

Los Angeles, California
Hey tit!!
Nú hava vit sovið okkara fyrstu nátt í USA. Vit fóru upp í morgun kl. 9. Vit høvdu avgjørt at fara inn til býin at síggja ymiskt. Vit tóku metroina alla vegin inn til býin, av tí hetta sikkurt var bæði nemmast og bíligast. Hetta var ein langur vegur. Fyrst skuldu vit ganga eitt fitt petti, áðrenn vit komu til statiónina, og harfrá skiftu vit metro minst tríggjar ferðir. Einaferð máttu vit koyra við bussi til eina aðra stati...