka vit hana hjá Gurið og fara báðar ígjøgnum. Tá vit koma í metro'ina og fara at hyggja eftir kvitteringini, síggja vit, at har stendur at "Credit Card is declined"! T.v.s. at Gunnvá ikki hevur keypt nakra bilett. So á veg í metro'ini til flogvøllin eru vit eitt sindur nervøsar, og hopa ikki at nakar sum arbeiðir har kemur og skal síggja billettirnar! Tíbetur kemur ongin, og vit koma út á flogvøllin - uttan nakra bót!! :D Tað hevði ikki verið ein serliga góður endi á ferðina, um vit skuldu fáa eina bót afturat.
Tá vit so skulu út frá, har metro'in er, og inn á flogvøllin, skulu vit aftur brúka okkara bilett. Men har man fer ígjøgnum, stóðu nakrar vaktir, so vit báðar kundu ikki fara ígjøgnum samstundis. Ein vakt kemur yvir og spyr, hvat er galið, og Gunnvá sigur bara, at hon hevur mist sína bilett vekk, tí hon finnur hana ongastaðni. Gunnvá fær at vita, at um hon ikki finnur hana, má hon keypa eina nýggja. Av tí at Gunnvá ongantíð keypti nakra, keypir hon bara eina nú. Hon sleppur síðani eisini inn á fløgvøllin. Vit hyggja síðani eftir talvuni fyri at vita, hvar vit skulu, og síggja at vit mugu taka metro'ina fyri at koma til innanríkis flogvøllin, har vit skulu.
Tá vit koma hartil, skulu vit chekka inn, og hetta máttu vit gera sjálvar. Av tí at vit skulu allan vegin til København, sluppu vit at chekka bagaguna inn allan vegin til København, so tað var ordiliga deiligt :) Vit skuldu síðani ígjøgnum sikkerheitkontrollið, men ganga 2-3 ferðir aftur og fram har, tí vit finna tað ikki beinanvegin. Eftir eina løtu finna vit tað endiliga og standa í kø, áðrenn vit sleppa ígjøgnum uttan nakað problem. Komnar ígjøgnum, fara vit beinleiðis til ta gate'ina, har vit skulu. Vit skuldu eftir røttum flúgva klokkan 10.55, men av tí at flúgvarin var forsinkaður, bleiv tað útsett í eini 25 minuttir, og vit skuldu ikki flúgva fyrrenn klokkan 11.20. Vit sótu bara í gate'ini og tjillaðu, og áðrenn vit vistu av, róptu tey í hátalarunum eftir okkum, tí næstan øll høvdu longu boardað og vóru farin í flúgvarin. Vit hildu, hetta vera nokkso skeg, eftirsum vit í seinastuni altíð hava verið í so góðari tíð ;p Hetta var ein av teimum stuttu flúgvitúrunum hjá okkum - hann tók bara 1 tíma, so hann gekk skjótt. Tá vit komu til flogvøllin í Los Angeles, máttu vit taka ein airbus frá domestic flogvøllinum til tann internationala, tí nú skuldu vit úr landinum ;p
Eftirsum vit næstan onki hava sovið í nátt og ikki etið nakað í dag, vóru vit eitt sindur rotnar, tá vit komu hartil. Vit avgjørdu so at fara at keypa okkum okkurt etandi. Vit blivu eitt sindur skuffaðar, tá vit ikki funnu Subway her :( ;) so ístaðinfyri keyptu vit pizza. Aftaná vit høvdu etið, fóru vit at keypa okkurt slikk at hava við á tí langa flúgvitúrinum; vit keypa skittles og m&m's :) Tað einasta, ið var eftir at gera, var at seta seg við gate'ina, har vit skuldu bíða í eini 2 tímar, áðrenn flúgvarin fór avstað. Ein tíma áðrenn fráferð verða vit tó kallaðar upp. Hetta hildu vit vera øgiliga undarligt, tí tað var so leingi inntil, vit skuldu avstað. Men hetta er bara tí, vit skuldu hava eitt nýtt boarding pass frá Air New Zealand. So at seta seg niður aftur at bíða!
Klokkan 16.30 skuldu vit fara avstað. So eftir at hava sett okkum væl til rættis umborð á flúgvarinum, tendraðu vit sjónvarpið og byrjaðu at hyggja eftir Glee. Vit halda, at vit hugdu eftir eini 8-10 pørtum allan flúgvitúrin. Vit fingu døgurða umborð nokkso skjótt, eftir vit vóru farin á flog - salat við kyllingi, og ís omaná - og seinni aftur morgunmat - har vit fingu frukt, jogurt og onkra salat. Lekkurt! Vit halda báðar, at flúgvitúrurin gekk skjótt og var deiliga avslappandi ;) Vit halda báðar, at tað ikki er so strævið at flúgva longur, sum í fyrstuni ;)
Áðrenn vit lendu svav Gurið í 20 min. Gunnvá svav onki henda túrin, so vit báðar vóru øgiliga troyttar, tá vit komu til Heatrow Airport í London. Nú var tað tann 19. apríl og eftir meira enn trimum mánaðum burtur, vóru vit afturkomnar til Europa. Vit fóru beinanvegin í ein airbus, sum skuldi koyra okkum til terminal 2. Vit vóru so troyttar, at vit løgdu okkum báðar á ein bonk at sova - her svóvu vit í eini 1-2 tímar. Tað trongdu vit stórliga til! Áðrenn vit fóru til gate'ina, keyptu vit okkum hvør sín sandwich, tí vit vóru so svangar ;) Av tí at vit vóru nokso seinar til gate'ina, vóru vit ein av teimum síðstu umborð. Allan flúgvitúrin snakkaðu vit um, hvussu spennandi tað fór at vera at koma til Danmarkar aftur og síggja kend andlit ;) Vit lurtaðu eisini eftir musikki á mp3 spælarinum hjá okkum.
Á flogvøllinum vóru Ingi, Rúna, Søren, Ida og Sára komin eftir okkum. Vit báðar hildu, at tað var ordiliga deiligt at síggja tey aftur! Vit fóru beinleiðis yvir hartil, man kann lata bagaguna inn, soleiðis at vit ikki nýtist at ganga og dragsa uppá hana aftur og fram í København. Nú var so tíðin komin, har vit fyri fyrstu ferð í tríggjar og ein hálvan mánaða skuldu skiljast, tí Gunnvá fór til Inga, meðan Gurið fór til Rúnu og tey.
Gunnvá: Eg og Ingi tóku metro og tok heim til Inga. Tá vit komu heim, tjillaðu á sofuni, og vit skypaðu við pabba. Tað var ordiliga merkiligt at hugsa sær, at í morgin síggi eg øll aftur :) Spennandi ;) Síðani fór Ingi at gera lekran døgurða til okkum bæði; hakkibúff við hvítleyki í - ordiliga lekkurt!! Seinni skypaðu vit við fastur og ommuna inni í Bø. Restina av kvøldinum hugdu vit eftir The Simpsons og How I Met Your Mother og so steinsovnaðu eg á sofuni longu klokkan 23. Deiligt endiliga at sleppa at sova aftur ;)
Gurið: Á veg til Rúnu og Sørin, steðgaðu vit við ein handil, har eg og Rúna keyptu kakao og bollar til at hava heim við. Restina av kvøldunum hygga vit okkum, og eg royndi at gummast eitt sindur (eg eri gumma hjá dóttrini hjá Rúnu og Sørin; hon eitur Ida). Eg svav ikki so nógv hesa náttina, tí eg aftur nú var ávirka av jetlag. Morgunin eftir fylgdi Rúna mær til metroina - nú er tíðin so komin til at fara heim aftur til Føroyar! :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments