Nakuru, Kenya
Í gjár gloymdi eg skriva mítt highligth av degnum. Á veg heim úr býnum møtti eg einum gøtudreingi, Moses, og vit fingu eina ordiliga góða samrøðu á vegnum. Eg kundi hugsa at hann fór at stjala frá mær ella okkurt, men tað vóru fólk rundan um okkum, so eg var ikki bangin fyri nøkrum og vit fingu eina ordiliga góða samrøðu uttan at hann biddaði ella nakað. Hann segði at familjan hjá honum hevði eftirlatið hann her og at hann bara hev...