Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Aftaná eina stravna nátt, har Gurið hevði hoppað í svøvni, vaknaði Gurið við ongum málið. Tá hon skríggjaði í nátt, er málið allarhelst farið aftur :(
Í morgun skulu vit hike'a í Yosemite. Vit skuldu møtast í kamarinum hjá Mike kl. 7 at fáa okkum morgunmat, áðrenn tann laaanga gongutúrin hjá okkum í dag. Av tí at vit fara at vera í Yosemite National Park inntil sólsetur, gjørdu vit okkum matpakka at hava við. Kl. 7.30 fóru vit avstað við bussinum. Anne, tann norska, kom ikki við, av tí at hon var illa fyri. Tá vit komu til Yosemite, fóru vit fyrst til ein parkbetjent, ið fortaldi okkum um, hvørjar rutur vit kundu ganga á. Vit øll ætlaðu okkum at ganga somu rutu, men av tí at vit vóru summi sum skuldu keypa endaði tað við, at vit báðar fylgdist við Susanne, Charlotte, Claire og Emil. Málið hjá Gurið byrjar nú spakuliga at koma aftur, og aftaná eina løtu, kann hon roksa aftur :)
Vit gingu niðan til Yosemite Falls, har man hevði eitt vakurt útsýni yvir alla parkina á vegnum niðani. Tá vit komu niðan á, sóu vit ein vakran "foss". Orsøkin, til at vit skriva foss í gásareygum, er, at tað kom meiri kavi enn vatn úr hesum fossinum. Vit tvætlaðu har uppi við at kalla tað "snowfall" ístaðin fyri "waterfall" :) Tá vit komu niðan á her, møttu vit teimum norsku gentunum, og fyldist við teimum eina løtu. Tá vit komu til fossin, var nógvur kavi á tí vegnum, ið gekk víðari. Parkbetjenturin hevði rátt okkum frá at fara víðari niðan, tí har var rættiliga illa gongt. Vit allar bestemmaðu okkum fyri at fara oman aftur, og heldur lukkast gongutúrar fleiri støð, men Emil, so trossigur sum hann er, fór víðari eftir vegnum. Meðan vit ganga omaneftir steðga vit á einastaðni, har man hevði eitt heilt ótrúliga gott útsýni yvir parkina, at eta matpakka. Her sótu vit eina góða løtu, og nýttu tað køligu luftina, meðan vit hugdu eftir tí vakra umhvørvinum. Tær norsku gentirnar høvdu longu etið, so tær forsettu víðari oman eftir. Tá vit vóru lidnar at eta, gingu vit eisini oman av fjallinum. Her møttu vit Isabelle, ið eisini var á veg niðan til fossin.
Tá vit komu oman aftur, vóru vit lekkurtsultnar, og fóru tí at keypa okkum jorðberís. Meðan vit sita her og eta ísin, ganga fleiri íkorn rundan um beinini á okkum. Vit allar eru so forliptar í teimum, tí tey eru barasta so ker :) Tá vit høvdu slappað av eina løtu, tóku vit shuttlebussin til Mirror Lake. Undarligt nokk, er tann fyrsti persónurin, vit síggja í bussinum Isabelle. Hon var júst komin oman aftur frá fossinum, og var nú eisini á veg til Mirror Lake. Vit fylgdist so eisini við henni. Tá vit komu til bussstoppstaðið, kundi man velja í millum tveir vegir. Vit valdu fyrst tann vegin, har man gekk í "skóginum" í millum trøini. Tá vit komu aftur frá hesum vegnum, høvdu vit enn tíð tilyvirs, so vit gingu eisini hin vegin, har man gekk mest fram við vatninum. Útsýni eftir hesum veginum var faktiskt nógv flottari, so vit vóru glaðar fyri, at vit fóru hendan vegin eisini.
Síðani gingu vit aftur til Yosemite Village. Vit báðar fylgdist mest við Claire, meðan vit gingu hertil. Vit vóru so upptiknar av at roksa, at vit vóru líka við at ganga beint forbíð nøkur reinsdjór, uttan at síggja tey hóast tey vóru beint við síðnar av okkum. Orsøkin, til at vit løgdu merki til tey, var, at ein maður sum súkklaði forbí okkum, segði okkurt um reinsdjór. Hetta er fyrstu ferð, vit hava sæð reinsdjór, so tað var gott, at vit ikki vóru alt ov upptiknar at roksa ;) Tá vit komu til Yosemite Village, settu vit okkum við eitt borð til Charlotte og Susanne at bíða. Eina løtu aftaná komu Astrid og Lotte (tær norsku) eisini har, og síðani Isabelle. Hesaferð var Isabelle ikki seinast :o Emil var ikki komin aftur enn, og tá søgdu tær norsku genturnar, at tær høvdu møtt honum eina løtu síðani. Tað hevði eydnast honum at klatra allan vegin uppá á fjallið. Tá vit høvdu sitið her eina løtu, koma vit í tankar um, at tað faktiskt var á hinari síðuni á hesum húsinum, at vit skuldu møtast. Tá vit koma her til, situr Mike í bilinum og bíðar eftir okkum. Vit bíða í 45 min, áðrenn Emil endiliga kemur. Nú gekk leiðin at eta pizza. Mike bestilti tríggjar kempi stórar pizza'ir, sum vit øll deildu. Tær smakkaðu ordiliga gott.
Tá vit vóru liðug at eta, koyra vit aftur á hotellið. Vit høvdu tosað við Charlotte og Susanne um at fara at hyggja eftir filmi saman, men av tí at Gurið var eitt sindur illa fyri, slappaðu vit báðar bara av í kamarinum, har vit hugdu eftir Sex and the City 2 og skrivaðu bloggar. Tá vit vóru liðug við hetta, fóru vit í song. Gunnvá hopaði, at hetta fór at blíva ein friðarlig nátt, har Gurið ikki hoppaði í svøvni ;)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments